Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. apríl 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Síða 16 Nr. 72 — 16. APRIL 1994 | fíggjarneyndini. Hann tókst eisini við so nógv annað, at hann mundi halda tað passa illa saman við at vera løg- maður. So var tað, at sambands- menninir fingu løgmannin og vit tveir landsstýris- menn. Einar Waag var næstformaður í flokkinum, og tað vóru hann og Øre- gaard, sum heittu á meg at fara í landsstýrið saman við Villa Sørensen. Tað kendist, sum stóð eg fyri einum týdningarmikl- um vali. Lívstryggingin var sett á stovn í 1967, har hevði eg fingið starv sum fulltrúi, og eg visti, at hetta mátti sleppast, um landsstýris- sessurin skuldi takast. Men politiska avbjóðingin var stór, so eg tók av. Villa Sørensen kendi eg frå Sosialinum. Sum polit- ikari hevði hann stórar visiónir, hann var gløggur og dugdi væl at orða seg, men tíverri arbeiddu vit bara saman í eitt ár, so doyði hann. Tá var tað, teir tosaðu um at senda boð eftir soni- num hjá Peturi Mohr Dam. Hann æt Atli Dam, og eg kendi lítið til hansara. Men tað kom eg at gera gjøgnum drúgt samstarv! Tað eru nógv mál vidgjørd í tinginum øll hesi árini. Hvørji minnist tú serliga væl? — Málið um radarstødina á Sornfelli stendur klárast í huganum. Tað kom á ting- borð beinanvegin í 1959, og tað smakkaði okkara flokki illa. — Javnadarflokkarnir hava altíð verið kendir sum teir, ið vóru í móti hernaðar- útbygging, og so stóðu vit við eini stød, sum luktaði nógv av hernadarstød. Nógv varð rumblað, vit vóru illa við og ikki sért kroystir av at vera í lands- stýrinum, sum bar hetta gjøgnum løgtingi5. Men ongin okkara visti um hetta, tå samgongan var skipað. Allar samráðingar vóru undan valinum í 1958. Tað var tá, at orðatakið at taka til eftirtektar kom í málið í tinginum. Í upp- skotinum, sum vit sam- tyktu, varð sagt, at vit vóru ímóti allari hernaðarút- bygging, men at vit tóku til eftirtektar, at radarstødin var komin. Tað hava verið nógv onn- ur mál, sum nógv hevur ver- ið tosað og skrivað um, t.d. tá verkfall hava verið — ikki minst í 1975, tá flotin lá undir vindeyganum í lands- stýrinum og legði trýst á politikarnar, men tvístgðan hevur ongantíð kenst sum ta ferðina, radarstødin var fyri. Jákup Lindenskov hevur arbeitt saman við nógvum fólkum drúgva áramálið í løgtinginum. Hvat hevur hann at siga um sínar sam- starvsfelagar, sum altíð og ikki minst í dag eru undir stórum trýsti og ikki altíð eru væl lýddir úti millum fólk? — Tingmenninir eru speg- ilsmynd av samfelagnum. Teir umboða fólkið, bæði politisku samansetingina og eisini ymisku sløgini av menniskjum. Um tingarbeidid skal ganga væl, er fyrst og fremst ein álitis- og sam- vitskuspurningur. Tú ar- beiðir eftir bestu sannføring fyri tí, sum tú heldur vera rættast. Men tú mást vera greiðir yvir, at tað sjálvdan er nóg mikið, tí eingin flokkur er so mikið væl um- | | boðaður, at hann fær síni | sjónarmið óskerd igjøgn- um. Tí er neyðugt við samráð- ingum, og tá er álitið mill- um tingmenn so ógvuliga avgerandi. Fari eg at nevna nøvn, so er skjótt at gloyma onkran, men teir eru nógvir, sum eg kann bera alt gott. Vit hava arbeitt saman og eru ofta vornir persónligir vinir og hava í trúnaði kunnað tosað um øll viður- skifti, bæði innan flokka og eisini menn av ymiskum politiskum liti. Fyri tey, sum eru í tí, er hetta sjálvsagt, men fyri utt- an fyri standandi er tað kanska undarligt. Eg minn- ist, hvussu eg sum ungur maður upplivdi hetta. Før- oyingafelagið hevði van- liga veitslu 2. påskakvøld. Tá minnist eg, at Petur Mohr Dam og Torstein Petersen møttust í trappuni. Teir vóru politiskir mót- stødumenn, men eg minn- ist, hvussu hjartaliga teir heilsaðust. Tíverri er altíð nakað av spillu uppi í. Tá tú á nevndarfundi himprar teg vid at sigatad, tú ætlar tær, tí tað aftan á alment verður misbrúkt av øðrum, tå er tað strevið at vera politikari. Men tíbetur eru teir álitis- fullu mangan fleiri. Politik- ararnir hava kanska ikki so høga stjórnu millum fólk, men teir eru nógvir, sum eg kann bera alt tað besta, uttan mun til um vit hava verið samdir ella ósamdir í polit- iska stríðnum. -nes | Hálva óld á sama arbeiðsplássi: Tað gjørdist ein long avloysing Mánadagin kann 67 ára gamli Hans Hendrik Strøm úr Trongisvági hátíðarhalda, at hann í 50 ár hevur starvast á sama arbeiðsplássi — kommunuskrivstovuni á Tvøroyri »Eg minnist so væl hendan morgunin, 18. apríl í 1944, tá eg fyrstu ferð møtti til arbeiðis á komm- unuskrivstovuni. Heilt tíðliga var eg farin frá húsum, fyri at meta í góðari tíð, og har stóð eg so og bíðaði í gongini, til tey fyrstu komu.< Tað er 67 ára gamli Hans Hendrik Strøm úr Trongis- vági, ið greiðir frá. Hann hevur síðstu 50 ár- ini havt tað sama at fara upp til hvønn einasta gerandis- morgun — arbeiðið á komm- unuskrivstovuni á Tvør- oyri. Ni månadagin komandi kann hann so hátíðarhalda tann runda dagin, ið er ein av teimum meira sermerktu varðunum, eitt menniskja kann uppliva í lívi sínum — athava verið samfulla hálva øld á sama arbeiðsplássi. .Kommunuskrivstovan á Tvøroyri helt fyrstu tjúgu árini í hansara sera drúgvu starvstíð til í gomlu dokt- arahúsunum, ið kommunan nú hevur givið fornminnis- felagnum, og síðstu tretivu árini hevur hon hildið til í núverandi hólum. Kommunan hevur móttsku Hendan hátíðardag heiðr- ar Tvøroyrar kommuna Hans Hendrik Strøm fyri ta longu og trúgvu tænastuna á kommunuskrivstovuni, og verður tað gjørt við móttøku á Hotel Tvgroyri mánadag- in millum kl. 14 og 16. — Tann fyrsti, ið kom til arbeiðis hendan fyrsta arb- eiðsdagin hjá mær á komm- unuskrivstovuni, var táver- Hans Hendrik Strøm við skrivaraborðið, ið hev- ur verið arbeiðsplássið hjá honum síðstu hálvu øldina. Nú mánadagin kann hann halda dagin, og tá skipar Tvøroyrar kommuna fyri måttøku á Hotel Tvøroyri frá kl. 14 til kl. 16 Poul Øster. Hann mundi ikki kenna meg, tí tað fyrsta hann segði, var: >Hvat vilt tú her?<, fortelur Hans Hendrik. Skamtanarkort undir krígnum Nógv var at gera á skriv- stovuni hesa fyrstu tíðina, hann kom at royna seg í nýggja starvinum, ið skuldi gerast hansara lívsstarv. Kríggið var í hæddini, so fólk skuldu hava skamtan- arkort av ymsum slagi — kolakort eina ferð um mán- aðin, kort til sukur, kaffi, te og annað, húsarhaldini høvdu brúk fyri. — Hetta var afturvendandi rutinan hesi árini, kríggið vardi, og hetta nærmast 6- rógvaði hitt arbeiðið, ið var at gera á skrivstovuni, sigur Hans Hendrik Strøm. — Men hendan fyrsta dag- in, eg var til arbeiðis á skrivstovuni, varð eg bein- anvegin settur at skriva álíknaða skattin í høvuds- bøkurnar. Skattaálíkningin var blivin liðug einaferð í mars mánaði, sum eg byrj- aði í apríl, so her var eisini nógv at tríva í. Stórur munur á Hann sigur, at so vítt hann minnist, var álíknaði skatt- urin tað árið um 270.000 krónur. — Nógv er sjálvandi broytt síðani tá. Í fjør var álíknaði skatturin einar 26 milliónir krónur, og tá hann var upp á tað mesta her á Tvøroyri fyri nøkrum árum síðani, var hann væl oman fyri 30 milliónir — eg haldi tað var 32 milliónir krónur, sigur Adrenn hann kom á =