leygardagur 16. apríl 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
tann mun, sum onnur
kanska hava roknað við.
Fráhaldsarbeiðið hevur
ongantíð verið politiskt,
men har vóru fleiri politisk-
ir litir umboðaðir, t.d. vóru
bæði Petur F. og Petur C.
har. Teir hava verið umboð
fyri sambands- og fólka-
flokkin bæði í býráðnum og
løgtinginum, og partur av
teirra atkvøbugrundarlagi
mundi eisini vera innan frá-
haldsarbeiðið.
Skrivari
Tú vart blaðungur
tingmaður í mun til nógvar
av hinum, sum høvdu sitið
rættiliga leingi, hvussu var
móttekan?
— Tað er rætt, at har vóru
nógvir royndir menn. Í okk-
ara flokki vóru vit fýra
nýggir: Poul Jacob Olsen í
Klaksvík, Haldur Hansen í
Vágum, Dion Nolsøe i
Vági, sum var 60 ár, og so
eg, sum var væl yngstur.
Hinir vóru eitt búgvið
kompaní. Danbjørg og Jóan
Petur Davidsen vóru hug-
sjónarmenn og Øregaard og
Petur Mohr Dam vóru tað
ikki minni. Teir tóku væl í
móti mær og valdu meg til
skrivara í flokkinum. Okk-
ara flokkur var størstur og
átti tingformannin og fyrsta
skrivara. Øregaard bleiv
løgtingsformadur og eg
skrivari.
Bæði — skrivarastørvini
vóru ålitisstørv, men eg iv-
ist ikki í, at teir valdu meg, tí
eg var skrivstovumaður og
dugdi at handfara skrivi-
maskinuna og tí eg altíð var
í Havnini. Tað mundi koma
væl við hjá teimum.
Ofta verður sagt, at Øre-
Tingmanning javnaðarfloksins 1962-66. Aftast fv. Dion Nolsøe, Haldor Hansen og Jákup Lindenskov. Fremst fv.
Poul Jacob Olsen, Jóan Petur Davidsen, Petur Mohr Dam og J.H. Dambjørg. Øregaard væntar á myndini
Nr. 72 — 16. APRIL 1994 Síða 15
Løgtingid 1958-62. Sitandi fv. Hans Iversen, Kvívík, Dion Nolsøe, Vágur, Vilhelm Nielsen, Sandavágur, Kjartan Mohr, Tórshavn, Johan Simonsen,
Klaksvík, Leon Joensen, Sørvågur og Niels W. Poulsen, landsstyrismadur, Skopun. Fremst fv. Johan Petur Davidsen, Sandur, Hilmar Petersen,
Fuglafjørdur, Erlendur Paturson, Kirkjubø og Johan Poulsen, Strendur. Í miðjuni fv. Hemming Jespersen, Tvøroyri, Hanus við Høgadalså,
Tórshavn, Haldor Hansen, Servágur, Poul Jacob Olsen, Klaksvík, Jógvan Høgnesen, Fuglafjørd og Andreas Djurhuus, Vágur. Uttast til høgru fh.
Trygve Samuelsen, Tórhshavn, Hákun Djurhuus, Klaksvík, Knút Wang Tórshavn, Niels Holm, Hvalba, Marius Johannesen, Tórshavn, Sámal
Petersen, Klaksvík, Poul Petersen, Funningur, J. H.. Dambjørg, Porkeri og Mogens Wahl ríkisumboðsmaður. Á formanspallinum situr J. F.
Øregaard, á rødarapallinum Fríðrikk Hansen, Søldarfjørd og uttast til vinstru við skrivaraborðið Jákup Lindenskov. Á myndini væntar P. M. Dam,
løgmadur.
gaard og Petur Mohr Dam
vóru ósamdir politiskt?
— Floksrúmið hjá okkum
var á Suðurpólinum, á lofti-
num oman móti Tinghús-
vellinum. Har var onkuntíð
harður orðadráttur. Grund-
leggjandi vóru Øregaard og
Petur Mohr Dam samdir,
men tað vóru sjálvsagt við-
hvert munir í áskoðanum á
ítgkilig politisk mål.
Petur Mohr Dam styrdi
fundunum, og tå semja vard
nådd, reisti hann seg, t6k i
hurdina, vendi inn aftur og
meðan hann hugdi niður á
lásið, minti hann á, at 6-
semjurnar skuldu haldast
innanfyri, og so fóru teir
báðir, hann og Øregaard
oman til sambandsmenni-
nar, sum vit arbeiddu nógv
saman við.
Fólkaflokkurin
upp á tal í 1962
Tíðarskeiðið tú hevur sitið
á tingi, hava tit arbeitt
saman við øllum flokkum?
— Tað tók drúgva tíð at
skipa samgonguna eftir val-
ið í 1958. Men tað lá í kortu-
num, at gamla heimastýris-
samgongan skuldi endur-
skipast. Vit høvdu agiterad
við pensiónunum, tær vóru
fyri stóran part fíggjaðar úr
Danmark, og tað mundi
draga okkum og sambands-
menninar saman.
Í 1962 misti samgongan
meirilutan, og tí varð arbeitt
við nýggjum samstarvs-
møguleikum. Eg kann
minnast, at á innanhýsis
javnaðarfundi úti í Tinga-
nesi hjá Peturi Mohr Dam
var møguleikin at arbeiða
saman við fólkaflokkinum
nevndur. Tá ljóðaði hetta
óhugsandi, men tankin
sodnaðist og bar frukt í
1975.
Stauning og aðrir javnað-
armenn í Danmark mettu, at
rættast var hjá javnaðar-
monnunum at arbeiða sam-
an við teimum konserva-
tivu, tí arbeiðararnir og ar-
beiðsgevararnir høvdu
felags áhugamál í vinnulívi-
num. Tað mundi vera hesin
tankin, sum spratt fram eftir
valið í 1962.
Øregaard vildi íkki
verða løgmadur
Tú fall við valið í 1966, men
í 1968 gjórdist tú lands-
stýrismaður, kendist tað
sum dyggur smeitur at
fella?
— Sjálvur kendi eg tað ikki
so eyðmýkjandi. Eg haldi,
at pápi mín var nógv kedd-
ari um tað, enn eg var. Tí-
verri doyði Petur Mohr
Dam mitt í løgmansskeid-
num í november 1968. Øre-
gaard var nátúrligi avloys-
arin sum løgmaður, men
hann vildi ikki.
Tað lá ikki til hansara at
fara í landsstýrið. Honum
dámdi betur at hava týdn-
ingarmiklan leiklut sum
tingformaður og formaður í
—