mikudagur 13. apríl 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 69 — 13. APRIL 1994
#
85 verða uppsøgd i Føroya Banka:
Fåa boðini seinast
i hesum mánaðinum
— Stjórar í bankunum fáa tilboð um arbeiði í
bankunum, men á ødrum "niveau" enn teir
arbeiða á i dag. Um størri parturin av uppsøgn-
unum kemur at raka fólk úr ti eina fyrrvernadi
bankanum fram um hin er als ikki stóða tikin til.
I dag starvast øll fólkini í einum banka og tað er
als ikki nøkur løtt uppgáva at siga hesum fólkum
upp, sigur Jørgen Astrup Hansen
Eftir Jústinus Eidesgaard
'85 fólk verða uppsegd í
nýggja Føroya Banka
seinast í hesum mánaðin-
um. Hesum boðaði for-
stjórin í nýggja banka-
num, Jórn Astrup-Han-
sen frá, á tíðindafundi
mánadagin. Fólkini fáa
uppsagnarbræv og síðan
verða tey loyst úr starvi.
Tað er ikki vanligt í
bankaheiminum at fólk
arbeiða í uppsagnartíðini.
Taðereittsindur løgid hjá
fólki at venja seg viðnýggju
viðurskiftini i føroyska
bankaheiminum. Teir stóru
menninir, sum avgjørdu alt
sum hevði við krónur og
Oyru at gera í åttatiårunum,
eru burtur. Nýggj fólk
mynda leiðsluna í nýggja
Føroya Banka. Tó er onkur
av teimun gomlu eftir, men
talan er um fólk sum bert
vóru komin uppí fyrstu trin-
ini í stiganum frá gull-
árunum í áttatiiárunum.
Nýggja tíðin í føroyska
bankaheiminum ger tað-
eisini neyðugt, hjá fyrr
máttmiklum persónum av
svølgja kamelar. skal ikki
arbeidsloysistryggingin
verða álitið í framtíðini.
— Vit fara at bjóða stjórum
og deildarleiðarum úr teim-
um gomlu bankunum starv
hjáokkum. "Men det blir pá
andet niveau end i dag",
segdi Jørn Astrup-Hansen,
forstjóri í nýggja Føroya
Banka.
Snúltarar
Seinastu tvey árini eru til-
samans 100 fólk uppsøgd í
báðum bankunum. Jørn
Astrup-Hansen harmast
um, at neyðugt hevur verið
at sagt hesum fólkum upp.
Hann gevur meginpart-
inum av hesum skoðsmál
sum dugnalig fólk. Tó
leggur hann eitt "Men"
afturat:
— "I firserne var der også
mange gratister med på
toget i de færøske banker.”
Men hesir "gratistar, sum
vildu koyra ókeypis eru
longu uppsagdir, og teljast
ikki millum tey 85, sum
verða uppsøgd seinast í
hesum mánaðinum, segði
Jørn Astrup-Hansen.
Í dag starvast 335 fólk í
nýggja Føroya Banka.
Samanlagt í gomlu bank-
unum arbeiddu 440 fólk tá
tað var uppá tað mesta.
— Virkisgrundarlagið hjá
báðum bankunum er mink-
að niður í eina helvt, men
tað eru starvsfólkini ikki.
Fallið í virkseminum hevði
hóast alt ført við sær at
bankarnir ikki høvdu havt
møguleika at hildið fram
við sama bygnaði, um teir
ikki vórðu samanlagdir.
— Tað er sjálvsagt sera
hugstoytt, at skula siga so
nógvum starvsfólki úr
starvi, men bankin, fer í
samband við uppsagnirnar,
atroyna at vísa størst møgu-
ligt fyrilit mótvegis starvs-
fólkunum, sigur Jórn As-
trup-Hansen.
Tíðindablaðið (SKI)
Her verður Sjóvinnubankin avtikin sum banki.. Richarc
Mikkelsen umboðaði allan partapeningin sum formað-
ur fyri Fíggjingargrunninum. Sjóvinnubankin sum
banki er farin i søguna, men felagið heldur fram vid
nýggjum navni, Føroya Banki. Mynd: Kalmar
Fýra bygd
missa bankan
Eitt av endamålunum við
samanleggingipi er at gera
bankaskipanina einfaldari.
Ein høvudsdeild verður í
Havn og hon verður á
høvudsskrivstovuni hjå
gamla Føroya Banka i N.
Finsensgøtu. Sidan verdur
landið býtt sundur í seks
økir og hvert øki hevur sína
høvudsdeild. Samlada talið
av deildum kring landið hjá
báðum gomlu bankunum
var 48, hetta verður skorið
niður til 26 deildir. Bankin
hevur sum mið at spjaða
virksemið og í framtíðini
verður avgerdarmyndug-
leikin fluttur frá høvuds-
skrivstovuni út til høvuds-
deildirnar. Hetta verður tó í
tøttum samstarvi við
kredittdeildina á høvuds-
skrivstovuni.
Høvudsnavnid verður í dag Føroya Banki. Mynd: Kalmar. Grafikkur Hj.
Ein deild verður í øllum
bygdum sum hava eina
deild í dag. Tó verða
deildimar niðurlagdirnar í
Nólsoy, Hvalvík, Norð-
depli og Sumba.
- Saman við spari-
køssunum finnast 100
bankadeildir í Føroyum. Í
Kolding búgva eins nógv
fólk sum í Føroytum og har
eru 15 deildir. Eg trúgvi at
vit kunnu geva viðskifta-
fólkunum eins góða tænastu
í teimum 26 deildinum.
Skattagjaldarin
skal gjalda
Jórn Astrup-Hansen var
opinskráraður á tíðinda-
fundinum mánadagin og
hóast hann er turrisligur á at
líta, so liggur kenda jútska
speisemið aftanfyri orðini.
Er tað skattagjaldarin,
sum eigur Føroya Banka?