Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr.73—19. APRIL 1994 Tíðindablaðið { sostalurin ] Lógmaður á landsstevnu: Vit ov sein at halda avtalur — Tað hevur tikið ov langa tíð at uppfylla okkara part av avtaluni við donsku stjórn- ina. Tað hevur ført til stórri trupulleikar millum Føroyar og Danmark enn neyðugt, segði Marita Petersen, sum eisini heldur, at tingmenn ikki hava verið nóg góðir at fylgja teimum treytum, vit sjálvi gingu undir — Eg eri fult út samd við teimum, sum halda, at onkrar av treytunum, sum settar eru okkum, eru 6- hepnar og óneyðugar, men báðir partar eru við til at seta treytimar, tá avtalur verða gjørdar, og so må tann, sum biður um so stórar sømdir, boyggja seg. Tað segði Marita Peter- sen, løgmadur og floksfor- maður Javnaðarfloksins um avtaluna við danir, á Landsstevnu floksins sein- asta vikuskiftið. Hon legði aftrat, at hóast tað er onkur, sum heldur, at vit ikki skuldu havt gjørt hesar av- talur, var hon sjálv ikki í iva um, at hetta var rætt, tí tær forðaðu fyri, at alt sam- felagið fór í sor. Nógv bundið Løgmadur ásannaði, at før- oyska samfelagið er nógv bundið av hesum avtalum, men ein stórur trupulleiki aftrat hevur verið, at tað hevur tikið alt ov langa tíð hjá okkum sjálvum at upp- fylla okkara part av avtal- unum. Tað førdi við sær, at at ikki bar til at umfíggja uttanlanslán, og haraftrat hevur tað ført við sær stórri trupulleikar millum Føroy- ar og Danmark enn neyðugt hevði verið. Løgmaður segði, at neyðugt verður í komandi tíð at fáa hesi viðurskifti í rætt lag, soleiðis at ikki kann sigast um okkum, at vit ikki halda gjørdar avtalur. -Halda vit allar avtalur við danir eru vit betur fór fyri og kunna á meira jøvnum føti siga við danir, at her eru ymisk viðurskifti okkara millum, sum vit vilja broyta, segði Marita Petersen og legði aftrat, at halda vit avtalumar við danir, verður eisini møgu- leiki fyir at loysa nakrar av teimum bindingum, sum forða fyri virkismøguleik- um okkara. Ov trupult í tinginum -Tá legtingið góðkendi avtalurnar, sum landsstýrið hevur gjørt við donsku stjórnina, góðkendi løg- tingið eisini treytirnar, sum fylgdu við. Nakrar av hes- um treytum vóru ógvuliga truplar at góðtaka, og hevur hetta í stóran mun merkt politiska lívið, serliga sein- asta hálva árið, segði løg- maður og helt, at í alt ov stóran mun hevur tað verið trupult at fingið neyðug lógaruppskot | gjøgnum tingið. Marita Petersen vildi vera við, at í ávísum fórum hevur viljin hjá tingmonn- um ikki verið nóð góður at fylgja teimum treytum, vit sjálvi gingu undir, og hevur júst hendan stødan ført við sær, at tað hevur verið politiskt ótrygt í landinum seinasta hálva árið. Trupult at finna semju i Javnaðarflokkinum Marita Petersen segði seg tó harmast mest um, at tað serliga í Javnaðarflokk- Sjålvsøknir danskir politikarar Hjálparfólk Í Føroyum — sum eru við at skaða Føroyar og føroysk inum tykist at hava verið trupult at koma til semju um, hvat rætt er at gera. -Eg eri sjálvsagt greið yvir, at tað hevur verið ógvuliga trupult at kunna góðtaka nøkur av teimum lógaruppskotum, sum landsstýrið hevur lagt fyri tingið. Tí skilji eg væl, at tingmenn hava havt torført við at taka endaliga stóðu í slíkum málum. Men tað slepst ikki undan, at tað, at málini óloyst draga út, hevur slitið upp á tað polit- iska samstarvið umframt tað, at tað eisini slítur tann einstaka av okkum, sum eru við, segði løgmaður, sum segði seg rokna við og vóna, at tað fer at bera til at finna eitt betri stev framyvir. tór.- viðurskifti, sigur løgmaður — Halda vit allar avtalur við danir eru vit betur for fyri, og kunna á meira jøvnum føti, siga við danir, at her eru ymisk viðurskifti okkara millum, sum vit ynskja at broyta, segði Marita Petersen, millum annað á Landsstevnu Javnaðarfloksins frágreiðing síni á Landsstevnuni nam Marita Petersen eisini við trupulleikarnar í sam- band við negativu um- taluna, Føroyar hava fingið í donskum fjøl- midlum. Hon segði, at síðani oktober 1992 hava Før- oyar havt ein ógvuliga óhepnan leiklut í donsk- um fjølmiðlum, og tykist tað sum serliga ávísir danskir politikarar nýta Føroyar og trupulleikar- nir hjå føroyingum til politiskt at gera vart vid seg i Danmark. Marita Petersen helt, at hesi fólk hava verið við til at skapa føroyingum nógvar trupulleikar í samband við tær avtalur, sum gjørdar eru við Danmark, og hon legði aftart, at tað slepst ikki undan tí mistankanum, at hesir donsku politikarar- nir hava síni hjálparfólk í Føroyum, sum á tann hátt eru við til at skaða Føroy- ar og føroysk viðurskifti. tór.-