leygardagur 26. mars 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (5771)
I NY
Síða8 Nr. 60 —26. MARS 1994
Fangarnir
— á Skála
— men vit kenna okkum tó ikki sum aðrir fangar.
Vit hava alt gott at bera Skipasmiðjuni og Skipa- |
felagnum, sum hava sýnt okkum einastandandi |
hjálpsemi sigur så
og humanistiskan anda,
russiski skiparin. Skip og manning hava ligið á ,.
Skála síðani 22. august í fjør
Fýra milliónir krónur
skilja Skipasmiðjuna
og tað russiska reiðarí-
ið TAMVIK. Úrslit: 35
russiskir sjómenn, har-
av ein kvinna, verða
eftirhildnir á Skála í
sjey mánaðir.
Men nú er ein loysn
funnin: Skipið fer at
sigla farmasigli ing mill-
um Bretland, Írland og
Poland, og peningurin,
sum inn kemur, skal
fara til Skipasmiðjuna
Føroyar.
Blíðir og týðir
>Vasiliy Avonkin< liggur
væl bundin við Skála kei.
So væl bundin, at teir eisini
hava ankrað upp — teir hava
lagt akkerið upp á land eis-
ini. Tað kann vera veður-
hart á Skála, siga russarar-
nir.
Teireru blíðir atkoma um
borð til. Vit leita okkum
fram til skiparakahúttina og
finna bæði skiparan sjálvan
og fyrsta stýrimann. Vit
siga, hvat vit vilja, og tað er
leystog liðugt beinanvegin.
Vit sessast.
Skiparin eitur Viktor
Bjesdolnyj. Hann er ein
maður upp á eini 50-55 ár.
Og hann hevur einki ímóti
at fortelja um sína tíð sum
ferðamaður í Føroyum móti
sínum vilja.
Skipið hoyrdi fyrr til reiða-
ríið >Traflot< í Murmansk,
sum ríkið átti. Men so bleiv
tað selt til tað privata reiða-
ríið »Tamvik«, sum stutt
sagt ongar pengar átti.
>Vasilyj Avdonkin<kom til
umvælingar á Skála tann
22. august í fjør. Tá ið so
umvælingin á Skála var lið-
ug um 26. november 1993,
komu eingir pengar. Sjálv
umvælingin kostaði
330.000 dollarar, men
seinni eru útreiðslur fyri
aðrar. 300.000 dollarar
komnar afturat, so nú hava
Skipasmiðjan og Skipafe-
lagið einar fýra milliónir til
góðar hjá >Tamvik<.
Arrest?
Spurdur um talan var um
arrest ella regress, svaraði
skiparin, at stødan kundi
kallast eitt slag av blídligari
arrest. Teir fingu at vita, at
teir sluppu ikki avstað, fyrr
enn pengarnir vóru goldnir.
Skipspappírini blivu tíkin í
land — og har lógu vit so,
sigur skiparin, sum leggur
dent á, at hetta er fyrsta
ferðin í lívinum, at hann
hevur verið úti fyri sovorð-
num.
Viktor Bjesdolnyj hevur
alt gott at bera teimum, sum
hava gjørt hann til eitt slag
av fanga á Skála. Hann
rósar bæði Skipasmiðjuni
og Skipafelagum fyri »eina-
standandi hjálpsemi og hu-
manistiskan anda«, sum
hann tekur til. Skjótt fór at
ganga undan við provianti
og ødrum húsarhaldsvørur,
men teir hava alla hesa tíð-
ina fingið alt tað neyðuga
frá Skipasmiðjuni ella
Skipafelagum.
Hart fyri manningina
Hetta hevur verið ein hørð
tíð fyri manningina, sigur
skiparin. Undir vanligum
umstødum fáa russiskir sjó-
menn 6 dollarar um sam-
døgrid útgoldnar sum va-
lutapart av hýruni. Rubul-
parturin verður so útgoldin
á konto í heimbýnum. Men
hesa tíðina, meðan skipið
hevur verið undir arrest á
Skála, hava familjurnar í
Murmansk bara fingið ein
lítlan part av hýruni. So allir
um berð hava livad i stød
ugum ótta um sínar familj-
Kokkurin er góður, hann
dugir síni ting...
Skiparin letur sera væl at
viðferðini teir hava fingið
í Féroyum
ur. Teir kunnu fáa telefon-
samband heim, men tað er
dýrt at ringja, og teir hava jú
ongar pengar. Teir Óttast, at
familjurnar svølta.
Loysnin
Men nú tykist ein loysn at
vera funnin. Gjøgnum
Northern Marine Manage-
ment í Miðvági hevur tað
Orð: André Niclasen
Myndir: Kalmar Lindenskov