Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr 73—19. APRIL 1994… Sida9 Javnaðarflokkurin hevur altid torað at tikið við ábyrgd og fer eisini at gera tað eftir komandi val. Floksins luttóka í landsstýr- inum er tann besta borganin fyri, at tær frægastu avgerðirnar verða tiknar var m.a. ein av niðurstóðunum i orðaskiftinum á z landsstevnu javnadarfloksins leygardagin. Fundarfólkini vórðu samd um at seta tað positiva í hásæti í komandi tíðum og við tí vinna á trupulleikunum Føroya Javnaðarflokkur helt landsstevnu i Norð- urlandahúsinum allan leygardagin. Ætlanin var at fundast friggjakvøldid eisini men orsakað av vánaliga rutusamband- inum millum Suðuroynna og Havnina varð avgjørt bert at halda stevnu leygardagin, og tí var tann parturin, sum snýr seg um virkisskránni útsettur til enn eina stevnu, sum verður í maí mánað. Hóast veðrið var av ti fægrasta allan leygar- dagin, so høvdu kortini væl av fólki leitað sær í Norðurlandahúsið at hoyra sjónarmiðini hjá ødrum og at leggja fram síni egnu. Tann avmarkaða tíðin gjørdi tó, at orðaskiftið gjørdist ikki so drúgvt, sum tað átti, nú so nógv er at tosa um í samfelagnum. Fundurin var merktur av, at bæði menn og kvinnur vóru sera siðlig í orð og tal. Nógvir ålvarssamir samfelagsspurningar vórðu havdir á lofti, men tað er greitt, at nógv av orðaskiftinum bíðar til komandi stevnu í mai, tå sjálv framtíðar kósin hjá flokkinum - virkisskráin - verður til viðgerðar. Nomið varð við flest Javnaðarumboð úr øllum landinum vóru við. Her tosa umboð fyri Vágar og Suðuroynna øll stórmálini, sum eru frammi í samfelagnum. Alt frá sethúsaskuld, fiski- vinnu, javnstødu, skatta- trysti til arbeiðsloysi og fráflyting var vidgjørt. Burtur úr hesum orða- skiftinum kom so ein landsstevnusamtykt burtur úr. Hana prenta vit alla sum hon er í blaðnum í dag. saman. Mynd kalmar Hentsar Joensen, ein av teimum gomlu og sera trúgvu javnaðarmonnunum var sjálvandi millum stevnul- uttakararnar. Hann fegnast um eykableðini Sosialurin geva út undan landsstevnuni. M ynd kalmar Javnaðarveteranar við Vit fara í komandi bløðum at tríva í mangt og hvat av tí, sum varð sagt á landsstevnuni, eitt nú rødurnar, sum tveir av javnaðarveteranunum, Jórgen Thomsen og Poul Jacob Olsen, hildu. Meðan tað nú eru nøkur ár síðani, at Poul Jacob Olsen var á tingi, so verða tvey kend javnaðarandlit ikki at síggja millum tingmenn- inar eftir komandi val. Jørgen Thomsen og Jákup Lindenskov hava avgjørt ikki at stilla uppaftur. Umframt nógv nýggj ung andlit vóru eisini fleiri av teimum gomlu grundstuðlunum hjá flokkinum á stevnu. Hesi mettu tað av alstórum týdningi, at flokkurin stendur saman sum ein maður og at hann ger alt fyri at koma í eina samgongu eftir komandi løgtingsval eisini. Ut aftur í Tinganes Flokkurin hevur við síni luttøku í landsstýrinum í hesum sera torføru tíðun víst, at hann er ikki bangin fyri at taka ábyrgd. Uttan javnaðarflokkin í lands- stýrinum í hesum kanska torførasta skeiðnum í før- oyskum politikki í nýggj- ari tíð hevði sæð ødrvisi út í landinum. Stødan hevdi verið nógv verrri. Hetta varð nidurstødan hjá fleiri av teimum gomlu javn- aðarfólkunum, sum eisini hildu tað vera nátúrligt og rætt, at flokkurin eisini heldur fram í Tinganesi eftir komandi val.