Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-03-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. mars 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin Nr. 60 — 26. MARS 1994 Síða 11 5 kappinini er, at tú heldur, at tað er stuttligt at venja. Hevur tú fyrst sagt ja til at luttaka í eini kapping, so noyðist tú at møta upp til hvørja venjing, og tad er mangan strævið. - Eg svimji tí eg haldi, at tað er stuttligt - men sjålv- andi - tað er enn stuttligari at fáa besta úrslit, sigur Katrin Johansen. - Geva hesi góðu úrslit peningaligt ríkidómi? - Nei, eg havi ongantíð fingið pening, men eg havi fingið so nógv annað. Eitt nú góðan stuðul frá svimji- felagnum, fría ferð til kapp- ingar og nógvar, góðar upp- livingar. - Tað er ikki sum við van- ligum ítróttarkappingum, at vit fáa Ld. ávísa upphædd fyri hvort 1. pláss. Tað verður ikki brúkt innan ít- róttarkappingar hjá brekað- um. - Er familjan errin av tær? - Tað verður ikki gjørt so nógv burturúr mær heima. Pápi mín hevur skil fyri, hverjar tíðir eg svimji, og hvørji met eg havi sett. Hann kemur ofta niðan í høllina, tå eg venji, men annars gera tey einki hóva- sták burturúr mær. - Hinvegin, so hevur tað týdning fyri meg, at familj- an góðtekur, at eg nýti so nógva tíð og orku at venja. Hetta havaallir ítróttaríðka- rar brúk fyri. Verða teir ikki stuðlaðir, minkar áhugin at luttaka. Ommurnar við í Soul - Tað hevur eisini týdning, at familjan fylgir við í tí, sum tú gert. Eitt nú vóru báðar ommumar hjá mær við, tá eg vann gull í Korea, og tað var avgjørt við til at geva mær eina sálarliga megi í kappingini. - Hvussu kennist tað, tá tú luttekur í kappingum fyri brekað, at tú áhaldandi verður mint um títt brek? - Tað er av sonnum ein stór gleði at vera saman við fólkum, sum hava so nógv og ymisk brek, men sum kortini klára seg væl. Tú knýtir nógv vinar- bond á slíkum ferðum, og so er tað líkamikið, um tað er ein persónur, sum ikki hevur armar ella bein, bert er 115 cm.til hæddar, 0.s.fr. Tá sær tú eisini, hvussu lítið tú feilar. - Men sjálvandi, vit síggja bert tey brekaðu, sum er við í kappingini, og sum eru aktiv. Tú sært ikki tey brek- aðu, sum kanska liggja inni á einum kamari onkunstað- ni. - Tað er eisini áhugavert at vera saman við gørum brekaðum og at læra at hugsa gørvísi um sítt brek. Tær nýtist ikki at taka tær nær, hvussu gongulagið er. Hvat sakar tað, at eg halti eitt sindur? hugsi eg mang- an. - Er svimjingin fyri tær ítriv ella ert tú yrkisítrótt- arkvinna? - Svimjing er fyri mær ein partur av lívinum. Av tí at so nógv tíð fer við venjing, haldi eg ikki, ateg kann siga tað vera ítriv. - Tá vit hesaferð kappað- ust í Lyon, varð eg biðin um at luttaka í stafetsvimjing saman við Svøriki, og teir eru komnir longst innan hesa ítróttargein. Tað tók eg sum eitt herðaklapp og samstundis sum tekin um, at eg verði virðismett sum svimjari. - Hetta var ein avbjóðing, sum eg hugsaði leingi um, hvort eg skuldi taka av ella ikki. Tað hevði verið so lætt bert atsiganei, men eg valdi at taka lut kortini. Tá av- tornaði, var eg fegin um at eg ikki skákaði mær undan. Hi Dekaå - Hvønn tydning heldur tú tab hevur fyri onnur brek- að, at tú hevur fingið so nógv og góð úrslit? - Eg vóni, at eg við míni luttøku, havi givið øðrum áhuga og dirvi at gera okk- urt. Tað, at eg sjálv eru brekað, hevur gjørt, at eg altíð eri í parti við teimum veiku. Tað havi eg lært av at vera saman við brekaðum í øllum londum. Katrin Johansen hevur ikki havt stundir til nógv annað enn at venja í svimji- høllini, men kortini hevur hon nógvar vinir, sum ikki hava svimjing sum áhuga- mál. - Tað er umráðandi fyri meg, eisini at vera saman við vinfólkum, sum íkki bert tosa um svimjing. - Eg gangi í skúla, venji í svimjihøllini, eri við í sang- kórinum í Ebenezer og gangi á møti. Annars luttaki eg eisini í felagsarbeidinum innan ÍSB. Katrin Johansen við seinastu prógvunum um, at hon er meistara- svimjari og besti svimjari í kappingini í Lyon. Hon heldur, at tað er sum at seta eina plátu á, tá hon tosar við fólk, sum spyrja um seinastu kappingina. Sjálv heldur hon tað vera ørkymlandi við hvert, men tekur rós 0.a. sum eitt herðaklapp til øll brekað í Føroyum - Katrin Johansen dylir ikki, at hon er trúgvandi, og at tad hevur havt tydning, tå hon hevur verið fyri hørd- um trýsti til ítróttarkapp- ingar, at hon hevur havt sína trúgv at stuðla seg til. - Tá kennir tú teg ikki so einsamalla. Tað gevur tær megi at halda fram, sigur Katrin Johansen. - Hvussu leingi ætlar tú tær at luttaka í svimjikapp- ingum? - Eg ætli mær at halda fram, so leingi sum áhugin er til staðar. Nú eri eg 25 ár, men svimjarar hava ikki á- víst aldursmark. Teir kunnu halda fram, so leingi sum teir megna at halda tíðirnar, ið kappast verður um. - Nú hevur tú ferðast innan svimjing einar 20 - 30 ferðir uttanlands. Hevur tú ikki onnur ynski fyri framtíðina? - Eg havi íkki hugsað beinleiðis um framtíðina, og hvat eg ynski mær. Eg haldi, eg havi alt, sum eg havi brúk fyri. Framtíðarvónir - Nú skal eg fyribils gera skúlan lidnan, og tá fari eg at gera av, hvat eg skal brúka útbúgvingina til, og um eg skal fara undir víðari lestur ella tílíkt. - Eg fari helst - eins og øll onnur - at gevast við svimj- ingini einaferð, og tá fái eg helst eisini stundir at stovna familju, sigur Katrin Johan- sen brosandi. - Hvussu kennist tað, tá tú kemur heimaftur og øll tosa um met og tann heiður, sum tú hevur verið fyri uttan- lands? - Tað er sum at seta eina plátu á. Øll spyrja tað sama, siga at eg eri Ófgr o.s.fr.. - I fyrstuni var tað ørkym- landi og eitt sindur strævið, tí eg eri so smæðin, og helt meg ikki hava uppborið so nógva umrødu. - Eg veit, at fólk meina mær tað væl, men onkuntíð kennist tað, sum halda fólk, at eg eri Ófgr, ti eg eri brek- að. Oftast kennist tað tó sum eitt herðaklapp, sum eg eri fegin um, og sum eg fati sum eitt herðaklapp til gll brekað í Føroyum. Orð: Da Myndir: Kalmar KatrinJohansen, læraraskúlanæmingur: - Við hvert haldi eg, at eg eri eitt sindur smábýtt og havi kensluna av, at Ítrótturin tekur ov nógva tíð frá lestrinum Úttanfyri vanlige ørheldstid upp: Jysir telefonsvararin: Hvar: ringjast kal tyrf at fáa: teiti blað: "Tíðindablanið SOSIALURIN 14.30—16.90. Teiefonin, STIG svarar lle frá kl. 14.30-7.00 á morgni.