mikudagur 13. apríl 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 69 — 13. APRÍL 1994
óannes Eidesgaard, landsst srismaður á tannheilsudegi:
Vit mugu hava
-Tíðin er komin, at vit taka sjúkrakassarnar av og seta á stovn eina almenna sjúkra-
trygging. Hetta merkir, at allir fó
stuðul til lækna- og tannlæknavið
M.a. hetta segði Jóannes Eidesgaard,
leygardagin. Hann helt tað vera eitt sindur øvugt at leg
ár, og síðani sleppa einum stórum parti upp á fjall aftaná.
Landsstýrismaðurin vísti í sínum innleggi á vandan v
royingar uttan mun til inntóku hava sama rætt til
gerð - og at skipanin verður fíggjað yvir skattin.
landsstýrismaður á tannheilsudegnum
gja alla orku í árini frá 0-16
ið, at heilsustóðið fellir,
tí fólk, sum eru C-limir í sjúkrakassunum hava ikki ráð til viðgerð, tí tey tá sjálvi
bera allan kostnaðin. Vit prenta róðu hansara
Gott fundarfólk.
Í hesum arbeiðsloysistíð-
um er tað ikki so lítið at
undrast yvir, at høvudsper-
sónarnir á hesum fundi,
tannlæknar og tannargktar-
starvsfólk, sum sítt yvir-
orðnaða mál fyri arbeiðs-
setningi hava at gera seg
sjálvan arbeiðsleys.
Men, sum viðurskiftini
eru við okkara arbeiðsloys-
isskipan ber til at siga, at
hetta mál hjá hesum starvs-
fólkum tíbetur liggur sera
langt burturi. Men út frá
einum heilsuligum sjónar-
miði eigur at verða sagt, at
hetta mál tíverri liggur enn
langt burturi, hóast vit sein-
astu 35 árini eru komin 6-
wúliga nógv nærri málin-
Vit hava fleiri GÓÐAR
BRUKTAR BILAR av
ymiskum merkjum til
solu.
SERA BÍLIGA
& LAGALIGA
Ynskja tygum at
syna/royndarkoyra
teir, kann hetta av-
talast å tlf. 18903.
v/ Atla Klein Olsen
Ránn Postboks 205
110 Tórshavn
Teld “>
Tlf. 18903 - 88903
um.
24. jan. i ár vóru trý um-
bod fyri Føroya Tann-
læknafelag å fundi vid meg
til umrødu av einum MmØgu-
ligum tannheilsudegi í ár.
Semja vard å hesum fundi
um, at vit i Føroyum skuldu
halda okkara tannheilsudag
leygardagin 9. april, sum er
idag. Somuleidis åt6ku hesi
umbod fyri Tannlæknafe-
lagid at fyrireika dagin, og
vil eg her nyta høvid at
takka tykkum fyri hetta.
11. juli 1958 kunnger tá-
sitandi løgmaður, Kristjan
Djurhuus, løgtingslég um
tannlæknaskipan. | Henda
lóg heimilar landsstýrinum
at skipa fyri, at tannlækni
verður settur í hvørjari
kommunulæknadeild.
Landsstýrið skal virka fyri
semju millum kommunu og
tannlæknan um samsýning.
Men tað týdningarmesta í
hesi lóg er uttan iva, at
heimilað verður landsstýr-
inum saman við fíggjar-
nevndini at játta upp til 50%
í stuðli til stovnan av tann-
læknastovum.
Henda lóg frá 1958 verð-
ur við aðrari løgtingslóg frå
25. oktober 1983 sett úr
gildi. Hetta tí at løgtingið
18. mai sama ár samtykkir
at seta donsku lógina um
barnatannrøkt frå 1971 í
gildi í Føroyum.
Øllkenna vit søgur og frå-
sagnir frá fyrr av, um ta
sváru neyð, fólk komu í, or-
sakað av tannapínu. Onkrar
av hesum søgum eru meira
skemtiligar, men høvuds-
parturin undirstrikar tann
ålvarsama partin.
Læknin Mannicus skriv-
ar i 1824, at føroyingar eru
vælbygdir við ljósum hári,
bláum eygum og vøkrum,
hvítum tonnum. Hann legg-
ur afturat, at teir sjáldan
hava hol í tonnunum.
60 ár seinni, t.v.s. í 1884,
sigur ein annar, at tenninar á
føroyingum ofta eru nógv
slitnar, men at slitið er hori-
sontalt. Hetta slit verður
sagt vera orsakað av at teir
ótu harðan mat, t.v.s. turran
mat.
Fyri seinna heimsbar-
daga vita vit, at onkrar
kommunur játta pening til
tess at bóta um tenninar hjá
skúlabórnum, men fyrst eft-
ir ådurnevndu løgtingslóg-
ini frá 1958 kunnu vit siga,
at gongd kemur á barna-
tannargktina, tó at byrjanin
er heldur varislig.
Við ødrum orðum ber til
at siga, at føroyingar innan
hetta økid koma uml. 50 ár
seinni í gongd enn danir.
Hetta er sjálvsagt týdning-
armikið at minnast til, tá ið
samanberingar verða gjørd-
ar.
Sum áður sagt, kemur
danska lógin frá 1971 um
barnatannargkt í gildi í
1983.
Lógargrundarlagið í dag
er sum flest gllum kunnugt
»anordning nr. 454 af 7. juli
1986 om ikrafttræden på
Færøerne af lov om børne-
tandpleje« og »bekendtgør-
else nr. 464 af 4. juli 1986
om børnetandpleje på Fær-
øerne«.
Av ókendum orsøkum
tykist tað tó soleiðis, at
landsstýrið ikki hevur ar-
beitt víðari sambørt løg-
tíngssamtyktini. Donsku
lógirnar eru settar í gildi, og
føroyska løgtingslågin er
tikin av, men so sæst ikki
nógv annað at hava verið
gjørt. Kanska er tað høpis-
leyst nú at grunda yvir, hví
so er, men ein møguleiki er
at lógin leggur initiativið
viðvíkjandi | bamatanna-
røktarskipanini til komm-
unurnar. Tí er hugsandi, at
kommunurnar ikki í nóg
stóran mun hava verið
kunnaðar um hesi viður-
skifti, og tess vegna hevur
gamla skipanin meir og
minni koyrt víðari.
Sambært grein 1 í lógini
frá 1986 skal kommunan
tryggja øllum børnum í
skúlaskyldugum aldri
kostnaðarfría fyribyrgjandi
og viðgerandi tannargkt.
Hettaerein skylda mótvegis
øllum skúlabórnum, sum
hava fastan bústað í komm-
ununi. Henda lóg tryggjar
sostatt bert børnum í aldr-
inum 7-14 ár, hóast praksis
tíbetur hevur verið ein ann-
ar.
Tannlæknafelagið hevur
fleiri ferðir vent sær til
landsstýrið við ynski um, at
okkara lógargrundarlag
verður ajourført við eitt nú
tað danska, sum í dag
tryggjar øllum børnum und-
ir 18 ár ókeypis tannarøkt.
Sidan oktober 1990 hevur
landsstýrið givið 12
kommunum undantaks-
loyvi sambært paragr. 2, stk.
1, soleiðis at kommunan
røkir skyldur sínar sambært
lógini við at samstarva við
privat praktiserandi tann-
læknar. Sáttmálarnir eru
góðkendir av landsstýrin-
um.
Tidindabladid GSK
Í hinum kommununum
eru kommunalar barnatann-
læknastovur, og er sjálvsagt
ætlanin upp á longri sikt, at
allar kommunur fáa antin
sjálvstóðuga ella felags
kommunala barnatann-
læknastovur.
Undirstrikast skal í hesum
sambandi, at landsstýrið so
seint sum í ár hevur noktað
kommunu at lagt um frá
kommunalari til privata
skipan. Persónliga meti eg
tað av týdningi, at hildið
verður fast yið hesa praksis.
Hetta var fyri tað mesta
afturlítandi, hvørji eru so
málini? Og her kemur so
smábarnatannargktin inn í
myndina. Persónliga eri eg
ikki í iva um, at sjálvandi
skulu øll børn í Føroyum
undir 16 år hava ókeypis
tannarøkt — og sjålvandi
skal hetta vera ein almenn
uppgåva, t.v.s. í hesum før-
inum kommunal.
Samanbera vit við eitt nú
aðrar partar av heilsugkin-
um, so erneyvan nakar her á
fundinum í iva um, at tað er
rætt, at vit bera barnakonu-
kanningar, smábarnakann-
ingar og ymiskar vaccina-
tiónir. Her fyri stuttum hev-
ur landsstýrið samtykt at
sýkja fíggjarneyvndina um
eykajáttan fyri at seta á
stovn eina Hib-koppseting í
Føroyum, eins og hon er í
okkara grannalondum.
Og tað er sjálvsagt rætt, at
soer.
Taka vit almannagkið, so
eru vit flest øll samd um, at
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður: -Eg
havi einki ímóti sjúkra-
kassunum sum so, men
skipanin í dag fremur
ein stættarmun, sum vit
Norðurlond ikki vilja
kennast við. Tí má
handa skipan braytast
tað er ein almenn uppgáva,
at børn frå 6 mánaðar aldri
og til skúlaaldur fáa ansing-
artilboð, og at hetta sjálv-
sagt er ein almenn uppgáva,
hóast foreldur her gjalda ein
sjålvstødugan part.
Sigast skal tó til rós fyri
okkara tannlæknar, at teir
allir brenna fyri, at lógin
skal fevna um øll børn undir
16 år. Men nógvir av hesum
eru pionerar á økinum, og
pionerar eru ofta stórri
idealistar enn annað og
triðja ættarlið.
Sjálvsagt hevur tað eisini
frá landsstýrisins síðu verið
lætt at verið positivur í hes-
um máli, tí kostnaðurin fer
ikki úr landskassanum, men
úr kommunukassanum.
11. juni 1991 sendi lands-
stýrið eitt uppskot um broyt-
ingar í lóggávuni um barna-
tannarøkt til ummælis hjá
Føroya Kommunufelag og
Tórshavnar byråd. Komm-
unufelagið boðaði frå, at teir
ikki taka undir við uppskot-
inum, og Tórshavnar býráð
tekur undir við uppskotin-
um, treytað av at tað ikki
inniber meirkostnað.
Stødutakan Kommunufe-
Framhald á síðu 16
Nú skal innstillast
Landsskúlaráðið hevur
fund fríggjadagin, og fer
tá m.a. at gera nakrar
innstillingar.
Tríggjar umsóknir eru
komnar inn til starvið
sum skúlastjóri á
Stranda skúla.
Eisini eru tríggjar um-
sóknir til starvið sum
varaskúlastjóri á Sjó-
mansskúlanum.
Landsskúlaráðið skal
somuleiðis innstilla til
starvið sum varaskúla-
stjóri á skúlanum í
Trongisvági.
randi