leygardagur 16. apríl 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { Sosialurin ] Nr. 72 — 16. APRIL 1994 Síða 11
hevur stadid fastur og
hildið eina linju kortini.
Mugu standa
meira saman
-Heldur tå flokkurin hevur
staðið ov lítið saman í
hesum valskeiðnum?
-Nú tá tað gjørdist rætti-
liga ótespiligt at arbeiða
var tað sera ørkymlandi at
síggja, at javnaðarflokk-
urin bráddliga hevði tíggju
meiningar, tí javnaðar-
flokkurin hevur altíð verið
sermerktur fyri at standa
saman, vera loyalur og
hava eina meining úteftir.
Hinvegin skilji eg eisini
væl tingmenninar. Teir
eru valdir í
lokalsamfelagum, teir
ganga hvønn dag og
hyggja veljararnar í eyg-
uni, sum síga, at tit lovadu
hétta og hatta. Tað er
greitt, at tað er ringt at ar-
beiða í dag sum løgting-
maður.
Marita klárað
seg væl
Nú hevur tú havt ein
yvirmann í Tinganesi,
eina kvinnu, hvussu hevur
samarbeiðið verið, og
hvussu hevur hon roynst
sum leiðari?
-Samarbeiðið hevur
verið sera gott. Hon hevur
havt eina sera sera torføra
uppgávu, men saman-
haldið hevur verið gott.
Vit hava altíð roynt at
stuðla henni. Hon hevur
klárað seg væl.
-Nú eru tað tey, sum
siga, at hon hevur verið
ov skjót at ganga donskum
krevum á møti?
-Tað er ikki rætt. Vit
mugu minnast til, at
skabelónin til tær avtalur,
sum hon hevur samráðst
um, hon var longu skorin
til 6. oktober 1992. Tað,
sum hon hevur gjørt, er, at
hon hevur roynt at sleppa
okkum burtur úr teimum
mest órímuligu krøvunum.
Tað er veruleikin. 12. ok-
tober endaði hon samráð-
ingarnar í fjør, og segði, at
nú uppfylla vit hesi krgv-
ini og so er slætt borð við
danir.
Men tað líkasum fang-
aðu okkara fólk ikki. Tað
royndu vit at fáa tey at
skilja, hetta at fáa slætt
borð við danir, tí so kundu
vit fara út til nýggjar
samráðingar, og tá vildi
tað verið Marita, sum
segði, at nú er tað mítt
samráðingarupplegg, sum
kemur. Hetta hevur tían-
verri ikki borið til, tí vit
hava framvegis ikki upp-
fylt okkara part av
avtaluni við danir.
Kenni meg sum
ungan í politikki
-Tað eru tey, sum siga, at
vit skulu skifta hesar
gomlu politikararnar út
og seta nýggjar og ungar
kreftir ístaðin. Metir tú
teg hoyra til teir gomlu
politikararnar?
-Eg veit ikki. Eg sat
sum løgtingsmadur frå
1984 til 88, men eg trúgvi
ikki, at tú bara kanst skifta
allar politikararnar út fyri
aldur. Aldur kann vera so
nógv. Tað kann vera
fysiskur aldur. Men
sjálvan kenni eg meg ikki
gamlan í heysinum. Eg
meti meg at vera sera væl
fyri. Tað vandamiklasta í
samfelagnum eru oldingar
millum 20 og 30 ár, her
hugsi eg um tankaverðina.
-Tað er eingin loyna, at tú
sum javnaðarmaður hevur
vist fakfeløgunum stóran
åhuga og ålit. Hvussu
kennir tú tað nú at skula
verða útróptur sum stérsti
fíggindin hjá somu
fakfeløgum?
-Nú skal eg bert gera
viðmerkingar til tann fak-
felagsleiðaran, sum eg
havi mest við at gera, og
tað er formannin í Fiski-
mannafelagnum. Eg havi
sagt tað áður og vil fegin
endurtaka tað her: javn-
aðarflokkurin verjir best
limirnir í verkamannafel-
øgunum. Bakka vit á
nøkrum økjum, sum
vidvikja teimum, so gera
vit tað minst møguligt, og
vit gera tað bara tí vit eru
tvungin til tað. Aðrir
flokkar bakka glaðbeintir
og nógv. Her er munurin.
Viðvíkjandi Óla Jacob-
sen kann eg bert siga, at
hann sum formaður í
Fiskimannafelagnum
dekkar ikki nóg væl
áhugamálini hjá sínum
limum. Hyggur tú eftir
arbeiðsloysistíðunum í
dag og samanber tær við
tær í 50-unum, so høvdu
fiskimenn tá ein formann,
sum at Erlend Paturson. Í
tí tíðarskeiðnum vóru
2400 føroyingar úti í
heiminum og arbeiddu.
Og tá var tað í stóran mun
Fiskimannafelagið, sum
skaffaði teimum sáttmálar.
Hvat ger Óli Jacobsen!
Hann ger einki. Jú hann
skrivar brøv til Per og
Poul. Gongur runt og
spælir amatørjuristur í
skipanini. Alt gott um tað
hevði hann tíð til tess. Tað
skal tó ikki vera
høvudsuppgåvan. Hann
svíkir sínar limir við ikki
at gera nokk fyri at geva
teimum tjans aðrastaðni.
Eg kann bert samanbera
hesar báðar formenninar
og siga, at tað er munur á
monnum.
-Tú verður við á
landssteynuni hjá javnað-
arflokkinum leygardagin.
Hvenn boðskap fer tú at
bera fram har?
-Vit mugu minnast aftur
á, hvat var okkara størsta
styrki, nevniliga at standa
samdir út eftir. Hetta haldi
eg vit mugu leggja stóran
dent á á landsstevnuni.
jan
Vilhelm Johannesen:
Eg bakki ikki út
- Tá Norðoya Javnaðarfelag heitti á meg um at stilla upp aftur,
játtaði eg, og so má tað vera upp til veljaran at avgera, um hann vil
hava meg at tala sína søk, sigur Vilhelm Johannesen, fíggjar-
neundarformaður og floksformaður á tingi
Javnaðartingmaðurin Vil-
helm Johannesen er ein
maður, sum altíð hevur
nógv um at vera. Hesar
seinastu mánaðirnar hevur
borið av, tí hann er bæði
formaður í legtingsins
figgjamevnd og floksfor-
maður á tingi, og tað eru
tvær tidarkrevjandi upp-
gávur at røkja.
Fíggjarnevndin hevur
mest at gera um heystið, tá
fíggjarlóg skal gerast, og so
fyrst á árinum, tá tað kemur
til eykafíggjarlógina. Teir
mánaðirnar eru ofta fundir
dag um dag í figgjamevnd-
ini.
- Tað politiska arbeiðið er
altíð tidarkrevjandi, ikki
minst hjå okkum i sam-
gonguni, og serliga sum
vidurskiftini og umstødur-
nar eru og hava verið hesi
seinastu try -fyra árini, sigur
Vilhelm Johannesen.
Hann tók við sum virk-
andi formaður í fíggjar-
nevndini, tá undanmaður
hansara í figgjarnevndini,
Jørgen Thomsen, bleiv
sjúkur um heystið 1992, og
tå Jørgen Thomsen í februar
årid eftir endaliga segdi seg
frå, gjørdi Javnadarflokk-
urin av, at Vilhelm Johan-
nesen skuldi vera fastur for-
maður í figgjarnevndini.
Nógv avgreiðslumál
Øll fíggjarmál í tinginum
fara í figgjarnevndina eftir
fyrstu viðgerð, og síðan
skal nevndin viðgera málið
og skriva álit. Haraftat
koma øll sonevndu av-
greiðslumálini. Tað eru
mál, sum landsstýrið sam-
bært lóg ella reglugerð sam-
tykkir treytað av góðkenn-
fíggjarneyndini
ing frá figgjarnevndini. Av-
greidslumålini fara vid
nógvari tíð, sigur Vilhelm
Johannesen.
- Øll løgtingsmålini eru
strævin at avgreida, tf tad er
alla tidina eitt tryst at fåa
málini aftur i tingið, sigur
Vilhelm Johannesen.
Hann nevnir sum dømi, tá
millard-lánið var fyri í mai
mánað í fjør. Málið fekk
fyrstu viðgerð í tinginum
friggjadag, og ynski var um
at fáa tað aftur í tingid
mánadag. Allan leygardag-
in arbeiddi fíggjarnevndin,
um kveldið noyddist Vil-
helm Johannesen til Klaks-
víkar, men fór suður aftur
sunnudagin fyri at skriva
álit saman við skrivaranum,
soleiðis at málið kundi ber-
ast niðan í tingið mána-
morgun.
Strævnari við
lítið av pengum
- Er arbeiðið í fíggjar-
neyndini ikki blivið strævn-
ari av, at so lítið av pengum
er at arbeiða við?
Myndir: Kalmar
Vilhelm Johannesen letur
væl at arbeiðslagnum í
—