Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. juni 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 108 — 10. JUNI 1994 Sida9 Eríggjakveldið kl. 21.50; Ørnin hevur lent Enskur filmur frå 1976 við Michael Caine, Donald Sutherland og Robert Duvall í høv- udsleiklutunum. f 1943 arbeidir tann tyska fregnartænastan vid eini ætlan at ræna Winston Churchill, sum skal halda viku- skifti í eini bygd í Norduronglandi. Fall- skýggjahermaðurin Kurt Steiner — Michael Caine — skal skipa fyri ráninum. Filmurin er ikki hóskandi fyri smærri børn. Leygardagin kl. 17.30: Fótbóltsteknikkur Flemming Povlsen greiðir frá driplingum og renning við bólti. Heimavøllurin, West- phalen Stadion í Dortmund í Týsklandi, er krmurin um venjingarnar hesaferð. Leygarkvøldid kl. 19.05: Knust hjørtu Fronsk radsending í 16 pørtum um kær- leika, øvundsjiiku, lív og deyða, brotsgerðir og revsing. Hendingarnar fara fram á tí fronsku Rivieruni. Leygarkvøldid kl. 22.10; Manhunter Am. kriminalspenningsfilmur frå 1986. Ein hópdrápsmaður gongur leysur og løgreglan stendur á berum. FBl-agenturin Will Graham hevur verið niðurundirkomin sålarliga eftir at hava handtikid hópdráps- mannin og kannibalin Hannibal Lecter, men er so smátt farin at koma fyri seg aftur. Tá hann verður biðin um at leita eftir dråps- manninum, er hann trekur í fyrstuni, men letur seg yvirtala. Hansara máti er at royna at hugsa sum drápsmaðurin, og fyri at gera tað noyðist hann at fara til Hannibal Lecter. Sunnudagin kl. 15.00: Lykilin undir mottuni Oscar-løntur amerikanskur skemtifilmur frå 1960 við Jack Lemmon og Sherley MacLaine í høvudsleiklutunum. Tann ungi skrivstovumaðurin C. C. Baxter arbeiðir í einum tryggingarfelag í New York. Hann tjenar ikki tað nógva, er uppaftur minni virdur og útlitini fyri at fáa eitt betri starv eru ikki serliga góð. Men tá hann fer at læna stjórum og ødrum góðum monnum í fyritøkuni, sum hava brúk fyri eini løtu saman við elskarinnuni, íbúðina hjá r, fer at ganga betur. Sunnukvøldid kl. 18.20: Samrøda vid Dennis Potter Rithøvundurin, sum gjørdi sjønvarpsrød- imar »Tann syngjandi detektivin«, »Penni- es from Heaven« og >Túsund svakir tank- ar« er deydiliga sjåkur av krabbameini. I hesi samrøduni tosar hann um lívið, sjúk- una og familju sína. Sunnukvøldid kl. 20.15; Tað, hondin skapar Gunnild Gaardsdal fortelur um handar- beiðsskúlan hjá sær, har dygd og skapan- arhugur hava alt at siga. Sunnukvøldid kl. 21.55; Trenchcoat % Á ” 2 Margot Kidder Am. filmur frá 1983 við Margot Kidder í høvudsleiklutinum sum ein kriminalrit- høvundur, sum fer ein túr til Malta, har hon verður drigin upp í hendingar, ið fáa hennara egu kriminalromanir at blikna afturímóti. Tyskvøldid kl. 22.00: Kvinnan Jackie Kennedy -1:3 Am. stuttrød í trimum pørtum um eina ta kendastu kvinnuna í hesi gldini, Jackie Kennedy. Hon var ung, vøkur, hevði ávirkan í poli- tikki og var sjålvstødug. Hon brúkti stórar peninganggdir upp á klæðir og gimsteinar og gjørdist tann stóra fyrimyndin hjá milli- ónum av kvinnum um allan heim. Hon var gift við yngsta forseta í USA nakrantíð, John F. Kennedy, og øllum tókti synd í henni eftir morðið í Dallas í 1963. Tí kom tað øllum dátt vid, at hon giftist vid ti grikska milliarderinum og reiðaranum Ari- stotle Onassis. Men hvussu var kvinnan Jackie Kennedy? Mikukvøldid kl. 19.00: Jeeves & Wooster Nyggjar søgur eftir P. G. Wodehous um tann yvirenska gentlemannin Bertie Wooster og hansara ómissandi butlara Jeeves. Trúgv ti ella ikki, men Wooster er farin at hugsaum hjúnalag. Jeeves hevur sína mein- ing um ta útvaldu — men kortini spyrst romantikkur burtur úr tí. Mikukvøldid kl. 22.25: V/X Vandamikil trix Am. filmur frå 1986. Rollie er serfrødingur i at gera teir serligu effektirnar, sum framleidarar av ræðu- filmum brúka so nógv. Tí er tað so líkatil, at myndugleikarnir venda sær til Rollie, tá teir skulu skipa fyri einum sannførandi »and- låti«. Men tað miseydnast, og hann noyðist at brúka allar snildir fyri at sleppa við lív- inum. Óhóskandi fyri smærri børn. Hóskveldið kl. 21,10: Tann russiska mafian Í tí seinnu sendingini um ta russisku mafi- una hitta vit mafiubossarnar og teirra verð. Mafiuleiðarin Anton er liðugur og tekur sjónvarpsliðið út á garðin hjá sær, har hann greiðir frá mafiuvirkseminum og um, hvussu teirra lógir virka. Greitt verður eisini frá stríðnum hjá løgregluni ímóti brotsmonnunum, og frá virkseminum, ið gevur mafiuni tær veldugu inntøkurnar. Samframleiðsla ímillum NRK, YLE/ FST, RUV, SVTI og Danmarsk Radio. Í kveld fer 5. fl. í Sankta Frans skúla at spæla ein sjónleik fyri okkum. Hann er um eina gentu, sum keðir seg — kanska mest tí at foreldur hennara ikki lurta eftir henni. Tí- betur hittir hon Jógvan... Hesin sami flokkurin hevði eina evnis- viku um havið herfyri. M.a. varð ein skuggaleikur gjørdur yvir sangin um Stór- hvalagildið. EEIGGTRKVSKIÐRLÍD.25: Tá id djóraborn verða stór Hesaferð skulu vit m.a. síggja klukkur, sum kunnu rulla kúlur, sum viga seks ferðir so nógv sum ein klukka, og um hvussu orm- verur verða firvaldar. Sunnukveldið kl. 19.30; Lítli lækni á preriuni Colleen verður skotin í ti vøkru Sully, og ger av at hann skal bjarga henni frá einum stórum vanda, soleiðis sum hetjur altíð gera í skaldsøgunum. Fyri at kunna gera tað, må hon fyrst fáast í lívsvanda — og tað fæst hon.