hósdagur 5. mai 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 84 — 5. MAi 1994 Sida7
óevan Mørkøre, samfelagsfrødingur:
Vit mugu og
skulu stedga
fráflytingini
-Einki samfelag, sum vil meta seg sjálvt sum eitt gott
samfelag, rekur fólkið av landinum. Tá tað hendir hava vit
eisini uppgivið okkum sjálvi sum samfelag. Fráflytingin úr
Føroyum er stórsta hóttanin og má steðgast. Politikararnir
mugu til at taka spurningin um arbeiðsloysi og fráflyting við
nógv stórri álvara. Hetta heldur samfelagsfróðingurin
Jógvan Mørkøre.
Ein spurningur, sum av og
á er frammi, er, um vinnan
og tilfeingi í Føroyum ber
meira enn eitt ávíst tal av
fólki í hesum landi, sum
liggur nógv lægri enn
fólkatalið í dag. Jógvan
Mørkøre ivast onga løtu í,
at tad eru plåss fyri okkum
øllum.
-Vit hoyra so oftani tik-
ið til, at at vit kunnu ikki
liva av at klippa hvørjum
ødrum. Vit hoyra aftur og
aftur, at tú mást framleiða
teg burtur úr trupulleik-
unum. Men tað kann gott
vera, at vit skulu tæna ok-
kum burtur úr kreppuni
sigur samfelagsfrødingur-
in og heldur fram:
-Vit síggja, at tað ber
til at innrætta onnur sam-
feløg so, at tað bert er
brúk fyri einum brotparti
av fólkinum í tí fram-
leiðandi vinnuni, meðan
meginparturin er í tæn-
astuvinnuni. Og nú kann
ein eisini siga, at nógvar
tænastur eru ein fortreytin
fyri framleiðslu á einum
høgum stødi í dag.
Tænastuvinnan
stóran tydning
Jógvan Mørkøre heldur, at
vit í mongum fórum liva í
gomlum myndum. Tað
einasta produktiva vit
síggja er tann, sum dregur
fiskin upp úr sjónum og
sker hann á landi. Veru-
leikin er tann, at stórur
partur av tí, sum verður
nevnt óproduktiv vinna,
bæði innan tað almenna
og tað privata, er eisini er
knýttur at teimum gomlu
produktivu vinnunum.
-Tí er sjálvandi brúk
tænastuvinnununum
eisini. Tað er fáfongt at
hugsa sær, at tú ikki eisini
skal hava tænastuvinnu í
landinum. Uttan hana
kemur tú at hava eitt fiski-
vinnusamfelag á
steinaldarstødi um nøkur
fá år. Just tí eiga vit at
vara okkum fyri ikki bara
at tosa um fiskivinnuna
sum verandi einastu
produktivu vinnu. Tað er
so nógv annað, sum er
tengt at hesi vinnu og sum
hon ikki kann vera fyri-
uttan.
Jógvan Mørkøre heldur
annars ikki , at tað bert er
í fiskivinnuni, at vøksturin
hevur verið alt ov stórur.
Hetta er eisini hent innan
tað almenna, og tí skal
nógv eisini endurskoðast
har. Men tað er ikki bara
ein spurningur um at skera
niður. Tað er nógv meira
Jógvan Mørkøre, samfelagsfrødingur: -Einki samfelag, sum vil meta seg sjålvt sum
eitt gott samfelag, rekur fólki av landinum. Hendir tað, hava vit uppgivið okkum sjálv
sum samfelag
ein spurningur um at skera
til.og finna út av, hvat tú
vil- við almenna sektor-
inum og samsvarandi tí at
seta nøkur krøv til hans-
ara.
Monopolisering
Vit spurdu Jógvan Mørk-
øre um bankasamanlegg-
ingin fer at gerast nakar
fyrimunur fyri sam-
felagið. Hann sigur seg
illa duga at síggja, at tað
skal vera nakar fyrimunur
við einum samanløgdum
banka.
-Fyrst var fríur markn-
aður gandaorðið og var
tað hetta, sum varð tikið
fram í sambandi við kann-
ingarnar hjá IMF. Men um
somu tíð sum tú skal seta í
verk eina superliberalis-
tiska skipan, so stovnsetir
tú monopol í næstan
øllum ødrum vidurskiftum
i samfelagnum.
Taka vit Føroya Fiska-
virking, so siggja vit,
hvussu sterkur nýggi
bankin stendur har. Av-
leiðingin kann gerast hon,
at tað verður sera ringt hjá
ødrum at fáa fígging til at
fara í kapping við Føroyd
Fiskavirking. Tað er sum
um at høgra hond ger eitt,
uttan at vita, hvat vinstra
hond ger.
Og Jógvan Mørkøre held-
ur fram: -Tað verður tosað
um javnvágir av ymsum
slag. Tað vísir seg, at vit
eru ov nógv upptikin av
at fáa javnvág á fíggj-
arlóg, á gjaldsjavna ol.,
meðan vit gloyma aðrar
eins týðandi ella meira
týðandi javnvágir í
samfelagnum.Hetta hevur
við sær stórt arbeiðsloysi
og so eina fráflyting so
stóra, sum einki samfelag
kann góðtaka. Sjálvur
haldi eg, at meira átti at
verið hugt at spurn-
inginum um fólkaflyting-
inga. tá tosað verður um
hesar neyðugu javnvágir.
Einki samfelag, sum vil
meta seg sjálvt sum eitt
samfelag, rekur fólkið av
landinum. Vit hava nøkur
menningarlond, higani
fólk fara í onnur lond at
tjena valuta til land sítt.
Her hjá okkum verða fólk
næstan rikin av landinum,
tí her er einki til tey. Og tá
tað hendir, tá haldi eg vit
hava vit uppgivið okkum
sjálvi sum samfelag.
Samfelagsskylda
-Men tá arbeiði ikki er til
øll hesi fólkini, er tá nógv
annað at velja í hjá
nógvum enn at fara av
landinum?
-Tað er ongastaðni, at
tað er arbeiði til allar
hendur. Eitthvørt samfelag
hevur skyldu av sínum
borgarum. Og eisini før-
oyska samfelagið má liva
við einum ávísum ar-
beiðsloysi. Vit hava eina
moralska skyldu til at taka
okkum av arbeiðsloys-
inum. Tú kanst ikki bara
koyra hesi arbeiðsleysu av
landinum og til onnur
samfelgg.
Jógvan Mørkøre vísir
til mannarættindayvirlýs-
ingina, sum sigur, at eitt-
hvgrt menniskja hevur
rætt til arbeiði. Og tann
sum tá hevur skyldu til at
útvega eitt slíkt arbeiði má
vera tað samfelagið, sum
ein er partur av. Megnar
samfelagið ikki tað, tá má
tað tryggja, at fólk fáa
breyð á borðið. Tað er
Framhald á síðu 11