Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CSA Nr. 73 — 19. APRÍL 1994 Síða 11 Kreppan hevur rakt nógv føroysk húski. Tey tiltøk, sum higartil eru sett í verk fyri at lætta um hjá kroystu sethúsaánarunum, hava ikki hjá øllum munað nóg mikið. Tí er neyðugt at seta ferð á arbeiðið at finna munadyggar loysnir. Av serligum týdningi í hesum viðfangi er, at kommunu- skatturin kann lækkast. Saneringin av fiskavirkj- unum hevði til endamáls at virksemi kann varðveitast í føroyska fiskiídnaðinum. Fundur átalar harðliga, at Vend vid at koma í aftur Í formansfrágreiðing síni á landsstevnuni vóru avgjørdir glottar fyri føroyska samfel- agið at hóma. Marita Petersen helt, at alt bendir á, at vit nú eru komin á botn, og at vend er nú við at koma í aftur. Hon segði, at hagtølini viðvíkjandi føroyska búskapinum benda á, tað framvegis eru stór øki í landinum, har lítið og einki virksemi er, og áleggur valdu umboðum floksins framhaldandi at virka fyri, at aftur arbeiðsskapandi virksemi verður í hesum gkjum. Fundurin ásannar, at tað alsamt er neyðugt at betra marknaðaratgongd okkara. Og áleggur fundurin flok- sins valdu umboðum at neyvar kanningar av markn- aðarmeguleikum okkara verða gjørdar. Landsstevnan leggur stóran dent á týdningini tað at fiskiveidan og fiski- ídnaðurin hava ment seg teir tríggjar fyrstu mánaðirnar í ár, og júst nú hava vit fingið at vita, at bankamir hava havt yvirskot fyrsta ársfjórðingin, og at unum hava verið sera góð. Marita Petersen kundi eisini siga fund- arfókunum, at meting- amar av innigkunum hjá landskassanum av beinleiðis skatti tykj- ast at halda, og sein- astu tølini hjá arbeiðs- loysistryggingini vísa einaminking í arbeiðs- loysinum seinastu tíð- ina. -Alt hetta eru tekin um, at nú fer at ganga rætta vegin, segði Marita Petersen, floksformaður og løg- maður. tór.- hevur at verja vunnin rætt- indi — serliga á almanna-, heilsu og skúlagkinum. Hetta fer alsamt at vera eitt hjartamál hjá Javnaðar- flokkinum, og fer flokkurin framhaldandi av øllum alvi at stridast fyri hesum. Umhvørvi á sjógvi og landi hevur alstóran tydning fyri vinnu, útflutning og til- veru føroyinga. Tí má lóg- gáva og fyrisiting á hesum øki vera tann best møguliga. Ni tad røkist fyri, at vit fáa oljuídnað á føroyskum øki, leggur kandsstevna javnaðarfloksins stóran * Eyðólvur Dimon, skrivari hevur úr at gera. Mynd kalmar dent á, at løgtingssamtyktir- nar á hesum gki verða fylgd- ar. Tilfeingið í undirgrund- ini er fólksins ogn, og møguligur ágóði eigur at koma øllum fólkinum til góðar. | Ásannandi, at nåttårurikidømi er felags- arvur hjá mannaættini, krevur landsstevnan at alt arbeiði og allar kanningar innan oljuvinnuna verða gjørdar við neyvum atliti til náttúruna. Fundurin harmast um, at kinkur er komin í samvinn- una við Danmark. Hetta samstarv hevur verið mill- um javnsett lond, og heldur fundurin tað vera av alstór- um týdningi, aftur at fáa hetta í rættlag. Nýggi Føroya Banki hev serligar skylduri føroyska samfelagnum, nå hann er einasti banki. Alagt verdur tí floksins umboðum — um neyðugt við lóggávu — at virka fyri, at føroysku pen- ingastovnarnir brúka før- oyskar tænastur. Landsstevnan fegnast um, at javnstóðulógin er samtykt. Føroyska samfelagid hevur rættuliga kent sviðan Nógv fólk úr øllum landinum høvdu leitað sær niðan í Norð- urlandahúsið, hóast veðrið var av tí besta. Tey 11 fólkini manna tey rundu borðini mynd kalmar av kreppuni. Men nú eru tekin um, at vend er um at koma í. Landsstevnan á- sannar, at javnaðarflokkur- in hevur staðið við ábyrgd tá harðast leikaði á. Meðan aðrir flokkar runnu undan á- byrgdini, stóð javnaðar- flokkurin á varðhaldi at verja vælferðarsamfelagið og tryggjaði politiskan sta- bilitet. Tað fer hann alsamt at gera, og er tað av alstórum týdning, at flokkurin verður í landsins stjórn — eisini í framtíðini. Samtykt á Landsstevnu Javnaðarfloksins 16. apríl 1994.