Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. apríl 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (C5)4)) Figgingargrunnurin frá 992 eigur Føroya Banka, so í seinasta enda er tað skattagjaldarin sum eigur bankan, segði Jørn Astrup- Hansen Um bankin einaferð fer at geva yvirskot, fær so skattagjaldarin part av vinningsbýtinum? - Fíggingargrunnurin fær yvirskotið frá bankan- um. Men hetta haldi eg ikki at vit skulu tosa ov hart um enn. Stórt yvirskot verður ikki talan um í fyrstu atløgu, sigur hann. Landsstýrið hevur sett skattagjaldaran í skuld uttanlanda fyri at bjarga bankakervinum og seta nýggja Føroya Banka á stovn. Hver skal rinda hesa skuld aftur? — Tað er tíverri soleiðis, at ein stórur partur av pen- inginum sum varð læntur fyri at bjarga bankakerv- inum er taptur. Tað verður skattagjaldarin, sum kemur atrindaskuldina aftur, sigur Jørn Astrup-Hansen. Óvissa um Elektron Jóm Astrup-Hansen kom eisini á tíðindafundinum inná samstarvið við Elek- tron. Hann segði, at bankin hevði ongar ætlanir um at gevast við samstarvinum við BEC, sum gamli Føroya Banki var í. Men arbeitt varð fram ímóti at finna eina samlaða loysn á EDV spurninginum og Elektron fer at luttaka í hesum sam- starvi. — Eg rokni við eini loysn sum fer at gagna Elektonr og samstarvinum við BEC, sigur Jørn Astrup Hansen. Í einum tidindaskrivi leggur hann afturat, at eitt samstarv við BEC fer í fyrstu atløgu at hava við sær stórri fyrimunir. BEC av- greiðir fleiri peningastovn- ar enn Elektron og tí kunnu teir bjóða lægri cindar- kostnað og stórri trygg- leika. Jørn Astrup Hansen Sterkur banki Nyggi Føroya Banki er ein sterkur banki. Hann hevur útlænt 2300 milliónir krónur, men hevur næstan fýra milliardir innistand- andi. Eginpeningurin er 279 milliónir krónur. Åbyrgdir bankans, tað eru lán sum bankin veðheldur fyri, eru 731 milliónir krónur. Hesar telja sambært nýggju bankalógini ikki við í javn- aðinum. Bankin hevur 1.175 milliónir í virdisbrøv- um, oblikatiónum. Nevndin í Føroya Banka er hendan: Jóhan Páll Joen- sen formaður, Poul Mohr, Sverri Olsen, Jøgen Ulrik- sen. Starvsfólkini hava valt Niclas Joensen og Ragnar S. Olsen. Enn væntar at velja í nevndina. Tað er umboðið sum idnadarmåla- ráðharrin velur eftir tilmæli frá landsstýrinum. Teir gomlu partaeigar- arnir fáa tilboðið at nýtekna tey gomlu partabrøvini til eitt virðu uppá 100 krónur hvort. Seinasti aðalfundurin hjá gamla Føroya Banka. Mynd: Kalmar Nr. 69 — 13. APRÍL 1994 Janus Petersen, nýggjur stjóri 34 ára gamal og ovast á bankatindin i Føroyum — Tilikt tilboð fær ein bert einaferð í lívinum, sigur nýggi maðurin í leiðsluni í samanlagda bankanum Nýggjasta navnið í før- oyska bankaheiminum í dag er Janus Petersen. Einans 34 ára gamal situr hann í dag sum stjóri fyri sam- anlagda bankanum, Føroya Banka. Hann situr beint niðanfyri Jørn Astrup- Han- sen, forstjåri og er sostatt næstovasti. — Hetta er størsta av- bjóðing eg kann hugsa mær, eitt tílíkt tilboð fær ein bert einaferð í lívinum, sigur Janus Petersen. — Eg taki hetta eisini sum eitt ógvuliga stórt álit og tað er ein stór avbjóðing at lut- taka í at stabiliserað føroy- ska vinnulívið í hesum døg- um, sigur hann. — Eg starvaðist á kreditt- deildini hjá Føroya Spari- kassa, tá heitt varð á meg um at taka við stjóra- starvinum í nýggja bank- anum. Eg gjørdist sera bil- sin og kanska eitt sindur errin av áheitanini. Eg hugsaði meg um eina løtu og so tók eg av, sigur Janus | Petersen. Janus er útbúgvin bú- skaparfrødingur og hann er eisini útbúgvin løgfrøding- ur. — Eg havi arbeitt niðri í nøkur år. Eg byrjaði sum fulltrúi á Danmark State- stikk. Síðan fór eg í 1989 at arbeiða hjá BRF. Har arbeiddi eg á kredittdeildini og var eisini eitt skifti stjórnarskrivari. Eg havi eisini arbeitt á tí triðstórstu børsmeklarafyritøkuni í Danmark. Hon eitur Car- negi á Co. Har var eh leið- ari á búskapardeildini. Janus er sonur Ludvig Petersen. Hann er giftur við Margret, dóttir Sølva Mort- ensen á Sandi. tey eiga tvey børn. Paulu sum er fimm ár og Torkil sum er tvey ár. Janus hevur stóran áhuga fyri tónleiki og spælir gittar. Vit plagdu at hoyra hann fyrr gera tónleikasendingar í útvarpinum. júsinus Síða 5 -