týsdagur 19. apríl 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Síða 10 Nr. 73 —19. APRIL 1994
Kortanei til at seta lónir niður við lóg:
| Vit mugu verja
vunnin rættind
-Landssstevnan leggur stóran dent á týdningin tað hevur at verja vunnin rættindi - serliga á
almanna-, heilsu og skúlagkinum. Hetta fer alsamt at vera eitt hjartamál hjá javnaðarflokkinum, og
fer flokkurin framhaldandi av øllum alvi at stríðast fyri hesum verður m.a. sagt i
landsstevnusamtyktini hjå javnadarflokkinum. Flokkurin sigur eisini kortanei til at seta lønir niður
við lóg. Vit prenta samtyktina
Landsstevna Javnaðarflok-
sins åsannar, at tey tiltøk, ið
neyðug hava verið fyri at
venda búskapargongdini í
Føroyum, hava lagt tungar
byrðar á fólkið.
Men samstundis ásannar
stevnan, at einans tí, at Jav-
aðarflokkurin hevur havt
um hendi landsins leiðslu,
hevur borið til at varðveitt
grundleggjandi eyðkennini
hjá vælferðarsamfelagnum.
Landsstevnan fegnast
um, at tað nú tykist sum um
afturgongdin er um at
steðga, og at útlit eru fyri, at
tað so smátt aftur fer at
ganga framá.
Tó eru enn tung tøk, ið
skulu takast. Størstu vanda-
málini eru arbeiðsloysið og
fólkaflytingin. At vinna á
hesum trupulleikum er alt
avgerandi fyri framtíðina
og møguleikar okkara at
varðveita vælferðarsamfe-
lagið.
Fundurin áleggur flok-
sins umboðum á tingi og í
landsstýri:
— at virka fyri at arbeiðs-
loysisskipanin verður ein
trygg, vælvirkandi og sam-
haldsføst skipan
— at bóta um korini hjá
kroystu sethúsaánarunum
—at tiltøk verða gjørd til tess
at lækka kommunuskattin
Landsstevnan ásannar, at
sum stødan er vorðin, er
neyðugt at fíggja tørvin hjá
arbeiðsloysskipanini við
låntøku, sum landsstýrið
veðheldur fyri. Samstundis
er greitt, at sum frá líður
skal tað almenna beinleiðis
taka lut í fíggingini av skip-
anini og hava samsvarandi
medåvirkan.
Landsstevnan ger greitt,
at flokkurin sigur kortanei
til at seta lønir niður við lóg.
Fundurin er av teirri sann-
føring, at borgarliga upp-
skotið um lgnarniðurskurð
als ikki loysir nakrar bú-
skapartrupulleikar. Tvørtur
ímóti førir lønamidur-
skurdur vid sær
— enn størri sosialan 6javn-
að
— økta flyting av landinum
— negativar avleiðingar fyri
arbeiðið at bøta um fram-
leidslueffektivitetin
Skal vinnan klåra seg bet-
ur, krevjast munadyggar
broytingar. Fundurin held-
ur, at vit heldur eiga at
leggja doyin å at rationali-
sera og effektivisera bædi
framleidslu og sølu. Vinnu-
livspolitikkur okkara skal
vera grundadur á ta vælút-
búnu arbeiðsmegi og væl-
útbygda samfelagið annars.
Bert tá ber til at finna nýggj-
ar vinnumgguleikar og
styrkja verandi.
Álagt verður eisini flok-
sins umbodum at bóta um
viðurskiftini hjá heima- og
smáídnaðinum, handverk-
aravinnuni, byggivinnuni
0.s.fr. Ásannandi, at byggi-
virksemið ikki fyribils kann
koma á sama stødi aftur,
eigur at verða virkað fyri, at
føroyingar kunnu selja tæn-
astur av landinum.
Mong kend javnaðar-
andlit vóru at síggja á
landsstevuni. Mynd
kalmar
Tjakið var mangan lívligt