leygardagur 16. apríl 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr. 72 — 16. APRIL 1994
havt hug at kasta frá sær
- Jú, tað er. Tað er eisini
neyðugt at fylgja við, hvat
vit samtykkja og saman-
halda við tølini á fíggjarlóg-
ini fyri at vita, um peningur
er tøkur. Tað er so nógv
lættari at siga ja enn at síga
nei, sum vit nú oftari noyð-
ast. Vit hava hesi seinastu
árini gjørt ov nógv við at
siga ja, tá tíðirnar vóru góð-
ar, og nóg mikið av peningi
var til. Tá gjørdu vit okkum
ikki so stóran ómak við at
kanna málini, soleiðis sum
vit nú noyðast at gera, sigur
Vilhelm Johannesen.
Hann letur væl at arbeiðs-
lagnum í fíggjarnevndini.
Nevndarlimirnir eru ikki
altíð samdir, men nógv
dómi eru um, at neyndin
hevur verið samd, og ofta
hava partar av andstøduni
tikið undir við samgongu-
umboðunum.
Aftur til skipanina, at
landsstýrið samtykkir mál
treytað av góðkenning frá
figgjamevndini. Um upp-
skotið til nýggja stýrisskip-
anarlóg verður samtykt,
fellur tann mannagongdin
burtur. Tá fullkomiligur
skilnaður vera millum lóg-
gevandi og umsitingarligt
Politiska arbeiðið er altíð áhugavert, heldur Vilhelm
Johannesen, sum tó viðgongur, at onkuntíð hevur hann
vald, og figgjarnevndin skal
ikki hava slikt umsiting-
arligt vald.
Vilhelm Johannesen veit
ikki rættiliga, hvat hann
skal halda um tað.
Eftirlit við
landsstýrinum
- Sum øll vita, hava vit havt
løgting nógv longur, enn vit
hava havt landsstýri, og teir
gomlu politikararnir hildu,
tá landsstýrið kom aftaná
heimastýrislógina, at lands-
stýrið ikki skuldi hava ov
nógv vald. Løgtingid skuldi
halda í oyruni á teimum í
landsstýrinum, og tað er
vist tí, vit hava hetta, at
figgjarnevndin, fiskivinnu-
nevndin og marknaðar-
nevndin hava umsitingar-
ligt vald, sigur Vilhelm Jo-
hannesen.
Sjálvt um politiska ar-
beiðið mangan er strævið,
heldur Vilhelm tað bæði
vera spennandi og áhuga-
vert.
- Men eg má viðganga, at
serliga teir seinastu mánað-
imar hevur verið serliga
tungt, og tað eru dagar og
løtur, tá eg havi ynskt, at eg
ikki var við longur. Men vit
Reingerðarfólk
Sekt verður eftir
reingerðarfólki til
Søludeildina hjá Tjaldurs Apoteki í
Runavík at byrja 1. maí 1994.
Arbeiðstíðin er uml. 8 tímar um vikuna
millum kl. 8.00—10.00 á morgni, hvønn
dag.
Løn sambært lønarsåttmåla vid Ar-
beidarafelagid Hæddina.
Skrivlig umsókn við møguligum við-
mælum skal vera Apotekinum í hendi
áðrenn 25. apríl 1994.
TJALDURS
APOTEKIÐ
Postboks 3010 -110 Tórshavn
eru nú einaferð í tí og mugu
royna at gera arbeiðið, so
væl sum vit kunnu.
Má vera kreppa
- Tað sigur seg sjálvt, at
arbeiðið má vera tungt
Samfelag okkara er so
bundið at fiskivinnuni, av tí
at meginparturin av okkara
útflutningi stavar frá fiski-
vinnuni. Veidinøgdin er
minkað 40%, prísirnir eru
lækkaðir 30%, og brutto-
tjóðarúrtgkan er minkað
30%. Eitt slíkt samfelag má
vera í kreppu, hvgr enn
stýrir. Vit kunnu sjálvandi
harta politikararnar fyri, at
teir góvu ov nógv fiskiloyvi,
men tað er kortini ikki øll
forkláringin, sigur Vilhelm
Johannesen.
Farloyvi frá
postverkinum
Í heyst fór Vilhelm Johan-
nesen í farloyvi úr starvi sín-
um sum útbúgvingarleiðari
á postverkinum. Tað gjørdi
hann, tí hann ásannaði, at
hann ikki megnaði at røkja
tað arbeiði, samstundi sum
hann var figgjarnevndarfor-
madur og floksformadur å
tingi.
Eg siggi tad ni, at eg fåi
ikki nakran dag at røkka,
sigur Vilhelm Johannesen.
Hann heldur seg kunna
røkja bædi arbeidid i figgj-
arnevndin og arbeiðið sum
floksformaður á tingi, sjålvt
um hetta seinna eisini fer
við nógvari tíð.
- Flokkur okkara eru so
stórur, og ofta er neyðugt at
samansjóða fleiri sjónar-
mið. Vit hava í minsta lagi
ein fund um vikuna, hós-
dagsfundin, har løgtings-
manningin og landsstýris-
manningin koma saman at
tosa um øll møgulig við-
urskifti. Ofta eru fundirnir
fleiri, alt eftur politisku
støduni. Tá politiskar
kreppur eru, er vidhvørt
neyðugt at hava fleiri fundir
um dagin, sígur Vilhelm
Johannesen.
Nógv av tíð hansara fer til
ferðing, tí hann býr í Klaks-
vík, og tann tíðin er øll
burturspilt, tí sum ferða-
sambandið er, koyrir hann
tað mesta av vegnum aftur
og fram. Betri var fyrr, tá
Pride sigldi, tí tað bar til at
lesa okkurt ella at skriva,
teir báðar tímarnar á ferðini.
Tað sama tey árini, tá Teist-
in sigldi millum Klaksvík
og Havnina.
Veljarin ræður
- Stillar tú uppaftur?
- Ja, Norðoya Javnaðar-
felag hevur heitt á meg um
at stilla uppaftur, og eg havi
játtað. Tað gjørdi eg, ti eg
haldi tað ikki vera rætt at
bakka út, tá tíðirnar eru so
truplar sum nú. So má tað
verða upp til veljararnar at
avgera, um teir vilja hava
meg at umboða seg og tala
teirra søk, sigur Vilhelm Jo-
hannesen.
randi
Tíðindablaðið (571)
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður :
Tú bjargar ikki
samfelagnum
eftir fýra árum
- Men um tú kanst gera títt til
at vælferðin ikki syndrast, so
er tað eisini eitt úrslit, sum tú
kanst liva við, sigur Jóannes
Eidesgaard, landsstýrismaður
Tá nýggja landsstýrið í jan-
uar 1991 kom til, var longu
greitt, at ráðini ikki fóru at
verða tey stóru framstigini á
almannagkinum. Tað vóru
tíðirnar ikki til, men at tað
skuldi standa við og versna,
hevði Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður í al-
manna- og arbeiðsmarkn-
aðarmálum, eins líka lítið
og nakar annar, ímyndað
sær.
Jóannes Eidesgaard fekk
nøkur av teimum tyngstu og
kostnadarmiklastu målsøk-
junum at umsita.
Bert almannaverkið
stendur á fíggjarlógini við
1,2 milliardum krónum, ið
er 45% av samlaðu upp-
hæddini.
- Tað ger ikki uppgávuna
lættari, at inntøkugrundar-
lagið bert minkar - heldur
enn veksur - og at tað gong-
ur út yvir borgararnar, sigur
Jóannes Eidesgaard.
- Tí er tað eisini tryggj-
andi, at júst Javnaðarflokk-
urin umsitir hetta gki.
Høvdu teir borgarligu flok-
karnar umsitið almannamál
í hesum valskeiðnum, ivist
eg onga løtu í, at almanna-
verkið hevði verið syndrað,
sigur Jóannes Eidesgaard.
- Eg havi lagt dent á at
varðveita almennaverkid,
sum er undirvísingar - heil-
su- og almannagkið. Tað er
kanska vert at vísa á í sam-
bandi við stevnuna hjá
Javnaðarflokkinum, = um
limirnir kanska hava hug at
finnast at okkara úrslitum í
Rimiligt at fólk
eru atfinningarsom
- Hvussu kennist tað at
standa við hesi ábyrgd í so
truplum tíðum, og nú so
nógvar atfinningar eru
móti landsins stýri?
- Tað er bert rímiligt at
fólk geva seg til kennis. Tey
hava onga aðra staðni at
fara við sínum atfinningum.
Tað er ein partur av starvi-
num hjá landsstýrisfólkum,
og vit mugu tola nosini sig-
ur Jóannes Eidesgaard.
- Er arbeiðsbyrðan ikki
tyngjandi, nú umstødurnar
hjá fólki eru so út av lagi
vánaligar?
- Arbeiðsbyrðan er stór
Hetta er ikki eitt áttatímar-
starv, men heldur eitt, har tú
arbeiðir allan sólarringin,
men tað nervar ikki meg,
um bert okkurt munagott
kemur burturúr.
- Hóast tað ikki hoyrist so
nógv um tey mál, sum
ganga væl, so eru framstig
gjørd, ið tryggja tey veiku í
samfelagnum.
- Afturgongdin merkist
allastaðni í samfelagnum,
men almannalóggávan er
ikki broytt ella skerd. Lóg-
argrundarlagið er tað sama
sum áður, hóast fólk hava
minni at liva fyri. Tað hava
øll, eisini tey, sum hava
arbeiði.
- Hvat siga veljarar tínir
um arbeiðið hjá tær hesi
árini?
- Tað veit eg ikki, tí eg
havi tíverri ikki havt stundir
at tosa við mínar veljarar.
Tað er harmiligt, men um-
stødurnar hava ikki verið til
tað, sigur landsstýrismaður
og skoytir uppí: Veljarnir
fáa ein møguleika at meta
um tað, tá hetta valskeiðið
er av.
Áheitanir frá fólki
Hevur Jóannes Eidesgaard
ikki havt stundir til sínar
veljarar, so merkir tað ikki,
at arbeiðsbyrðan forðar
honum í at vita, hvussu van-
lig fólk hava tað í dag.
Landsstýrismaður fær ótelj-
andi áheitanir hvgnn dag,
frá jústteimum fólkum, sum
ikki vita sær síni li vandi ráð.
- Hvussu er tað sum per-
sónur at standa fyri skotum
alment og at skula svara
neydstøddum fólki?
- Tað er umráðandi í slík-
um starvi, at tú við teg sjálv-
an kann siga, at tú gert tað
%
=
Hús til leigu
við góðum útsýni, fýra komrum á loft-
inum, køki, stovum, skrivstovu og baði-
rúmi á miðhæddini. Prísur 3.200 kr.
Tlf. 13871
Honda Civic
4 '/: ára gamal, aut. gear, koyrt 70.000
km og í besta standi — til sølu.
Tlf. 22182