Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Sornfellið var Nr. 72 — 16. APRÍL 1994 herknasti bitin Samvitska og álit eru grundleggjandi fyritreytir, um áralag skal vera í politiska arbeiðnum, heldur Jákup Lindenskov, sum vit hava tosað við. Serliga um fyrra partin av hansara drúgva politiska lívi. Hann minnist m.a., at longu í 1962 var møguligt samgongusamstarv vi ð innanhysis í javnadarflokkinum tosað um ð fólkaflokkin og at Øregaard hevði í boði at gerast løgmadur, tá Petur Mohr Dam var deyður. Hann tók ikki av, og tí gjørdist Villi Sørensen og Jákup Lindenskov landsstyrismenn Tå landsfundurin hjå javn- aðarflokkinum verður hild- in í dag, er tað síðstu ferð, at Jákup Lindenskov er við sum løgt.ingsmadur. Sum vit ådur hava nevnt, so hev- ur hann boðað valfelagnum i Suðurstreymi frå, at hann stillar ikki upp til valid, sum í seinasta lagið verður 17. november. Jákup Lindenskov er tann í tinginum, sum hevur verið har drúgvast áramál. Longu í 1958 varð hann valdur fyrstu ferð. Onkuntíð hevur hann verið úr tinginum, men taðer sjálvsagt, at nógv er at minnast aftur á í hesi 36 árini, bæði tá tað ræður um málsviðgerðir og um persónar, sum hava verið á politiska pallinum hesi mongu árini. Tá vit hitta fráfarandi tingmannin í floksrúminum hjá javnaðarflokkinum á gamla apotekinum, verður mest tosað um fyrra partin av politiska tíðarskeiðnum. Sjeytiårini og fram eftir er so nýtt, at tað kann bíða til eina aðra ferð, heldur Jákup, sum fyrst leitar aftur til foreldrini: — Pápi, Edvard Linden- skov, var føddur og vaks upp i Rættarå. Try åra gam- al gjørdist hann m6dirloys- ingur. Hann var, sum flestu aðrir føroyskir dreingir, sluppfiskimaður, fór upp á skúla og var bestimaður hjá Jens Petur Egholm, ella Dess, sum var navnið, hann gekk undir í Havnini. Men longu í 1930 fór hann í land, og síðani ar- beiddi hann á mjólkavirki- num ella meiarínum, sum vit søgdu tá. Hann giftist í 1924 við Biritu, sum var úr Leynum. At pápi tíðliga fór í land, mundi hava nakað við tað at gera, at konan gjørdist sjúk. Hon lá á sana- torinum, men tað var bara stutta tíð, tí teir staðfestu, at tað var ikki talan um tu- berklar, men um blind- tarmsbruna. Tað var ikki so legið, at teir vóru bangnir fyri tu- berklunum, tí herviliga sjúkan hevði gjørt enda á bæði mammuni og tveim- um systrum. Retur í fråhaldsrørsluni — Påpi var madur av fåum ordum. Hann var sam- felagsåhugadur, var vid tå Havnar — Arbeidsmanna- felag varð stovnað í 1916, og hann hevði sínar hug- sjónir. Attað tjóðskaparliga hevði týdning fyri hann, sæst á brøvum, hann hevur skrivað í tjúgunum. Fyrst skrivar hann á donskum, men so skiftir hann til móð- irmálið. Hann kom í losjuna í 1927, greiðir Jákup Lind- enskov frå. Hóast pápi ikki segði so nógv um tað, so var ongan- tíð ivi um, at hann var javn- aðarmaður. Flokkurin var ikki serliga sterkur í høv- uðsstaðnum tá, men eg hugsi, at tað mundu vera lívsroyndirnar á ymiskum økjum, sum høvdu borið við sær, at hann í javnaðar- flokkinum fann sítt polit- iska tilhaldsstað. Unglingaár í Keypmannahavn Tá vit dyrgja eftir, hvussu tað bar til, at Jákup Linden- skov longu í 1958 varð upp- stilladur til løgtingsvalid, heldur hann tað vera neyð- ugt fyrst at greiða frá, hvussu fimtiårini lagaðu seg. Tidirnar vóru torførar í Føroyum, men hesi árini var Jákup Lindenskov á handilsskúla í Keypmanna- havn, har hann eitt skifti eis- ini arbeiddi hjá tryggingar- felagnum Scandinavia. — Fráhaldsarbeiðið hevði longu tá mín stóra áhuga, og eg luttók saman við ødrum føroyingum í donskum losjuarbeiði. Vit vóru fleiri føroyingar við hesum áhugamálinum, og vit stovnaðu eina føroyska ungmannadeild. Harafturat kom eg nógv í Kristiligt Ungmannafelag, sum helt til í KFUM í Rosenborg- gade. Har var Emil Joensen, prestur, drívkraftin, og tað kendist mergjandi at vera við har. Eg kann ikki siga, at eg nýtti nógva tíð til tað polit- iska. Tað var løgtingsval í 1954, og í tí sambandinum Tíðindablaðið (SHU: vóru politiskir fundir hildnir í Føroyingafelagnum. Eg minnist at Dánial Pauli Danielsen á Velbastað um- bodadi fólkaflokkin, Petur Reinert tjóðveldisflokkin og Fridtjof í Skúgvi, sum vit kallaðu hann, javnaðar- flokkin. Fridtjof hevur nú í mong ár arbeitt sum grann- skoðari í Danmark. . Javnaðarflokkurin stóð einki serliga sterkur í Føroy- um tá, men eg minnist, at tá vit høvdu royndarval í Før- oyingafelagnum stóð hann seg væl betur. Fráhaldið og javnaðarflokkurin Javnaðarflokkurin spratt úr arbeidararørsluni, og har varð ikki mett, at avhaldið var serliga stórt Er tað tí ikki lítið nátúrligt at knýta hesi bæði tingini saman? — Hatta er ein ógvuliga áhugaverdur | spurningur. Tað er púra rætt, at drykkju- skapurin var stórur í nógv- um arbeidaraumhvørvum. Tá skilið er soleiðis er tørv- urin á fráhaldsarbeiðnum størstur, og tað var í stóran mun í slíkum høpi, at frå- haldsrørslan spratt fram í Danmark. Talan var um mannalagn- ur, sum vórðu broyttar. So- leiðis var tað eisini í Føroy- um. Broytingin var stór hjá monnunum og familjunum. Eg kann íkki lata vera við at hugsa um eftirkomararnar hjá slíkum monnum. Tað er stórur munur á, har fráhald- ið gekk aftur í familjunum, og so har drykkjuskapurin kom inn aftur. At lítið tam- arhald var á tí, og skaðin tí- skil gjørdist stórur, hava vit mong syrgilig dómi um. At samband hevur verið millum javnaðarflokkin og fråhaldsrørsluna hevur eis- ini verið kent i Føroyum. T.d. kann eg nevna Eiðis Pól Johannes, sum var frammarlaga í arbeiðs- mannafelagnum. Hann var ein av stovnarunum av Losjuni. Og so skulu vit sjálvsagt ikki gloyma Petur Mohr Dam, sum var frá- haldsmaður um ein háls. Flokkurin veikur í hevuðsstaðnum Tá vit so venda aftur til, hvussu tað bar til, at Jákup Lindenskov í 1958 sum 25 ára gamal varð valdur í løg- tingið, byrjar hann við, tá hann í 1955 kom aftur til Føroyar. — Tað var rættiliga skjótt, at eg kom í samband við Sosialin. Mesta blaðarbeið- ið tá var framíhjá verk, sum nógv stríð og eingin løn kom burturúr. Villi Søren- sen var blaðstjóri. Hann búði í Klaksvík, og sam- ferðslan var vánalig, bæði ferðamgguleikarnir og tele- fonsambandið. Tí var tørv- ur á tí hjálp, sum kundi fáast í Havnini, og har hjálpti eg so til. Tá løgtingsvalid í 1958 nærkaðist, varð stórt arbeiði lagt í fyri at fáa mann vald- an í Suðurstreymoyar val- dómi. Mótsatt nógva aðra staðni hevði tað í Føroyum ikki gingið nakað serligt í hevuðsstaðnum hjá javnað- arflokkinum. Tvær tær fyrstu ferðirnar, flokkurin fekk umboð í tingid, var Morentsius Við- stein eykavaldur í Suður- streymi. Trónd Hansen, urtagarðs- maður, var umdømisvaldur í 1936. Hann doyði í 1939, og J.P. Henriksen kom inn í staðin. Hann fall í 1940, men kom inn sum eyka- valdur í 1943. Valini í 1945 og 1946 kom hann ikki inn, í 1950 var hann eykavaldur, men í 1954 fall hann aftur. Vunnu up á penslónirnar — Eg fekk áheitan um at koma á listan, men var ikki serliga hugadur. Eg hevði ikki ætlanir um at gerast politikari, og Palli Henrik- sen hevði verið sjálvsagdur oddamaður á listanum í mong ár. Á uppstillingarfundinum var nógv fólk, og tað var týðuligt, at tað vóru tey, sum vildu hava meg á fyrsta plássið. Tá vóru reglarnir soleiðis, at tann, sum stóð ovast, fekk listaatkvødur- nar og tiskil hevdi besta møguleikan at verða valdur. Eg kom á fyrsta plássið, og vit høvdu eitt gott val. Flokkurin tvífaldaðist, Palli og eg fingu umleið 150 at- kveður í part, listin fekk umleið tað sama, og eg varð valdur. Hvat minnist tú frá val- stríðnum? --Javnaðarflokkurin legði stóra orku í pensiónsspurn- ingin, og tað vunnu vit valið uppá. Eg minnist, at fyrsti valfundurin var í skúlanum í Kaldbak. Eg umboðaði javnaðarflokkin og dystað- ist við so kendar og royndar menn sum Trúgva Samuel- sen, Knút Wang, Hanus við Høgadalså og Kjartan Mohr. Petur Mohr Dam var við á fundinum. Eg haldi, at hann mundi kenna ábyrgd fyri at stuðla unga og & roynda valevnið hjá hansara flokki. Hví heldur tú, at teir vildu hava teg á listan? — Tað vóru m.a. kreftir innan arbeiðsmannafelag- ið, sum ynsktu tað. Eg rokni bara við, at teir hava mett tað verða sunt við ungum valevni, og so hava teir kanska roknað við, at eg fór at fáa atkvødur úr Losjuni, har stórt virksemi var. Eg fekk atkvødur haðani, men tað hevur neyvan verið í =