leygardagur 26. mars 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (55X)"1
Síða 10 Nr. 60 — 26. MARS 1994
Katrin Johansen, aftur sett heimsmet:
Við hondunum
Tað er vorðið afturvendandi
hending, at Katrin Johansen,
svimjari, fyri ISB vinnur svim-
jikappingar uttanlands. Hesa-
ferð varð hon eisini kosin besti
svimjari, umframt at hon fekk
gull heiðursmerki og setti tvey
heimsmet
So kom kendi svimjarin
Katrin Johansen, heimaftur
við hondunum fullum av
gulli.
Í vidførinum hevði hon
eisini eitt stórt steyp, sum
hon fekk handað fyri at vera
besti svimjarin á stevnuni,
ið var ein opin meistara-
kapping fyri brekað, í Lyon
í Fraklandi.
Katrin Johansen er 25 ára
gomul og gongur á 3. ári á
Læraraskúlanum. Hon hev-
ur kortini fingið stundir til
at venja sína itr6ttargrein
undir lestrinum, og tað
hevur verið við stuðli frá
lærarunum á skúlanum.
- Lærararnir hava ikki
forðað mær í at luttaka utt-
anlands, og teir hava altíð
ynskt mær góða eydnu, sig-
ur Katrin Johansen.
Venur hvønn dag
Dagliga venur hon i svimji-
høllini í Havn í tveir tímar,
umframt at ein tími gongur
við at "fjasa", sum Katrin
Johansen tekur til.
- Við hvørt haldi eg, at eg
eri eitt sindur smábýtt og
havi kenslunaav,at ítróttur-
in tekur ov nógva tíð frá
lestrinum. Kortini vil eg
siga, at fólk sum miðvíst
venia eina ítróttargrein,
skipa sær dagin ødrvisi, og
tí fáa meir burturúr sam-
døgrinum, enn onnur gera.
- Eg vóni ikki, at eg fari
skeiv í hesum, sigur Katrin
Johansen og brosar umber-
andi.
Katrin Johansen er brek-
að, og tað er í kapping við
onnur brekað, at hon hevur
verið í Korea, øllum norð-
urlondum fleiri ferðir, í
Týsklandi, Hollandi og
Fraklandi, og hon hevur
vunnið hópin av heidurs-
merkum.. Hon er spastikari,
og tað sæst á gongulagnum.
Hon eigur eftir røttum at
venja vøddamar í beinu-
num hvgnn dag, men tað eru
ikki stundir til. Katrin
Johansen vónar, at svimj-
ingin ger sítt til, at heilsan er
góð, og at hon onga aðra
viðgerð hevur fyri neyðini.
Vanliga hugsar hon ikki so
nógv um sítt brek.
16 ár og gullvinnari
Tá brekað verða úttikin til
luttøku í svimjikappingum,
verda tey flokkad frå 1 til
10, alt eftir breki. Katrin Jo-
hansen er å 8. stigi i hesi
meting, og kappast vid tey,
sum eru á sama stigi sum
hon.
Fyrsta gull heiðursmerk-
ið vann hon í 1985 í Finn-
landi, og tá var hon 16 ára
gomul. Higartil hevur hon
vunnið 55 gull-, 10 silvur-
og fimm bronsu heidurs-
merki innan svimjing.
Katrin og systirin búgva í
kjallarahæddini hjá foreld-
runum á Láarvegi í Havn,
men har er stovan ikki
prýdd við heiðursmerkum
ella ber á annan hátt dám
av, at her býr ein svimji-
meistari.
- Veggirnir eru hinvegin
prýddir við myndum og
tekningum, sum bera boð
um onnur áhugamál, eitt nú
er tekning av Williami
Heinesen og Hans Andrias
Djurhuus og ein mynd av
kenda málninginum
"Skriget" hjá Edward
Munch, kenda listamanni-
num í Noregi.
Føroyskt mál
og mentan
- Eg havi valt ikki at hava
heiðursmerkini í stovuni, tí
so tosa fólk ikki um annað
enn svimjikappingar, tíðir,
met og tílíkt, sigur Katrin
Johansen.
Í løtuni ger hon eina upp-
gávu á Læararaskúlanum í
fóroyskum. Henni dámar
væl føroyskt mál og mentan
sum undirvísingargreinar,
og kundi hugsað sær at farið
víðari, kanska á Fróðskap-
arsetrinum.
- Eg var í praktikk á
Skúlanum á Trødni, og min
åhugi er avgjørt eisini at
undirvisa brekaðum, og
kanska fari eg at útbúgva
meg innan serundirvísing.
Tað fer tíðin at vísa, sigur
Katrin Johansen.
- Hvussu er tað sum kend
ítróttarkvinna at undir-
vísa?
- Tad er ikki stórt ødrvisi
enn hjá ødrum læraraskúla-
næmingum, haldi eg. Tó, at
onkur spurningur altíð verð-
ur settu um svimjing, men
tað gevur mær bert høvi at
siga børnunum frá nøkrum,
sum onnur ikki hava roynt.
-Táeg var í Kvívík í 1992,
fullum av gulli
Katrin Johansen setti tvey heimsmet og vann sjey gullheiðursmerki, umframt at hon varð
kosin besti svimjari í meistarakappingini fyri brekað í Lyon
kom ein smágenta til mín og
spurdi: "Passar tað, at tú ert
verðinmeistari? Tað sigur
mamma'.
- Tå slikir spurningar koma,
kann eg samstundis greida
børnunum frå svimjingini
fyri brekad, og hvussu
ymisk brekað eru.
- Hvussu er tað at standa á
heiðursskamlinum, tá tjóð-
sangurin verður spældur?
- Tað er ikki vanligt at
tjóðsangir verða spældir í
okkara kappingum, og tí
bleiv eg eitt sindur skøkk, tá
eg hoyrdi hann í Lyon, og
eg visti ikki rættiliga, um eg
skuldi syngja við.
- Orsøkin til, at tjóðsang-
urin varð spældur hesaferð
var, at tå stevnan varð sett í
Fraklandi, spældu teir tjóð-
sangirnir hjá teimum seks
luttakaralondunum.
Krónan á verkinum
Har var eisini danski tjóð-
sangurin spældur, men
Danmark luttók ikki. Tí fór
Signar Hammer, svimji-
venjari, til fyrireikarnar og
gav teimum eitt band av
tjóðsanginum hjá okkum.
-Jú, tað er avgjørt krónan
á verkinum', at standa ovast
á skammlinum, men tað
týdningarmesta í svimji-
>