Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sum er rættast at gera í ein- um og hverjum máli, og at tú ikki missir sjálvsvirðing- ina. Arbeiðsúrslit - Er tað ikki torført at varðveita sjálvsvirðingina, tá tú áhaldandi fært ákoyr- ingar alment frá teimum, sum tú skalt samstarva við, eitt nú frá stýrinum fyri ALS? - Eg kenni meg ikki illa viðfarnan av teimum, sum eg havi samskifti við, og eg havi einki at seta niður á tíðindafólk og onnur, sum geva seg til kennis í fjøl- miðlunum. Áhugin fyri hesum starvi, hevur ongantíð verið stórri enn júst nú. Tú fert til arbeiðis hvønn dag við tí setningi, at tú skal fáa gjørt okkurt gagnligt, og við- hvort eydnast tað. Aðrar minka ikki við tíðini, heldur hinvegin. - Hevur tú nakrantíð iðr- að teg um, at tú tók av til- boðinum at gerast lands- stýrismaður? - Nei, tað havi eg ikki. Eg fór út í Tinganes fyri at gera mítt besta, og tað haldi eg eisini, at eg havi gjørt. - Tað er hent nógv á mín- skipanina, sum eg meti sum eitt stórt framstig. - Almannaverkið hevur verið fyri umfevnandi um- leggingum, orsakað av at grannskoðanin kom við ál- varsligum atfinningum móti umsitingini og vantan- di lóggávuni. Vit hava nú gjørt umfevnandi åbøtur, fyri at fåa vidurskiftini inn- an almannaverkid f rættlag. Hetta hevur verið eitt satt uppruddingararbeiði, sum gongur aftur til 1975. Bygn- aðurin í almannaverkinum er eisini broyttur, við tí endamáli at veita fólki betri tænastu. Stovnar eru lagður undir almannastovuna, og deildir eru útbygdar í Suð- uroy, Eysturoy og Norð- oyggjum. RYRLÓÐINÐ gr til politikarar - Størsta framstigid er, at vit í dag leggja uppskot til rammulóg fyri almanna- verkið niðan í tingið, sum heimilar løgtinginum at geralógirnar fyri hetta økid, tin fyri at danir skulu gera tað fyri okkum. - Hetta er ein stór avbjóð- ing, sum setir krøv til polit- ikaramir. Almannaverkid kemur nú undir blokstuðul- in, og tí er tað umráðandi, at vit sjálvir hava ábyrgdina, sigur Jóannes Eidesgaard. - Eingin landsstýrismað- ur á almannagkinum hevur havt somu virkismøguleik- ar sum tå. Hvørjar fyri- myndir hevur tú? - Eg havi havt gott sam- starv við javnaðarflokkar- nar í hinum Norðurlondum, og havi kunnað meg um, hvat hendir á mínum øki í hinum løndunum, hóast tey eru fíggjarliga betur fyri enn vit. Tað kann kortini geva tær hugskot um, hvat vit kunnu gera um í Føroyum. - Tad, at vit ikki hava figgjarumstødur at gera so nógv, ger kortini, at tú skal arbeiða so mikið meir. Tað er strævið, eitt nú at skula leggja so nógva orku í at sannføra tinar somgongu- partar, tå broytingar skulu fremjast. - Umstødurnar broytast alla tidina hjå okkum, og munurin frå 1991 til i dag er stórur. - Hinvegin, so er menn- iskjad soleiðis háttað, at tú gevur teg undir umstød- urnar, soleiðis sum tær nú einaferð gevast. Virkisskráin sum mál - Eg setti mær sum mát, at eg skuldi arbeiða út frá virkisskrá okkara, og tað var at bjarga vælferðarsam- felagnum. Tað hevur gingið rímiliga væl, haldi eg. Vit kundu verið komin í ta stóðu, at tað, sum áður var sjålvsøgd rættindi, kundi verið farið fyri skeyti. - Hetta er ein torfør tíð at vera politikari í, men tað er eins torføt hjá øllum føroy- ingum, sigur Jóannes Eid- esgaard. - Hvat heldur tå um at tingformaðurin av sínum eintingum hevur tikið pen- sionistarnar undir sínar veingir? - Eg haldi, at tað bert er tekin um, at menn eru bang- nir fyri ikki at verða aftur- valdir. - Tingformaðurin ger sær dælt við góðtrúnum fólk- um, og at hetta er ein liður í hansara valstríði. Tað er 6- sakligt av Lasse Klein, sum hevur verið politikari í nógv ár, og landsstýrismaður eitt skifti. Hann veit, at slíkar upplýsingar kunnu fáast frá umsitngini. - Eru tølini hjá umsiting- ini ikki eftirfarandi, sum tingformaðurin vil vera við? - Umsitingin er ikki líta- leys, men júst hesar upp- lýsingar kann hann fáa ná- greiniliga frá Toll og Skatt- stovuni. Ikki er neyðugt hjá ommum og abbum at skriva til Lassa Klein um tað. Tolin - men treiskur - Nógv og trupul mál hava verið á tínum målsøkjum frá byrjanini. Stríðið mill- um landsstýrið og ALS hevur helst verið eitt hitt drúgvasta. Ert tú tolin av lyndi? - Eg eri tolin, men tá sam- anum kemur - eisini treisk- ur. Tað hevur kanska ikki hjálpt mær í hesum máli. Um so er, so hevur tað gingið skeiva vegin. - Orsøkin er, at stígur kom í samstarvið millum stýrið og landsstýrið. Taðer helst ein leivd frá fortíðini, tá gll trupul mál vóru blakað í Tinganes, tá ongin tordi at taka stóðu, og landskassin átók sær fíggjarligu ábyrg- dina. Slíkt gongur tíbetur ikki longur. - Hevdi tú átikið tær Nr. 72 — 16. APRIL 1994 Sida 13 Tíðindablaðið GNU almannamál, um tú fór út aftur í Tinganes eftir valið? - Tað er áhugavert at hava almannamál og arbeiðs- marknaðarmál um hendi, so tað kundi eg saktans hugsað mær. Enn eru tó nógv mál, sum eg kundi hugsað mær at loyst, men sum tíðin ikki loyvir mær at greiða úr hondum. Eftirmaðurin fær nógv at gera = Tú bjargar ikki heiminum eftir fýra árum, so tann landsstýrismaður sum kem- ur í henda sessin, fær nógv at gera. - Hvørji ráð vil tú geva tínum eftirmanni í hesum sessi? Ur Orðafari: Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður: - Eg setti mær sum mál, at eg skuldi arbeiða út frá virkisskrá okkara, og tað var at bjarga vælferðarsamfelagnum. Tað hevur gingið rímiliga væl, haldi eg. Vit kundu verið komin í ta stóðu, at í tað, sum áður var sjålvsøgd rættindi, kundi verið farið fyri skeyti - Tá eg fór í landsstýrið, tosaði eg við landspolitik- arar fyri at kunna meg um ymiskt í samband við starv- ið. - Míni ráð til eftirkomaran skulu verða, at hann roynir at skapa sína egnu arbeiðs- gongd, ístaðin fyri at kopi- era mína. - So vil eg heldur geva góð ráð, tá móttakarin hevur tørv á ti, sigur Jóannes Eid- esgaard. 0rð:D Mynd: Klamar >BURDI< Tey eru enn ikki so fá, ið halda tað bera til at siga — og kanska eisini skriva —, at hetta ella hitt »burdi« verið so, ella hann ella hon »burdi« gjørt so. Hvussu eitur tað í nútíð? »Bør«, ella hvussu? Hetta átti ikki at verið neyðugt, tá ið vit longu hava hitt góða føroyska orðið eiga, í tátíð átti í máli okkara. Málningur eftir kenda LANT — til sølu. listamálaran FRANTS Tlf. 11198