hósdagur 21. apríl 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 75 — 21. APRIL 1994 Síða 11
Johanna — eins og so mang-
ar aðrar sluppir tå — eisini
stýrhús.
Hetta var ikki nakað stórt
stýrhús, men kortini hevði
tað pláss fyri einum seks til
átta monnum. Menn flest
hildu, at hetta var eitt stórt
framstig — serliga, tá veðrið
var sjuskut og tað ikki altíð
var so hugaligt at standa til
róðurs.
one kjølin
ini 1932 og 1933 var
Johanna ikki til fiskiskap.
Tíðliga ein morgunin um
várið 1932 rendi Johanna á
Sandsboðan, tá hon var á
veg inn á Sand. Hetta førdi
til, at sluppin fekk stóran
skaða. Allur kjølurin fór.
Tá Johanna skuldi upp á
beding at fáa nýggjan kjøl,
varð funnið útav , at vognur-
in var ov stuttur, so teir
noyddust at leggja oman á
vognin, áðrenn teir kundu
taka hana upp at fáa arbeið-
ið gjørt.
Í 1934 var Johanna aftur
fyri einum óhappi, tá aksilin
bleiv skeivur, og skipið
kom í trupulleikar á veg til
Føroya úr Grønlandi. Hóast
útlit til ill veður, gjørdist tað
ongantíð so ringt, at menn
komu í neyð, og teir vunnu
upp land í øllum góðum.
Aftur í 1935 fekk Johanna
motorskaða. Hesaferð
brotnaði motorurin, tá teir
vóru á veg til Grønlands.
Vent varð aftur til Føroya at
fáa skaðan umvældan.
Isfisk til Bretlands
undir krígnum
Eins og onnur skip sigldi
Johanna við ísfiski undir
krignum, so bretar ikki
skuldu sita svangir.
Tíbetur var Johanna ikki
fyri teimum óhappum, ið
raktu mangar av sluppunum
krigsårini, men ta einu ferð-
ina var um reppið, at hon
varð minusprongd.
Hetta var í 1942, tá teir
vóru á veg til Íslands. Men
til alla lukku rak minan aft-
ur við borðinum, og einki
hendi. Eina aðra ferð var ein
týskur flúgvari uppi yvir
teimum, men hann hvørki
bumbaði ella skjeyt.
Einasti skaðin, ið hendi
Johannu undir krígnum, var
síðsta túrin til Bretlands, tá
teir vóru á heimleið. Motor-
urin brotnaði, og teir komu í
óveður. Nógv var av brota-
sjógvi, men teir vunnu kort-
ini upp land. Nakað av
skaða fekk sluppin av við-
ferdini, og tann litli båturin,
ið stóð frammi á bógnum,
fór í sor.
Skifti motor
Aftan á kríggið, í 1948,
fekk Johanna annan og
stórri motor. Hesin var eis-
ini av slagnum Scandia, ein
brúktur 70 hesta motorur.
Og aftur í 1950 varð enn ein
+
Ein flaggskrýdd Johanna leggur frá landi i sínari »nyggju útgávu<
nýggjur motorur settur um-
borð í hana — ein 90 hesta
Hundested.
Sum so mong onnur skip í
50-unum, var Johanna eis-
ini á sild. Fyrsta árið var í
1954, og líka til seint á
heysti í 1967 bar Johanna á
sild, men eisini var annar
fiskiskapur á skránni.
Meðan Eli Lassen var
skipari á Johannu árini 1964
og 1965, var rættiliga nógv
gjørt við Johannu. Eitt nú
fekk hon ein nýggjan 200
hesta Volvo Penta motor,
nýggja mastrar, og bæði lu-
garið og kahúttin vórðu sett
í stand.
Í drift til 1973
Johanna, ið eisini varð
rópt »Hin stolta Johanna«,
var í drift líka fram til 1973,
tá hon varð løgd. Tá hevdi
hon verið í drift í meira enn
79 ár.
Í mong ár lá Johanna fyri
teym á Vági, men tíðliga í
1981 varð hon lýst til sølu,
og bjóðaði nýstovnaða
Felagið Johanna TG 326
upp á skipið — saman við
ødrum áhugaðum. Endin
var, at felagid fekk hana fyri
eina krónu, og so var bara at
fara í gongd vid at seta hana
í gamla standin aftur.
Orsøkin til, at Johanna
varð keypt, var at vágbingar
frættu, at nakrir menn norð-
anfjørds ætlaðu at keypa
hana fyri at seta hana í
+
# i
Gudmund Jacobsen, fyrrverandi skiparin Henning Jensen, og Magni Eidesgaard eru
saman við bókini um Johannu heimaildarmenn til tilfarið á hesum báðum síðunum
stand, og hetta hildu vág-
bingar vera bæði synd og
skomm, so teir gjørðu av at
fáa varðveitt >stoltleika
Vágs< í Vági.
Sett upp á turt
Tað, sum síðani hendi við
skipinum, er ein longri søga
fyri seg, ið nærri verður
komið inná í seinni blaði.
Men endin varð so, at
skipið varð sett upp á turt,
og varð hon gjørd nærmast
av nýggjum úr enda í annan
í »heimsins størsta neysti<,
ið varð bygt uttan um skipið
niðanfyri, har Valensia
stóð.
Sluppin varð so sett væl
og virðiliga í stand hesi
næstu árini, og tá skrokkur-
in var liðugur, varð hon sjó-
sett av nýggjum — sum eitt
spildurnýtt skip. Hetta var í
maí mánaði 1986.
Lagt varð fyri at taka tað
stóra neystið niður, og tók
tað eina viku. Síðani varð
Johanna sjósett og sleipað
av vaktar- og bjargingar-
skipinum Tjaldrinum út til
bryggjuna, har hon lá, með-
an arbeitt var at gera hana
lidna, so hon aftur kundi
verða tikin í nýtslu. |
Fyrsti túrurin gekk til Ís-
lands, har Johanna í sínum
góðu døgum hevði verið so
mangan túrin.
Síðani hevur skipið verið
nýtt nógv — bæði til sigling
innan- og uttanlands. Hon
hevur umframt túrin í Ís-
landi eisini verið Grimsby,
Hirtshals og Keypmanna-
havn. Eisini hevur skúlin
gjørt nógv brúk av henni, og
hon var liður í arbeiðsskap-
andi tiltakinum Sjórok. So
at Johanna á ellisárum enn
ertil stórt gagn — eins og hon
so sanniliga eisini var tað í
yngri árum.
Jákup Dahl á GørBunum saman við konu síni Johannu, ið
Mynd: Hilmar Jan
Næsta stóra ferðin hjá Jo-
hannu verður næsta summ-
ar, tá er boðin til Grønlands í
sambandi vid, at Føroyinga-
felagið í Nuuk fyllir 50 ár.
Tað er eitt øgiliga stórt og
rúgvusmikið arbeiði, ið
gjørt er við Johannu — bæði
so og so. Allir teir, sum í dag
fáast við skipið, gera tað
sjálvbodnir, og ikki verður
ein króna goldin í arbeiðs-
løn til nakran. i
Og nú Johanna fyllur bæði
100 og 100 ár, er hon aftur
eins stolt og hon var tað í
hj.
legði navn til sluppina, ið nú fyllir 100 og 110 ár