hósdagur 21. apríl 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10. Nr.75—21. APRIL 1994 Tíðindablaðið EX
Johanna til
mikið gagn
Líka síðani sluppin Johanna í Vági í 1986 varð liðugt
sett í stand, hevur hon verið til mikið gagn. Nógvar eru
ferðirnar — bæði í Føroyum og uttanlands —ið hon hevur
gjórt, og næst á skránni er ein ferð til Grønlands í 1995,
tá Føroyingarfelagid har rundar hálvu øldina
Sluppungar
og smábátar
vera við til
foðingardag
hjá Johonnu
Fólkatingsmaðurin Óli Breckmann verður gesta-
rødari, tá Felagið Johanna TG 326
halvars-
søkuaftan fara at halda tvifaldan fødingardag —
tað eru í ár 100 ár síðan sluppin kom til Føroya og
samstundis 110 ár síðani hon kom til Føroya
Leygardagin 14. maí fer
Vågsfjørdur og havnalag-
id i Vågi at vera karmur
um stórt fødingardags-
hald.
Í sambandi við, at tað í
ár eru 100 ár síðani slupp-
in Johanna kom til Føroya
og 100 år sidani hon vard
bygd i Rye i Onglandi, fer
Felagid Johanna TG 326
at skipa fyri einum rimm-
ar fødingardagshaldi.
Sluppungar og aðrir
smábátar verða bjóðaðir
til Vágs hendan dagin, og
erætlanin,ateintrivaligur
floti av hesum meira ella
minni søguligu fórum
skal koma siglandi inn
gjógnum Vågsfjørd tíð-
liga seinnapartin hendan
dagin.
Tákomið er nakað inn á
fjórðin — uttan fyri bryggj-
una á Nesi — fara allir
grindabátarnir í Vági út at
taka ímóti, og síðani verð-
ur siglt víðari inneftir við
grindabátunum.
Inni á havnalagnum í
Vági verður so skipað fyri
stórari móttøku, tá allur
hesin søguligi flotin er
komin upp å plåss, og har
fer so fólkatingsmaðurin
Óli Breckmann, iðer hålv-
ur vágbingur, at halda
rødu. Umframt verða eis-
ini kórsangur, horntón-
leikur og sjálvandi før-
oyskur dansur á bryggjuni
-— alt samalt til heiðurs fyri
tað tvífalda fødingardags-
barnið.
Eisini fáa fólk høvid at
keypa sær drekkamunn
við onkrum góðum aftur-
við, meðan hátíðarhaldið
fer fram á bryggjuni.
Minan hjá felagnum fer
eisini at standa á bryggj-
uni, so gestirnir kunnu
sleppa at geva fødingar-
dagsbarninum eina gávu.
Aftaná bjóðar Felagið
Johanna TG 326 teimum
gestunum, ið eru komnir
við sluppungum, smábát-
um og ødrum til Vágs, at
fáa sær ein góðan føroysk-
an døgurda í Framtidini —
á matseðlinum er seyðar-
høvd, so fyrireikararnir
ráða gestunum til at hava
knív við sær.
Um kveldið sama dagin
verður so stórur slupp-
dansur í Itr6ttarhøllini, har
Laðamenn úr Hvalba fara
at fáa fólk upp á gólv. Har
verður eisini smyrjibreyð
og annað gott at fáa.
Felagið Johanna TG 326,
ið hevur 1200 limir kring
alt landið, umframt í Dan-
mark, Noregi, Svøriki, Ís-
landi, Grønlandi, Het-
landi, Hollandi, Onglandi
og aðrastaðni, roknar við,
at bæði nógvir av limum
felagsins og aðrir gestir
fara at leita sær til Vágs
hålvarssøkuaftan fyri at
vera við til hendan stóra
fødingardagin.
hj.
Sum nevnt í grein her við
siduna av, eru i år tvifaldar
orsøkir til at halda fødingar-
dag hjå Felagnum Johanna
TG 326.
Fyrra orsøkin er sjålvandi
tann, at tað í ár eru 110 ár
síðani sluppin varð bygd í
Rye í landspartinum Sussex
í Onglandi. Seinna orsøkin
er, at tað eru 100 ár síðani
sluppin kom til Føroya.
Tað var Jákup Dahl á
Gørdunum í Vági, ið keypti
sluppina til Føroya úr Ong-
landi í desember mánaði
1894. Tá kallaðist sluppin
>Oxfordshire<.
Ur Føroyum fóru fimm
vágbingar til Onglands at
keypa skipið, ið Jákup Dahl
hevði fingið ávíst av einum
Vágbingi, Jákupi Toftum
við Ósagarð, sum búði í
Grimsby. Ferðin hjá teim-
um fimm monnunum til
Onglands kostaði 165 krón-
ur, so ferðaseðlaprísirnir
hava verið aðrir tá, enn teir
eru í dag.
U ad
r konuni
Tå sluppin kom til Før-
oya, gav Jåkup Dahl henni
beinanvegin navnið Jo-
hanna, og uppkallaði hann
sluppina eftir konu síni.
Sambært bókini um Jo-
hannu, ið Felagið Johanna
TG 326 gav út í 1988, er ikki
nógv, ið menn vita um Jo-
hannu, áðrenn hon kom til
Føroya.
Hon var sum nevnt bygd í
Rye í landspartinum Sussex
í Onglandi í 1884 á skipa-
smiðjuni hjá James Collins
Hoad.
Hetta var ein av teimum
seinastu sluppunum, ið
vórðu bygdar á hesi skipa-
smiðju, meðan hesin Col-
lins Hoad átti hana.
Fleiri aðrar sluppir, ið eru
komnar til Føroya, eru
eisini bygdar á hesi skipa-
smiðjuni, ið var víðakend
fyri at gera eitt valaarbeiði.
Ikki bert sluppir vórðu
bygdar har, men eisini onn-
ur skipasløg. Kortini vóru
tað sluppirnar, ið gjørdu
skipasmiðjuna kenda.
Heimahoyrandi
í Grimsby fyrst
Fyrsti eigarin av sluppini
»Oxfordshire« var John
William Hayloch år Dul-
wich í Surrey, og varð hon
fyrstu ferð skrásett 10. mars
1884 undir nummarinum
GY 924.
Í mai mánaði tvey ár
seinni skifti hon eigara, og
tá fór hon til kenda reiðaran
í Grimsby, Henry Smet-
hurst, ið hevði hana til í
oktober 1894, tá ein George
E. J. Moody yvirtók hana.
Tad var frå hesum Moody,
at Jákup Dahl seinni sama
árið keypti sluppina.
Fyrsti skiparin við Jo-
honnu var Jens Múller á
Ál
Fløttinum í Porkeri, og var
hann millum teir fyrstu, ið
tóku skiparaprógv í Føroy-
um.
Fyrsta árið hilnaðist væl,
og fiskaði Johanna 45.070
pund tveir teir fyrstu túr-
amar undir Føroyum, og
tveir túrar undir Íslandi fekk
hon 93.800 pund. Hesi til-
samans 138.870 pundini
høvdu eitt virdi av 11.110
krónur. ;
Likt er til, at Johanna i Is-
landi hevur fiskað við båt-
um, og vóru eisini fleiri
hundrað føroyingar >til
lands< í Íslandi um hetta
mundið.
Á Suðurlandinum í 1929
var Johanna fyri tí óhappi,
at hon stoytti saman við ein
trolara so spritið brotnaði.
Har var einki annað at gera,
enn at fara inn í Íslandi at fáa
nýtt sprit, tí tað gamla kvett-
ist av — so sterkur var stoyt-
urin í góðveðrinum.
Fekk motor
Veturin 1929-30 varð
motorur settur umborð á Jo-
hannu — ein 37 hesta Scan-
dia.
Hetta arbeiði varð gjørt á
bedingini í Vági. Johanna
varð tíkin upp, alt varð tikið
úr henni har afturi — nakað
burtur av lastarúminum og
nakað av kahúttini, og síð-
ani varð hon sett á sjógv aft-
ur.
Um sama mundið fekk
Soleiðis sá snýggja= Johanna út, tá teir næstan vóru lidnir at taka »heimsins størsta
neyst« niður á heysti í 1986