leygardagur 21. mai 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Nr. 95 — 21. MAI 1994 Síða 15
:D
da Kalmar 0.2.
hann ikki fór undir at reka
hotel í teimum tómu hølu-
num við Áarvegin.
Sum sagt so gjørt. Chr. D.
Restorff fór beinavegin
undir at kanna málið. Hann
fekk Verland Johansen at
smíðja sengur, klædnaskáp
o.a. innbúgv. Síðani var
farið til Danmarkar atkeypa
útgerð, sum hoyrir til ho-
tellvirksemi. Hann hevði
vanligt handilssamband við
danir, sum seldu tubbaks-
verur, og teir hjålptu Rest-
orff at finna fram til fólk
innan hotellyrkið í Dan-
mark. Tað var eingin løtt
uppgáva at fáa hotell upp at
standa í hesum tíðum, tí tað
var so stutt efir annan
heimasbardaga og lítið og
einki var fáa.
Í 1951 var alt leyst og lið-
ugt, og Hotel Hafnia varð
stovnað. Hafnia merkir
havn á látíni.
Fyrstu gestirnir
og læknastríðið
Jóhan Restorff var tá stórur
smádrongur, og hann minn-
ist, at teir fyrstu útlendsku
gestimar á Hotel Hafnia
komu til Føroyar í samband
við læknastríðið í Klaksvík.
- Eg minnist serliga jour-
nalistarnir, sum komu í
stórum tali, bæði úr Ong-
landi, Danmark og aðra-
staðni, fyri at greiða frá tí,
sum fór fram í Klaksvík,
sigur Jóhan Restorff.
- Tá komu ikki nógv
ferðafólk hendavegin. Tað
vóru nærum bert handils-
fólk sum ferðaðust tá, og
millum teir fyrstu vóru tveir
sviar, sum í mong ár komu
til Føroya á hvørjum ári, tá
sildarokið var fyri. Teir.
gjørdust so kendir í býar-
myndini, at fólk spurdu eftir
teimum, tá tann tíðin á ári-
num kom, og tey ikki høvdu
sæð sviarnir í gøtunum.
- Hotel Hafnia fekk eisini
eykanavn. Tað varð kallað
Vestmannaheimið, av tí at
so nógvir vestmenningar
gistu á hotellinum. Tá var
einki vegasamband við
Vestmanna.
- Annars komu eisini
nógv fólk til Havnar, sum
skuldu til tannlækna, og tað
kundi taka sína tíð, áðrenn
fólk fóru avstað aftur, sigur
Jóhan Restorff og minnist,
at onkur ungur maður fann
sær gentu í Havn, áðrenn
tannlæknaviðgerðin var lið-
ug.
Tóku ímóti gestum
á kajuni
Seinast í fimmtiårunum
fóru útlendingar so smátt at
ferðast til Føroya, tó at talan
ikki var um stórar ferða-
bólkar.
- Ein partur í arbeiðinum
var at fara oman á Tjaldur
og Drottningina, tá ferða-
bátarnir komu úr Danmark.
- Vit tóku ímóti gestum
okkara á kajuni, og tað
hendi meir enn so, at vit
fingu aðrir gestir heim aftur
vid okkum, sum ikki høvdu
bilagt sær kamar. Talan
kundi vera um einar fimm -
seks gestir hvørja ferdina,
sigur Jóhan Restorff.
Hotel Hafnia vaks við
árunum, og hevur verið
víðkað fleiri ferðir frá byrj-
anini, tá bert 18 kømur vóru
og eini 10 fólk tilsamans ar-
beiddu á Hafnia, til í dag, nú
58 kømur eru, sum kunnu
hýsa 105 gestum. 30 fólk
hava fast starv, umframt
eykafólk, ið verða tíkin inn,
tá stórri tiltøk eru á Hafnia.
Jóhan Restorff fór í hotel-
læru sum 17 ára gamal.
Uppá fyrispurning, um
hann ongantíð hevði hugsað
sær aðra útbúgving, sigur
hann: - Nei, eg hevdi longu
tá fingið virusið, so har var
einki at gera.
Hava ongantíð
skjelda
Meðan henda samrødan fer
fram, er hópin ferðsla til og
úr stjóraskrivstovuni. Tá
annar beiggin noyðist at
fara ørindi, sessast hin í
hansara stað at tosa við
Sosialin. Beiggjarnir eru so
nær knýttir hvørjum gðrum,
atannar heldur fram, har hin
sleppur.
M.C og Jóhann Restorff
eru báðir útlærdir innan
hotellvinnu. Teir eru altíð
samdir, tá avgerðir verða
tiknar, sum hevur við virk-
semið at gera.
M.C. sigur, at Jóhan hev-
ur serligt tekniskt innlit, og
tekur sær av øllum ti, sum
hevur vid teknik at gera.
- Eru trupulleikar við
tekniskari innlegging ella
hvussu best er at gera, fyri at
fáa okkurt gjørt, uttan tó at
taka veggir niður, so veit
Jóhan altíð ráðini, og kemur
til eina loysn, sigur M.C..
- Hinvegin, so er tað M.C
starvsfólkini fara til, um tey
hava onkran trupulleika at
dragast við, tað veri seg í ar-
beiðinum ella privat, sigur
Jóhan.
- Eg havi mangan sagt, at
vit áttu at havt eitt skelti,
sum segði frá, at har kunnu
fólk fara at tosavið M.C.. Eg
havi eisini einaferð gjørt eitt
slíkt skelti, tí M.C. nærum
ikki mundi komið aftirí-
Á hvitusunnu '94
8 >
aftur, eftir langa og drúgva
samrødu, sum eg ikki ivist í,
eydnaðist væl. Hann er góð-
ur í ráðum, sigur Jóhan.
M.C. sigur fráhotelstjóra,
sum tók hann til viks, tá
hann var liðugt útbúgvin á
Hotel Royal í Keypmanna-
havn í 1971: - Hann hevði
arbeitt saman við beiggja
sínum, og visti, at eg fór
heimaftir til Føroya at
hjálpa beiggja mínum
Hann segði: - Far ikki
heim at arbeiða saman við
beiggja tínum. Tað er tað
býttasta tú kanst gera. Eg
veit tað, tí eg havi roynt tað
sjálvur.
Eg kenni beiggja mín
- Eg svarði honum: - Eg veit
ikki hvussu beiggi tín er,
men eg kenni beiggja mín,
og eg veit, at vit fara at
arbeiða væl saman, sigur
M.C..
Hann er fegin um, at hann
fór at arbeiða saman við
beiggjanum, men saknar, at
hann ikki hevur verið burtur
í heimi og arbeitt nøkur ár,
Orsøkin til at Hotel
Hafnia varð stovnad i
1951 var tann, at Hotel
Føroya brann og einki
hotel ti var i Havn. Nú
stendur næsta ættarliðið í
familjuni Restorff fyri
hotellinum. Vinstrumegin
siggjast: M.C. Restorff,
Kirsten Lindberg og
Jóhan Restorff
áðrenn hann fór aftur til
Føroya.
- Veruleikin var bert tann,
at tað var ov strævið at vera
einsamallur her, og pápi var
vorðin gamal tá. Tíkendi eg
tað sum mína skyldu at fara
heimaftur. Tað havi eg ong-
antíð angrað, sigur M.C.
- Vit kunnu hava hvor
sína áskoðan, men vit eru
ikki ósamdir og vit skjeldast
ongantíð. Tað er ein serlig-
ur kærleiki til arbeiðið - vit
hava havt so nógv saman
gjøgnum árini - hann er
eldri beiggi mín, sum hevur
nógvar royndir, eg eri litli-
beiggi, og hann hevur altíð
havt virðing fyri mær, sigur
M.C. kensluborin - og tóeitt
sindur errin.
Gamli Chr. D. Restorff
var stjóri á Hotel Hafnia til
hann var 77 ára gamal. Tá
var Hotel Hafnia gjørt til
partafelag, og synirnir og
dótturin tóku yvir eftir páp-
an.
Næsta ættarlið av hotel-
fólki stendur á gáttini.
Jan Restorff, sonur Jóhan
er útlærdur reseptionistur
og tænari. Hann er nú rest-
urantstjóri á Glostrup Park-
hotel, sum er víðakent fyri
at borðreiða við góðum
mati. Rosa Maria er dóttur
M.C. og hon er í læru á Roy-
al Hotel í Keypmannahavn,
og annar sonur Jóhan, Mart-
in, er í kokkalæru.
- Jú, hornasteinarnir til
næsta ættarliðið á Hotel
Hotel Hafnia er
nitimansgjørt og vidkad
fleiri ferdir gjøgnum
árini. Í byrjanini vóru 18
kømur. Í dag kunnu 105
fólk gista á Hafnia
Hafnia eru lagðir, sigur
M.C. brosandi.
Færri gestir í ár
Hotelvinnan er ikki longur
tað, sum hon var einaferð.
Eisini Hotel Hafnia hevur
trupulleikar við at fáa
endarnar at røkka.
- Í ár hava ikki so nógvir
gestir umbidid sær pláss,
sum undanfarnu ár. Um-
framt tað, so frætta vit
uttaneftir, at tað kostar ov
nógv at gista á hotel í Før-
oyum, sigur M.C...
- Hetta er tó ikki eindømi
fyri Føroyar, tað er eins
nógv myndin av fíggjarligu
trongstøduni í Norðurlond-
um og Europa sum heild, ið
er orsøkin, sigur M.C. Rest-
orff.
- Vit hava tó megnað at
hava handverkarar sum um-
væla kømur 0.2., so slit ikki
sæst, og tað er umráðandi
fyri okkum. Tað er tungt í
løtuni, men heldur ikki verri
enn tað.
- Vit fara glaðir og takk-
samir til arbeiðis um morg-
unin, men vit berjast fyri at
fáa hotellið at bera seg -
"hyggja upp um fjøllini" og
við einum brosi á varru-
num, siga teir báðir Jóhan
og M.C. Restorff