Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin ] Nr. 112 — 16. JUNI 1994 Síða5 Óli Jacobsen ætlar sær ikki bara at sita á åhoyraraplåssunum i tinginum komandi árini. Og hann ætlar sær framvegis at vera formaður Fiskimannafelagsins um hann verður valdur Óli Jacobsen, Verkamannafylkingin: Fakfeløgini stilla ikki upp Verkamannafylkingin hevur onga meining um viðurskifti okk- aravið Danmark ella um EF-limaskap. Hon hevur heldur onga meining um hýógra og vinstra. Verkamannafylkingini, uttan mun til politiskan lit. Og fylkingin kann samstarva við allar flokkar á tingi um praktiskar loysnir. Hóast fakfelagsfólk eru við, er tað er ein misskiljing, at Verkamannafylkingin umboðar fakfeløgini Tá tosað verður um at Verkamannfylkingina, verður ofta sagt, at tað eru fakfeløgini, sum stilla upp. Hetta er ein stór mis- skiljing. Óli Jacobsen, sum er eitt av valevnunum, leggur dent á, at hetta er ein fylking af einstaklingum. Og hóast nøkur teirra hava tilknyti til fakfeløgini, so eru tad ikki fakfeløgini, sum standa aftanfyri. - Fyri mítt viðkomandi kann eg siga, at nevndin í Fiskimannafelagnum hevur gjørt greitt, at hon onki hevur við hetta at gera. Tað eri eg persónliga, sum orsakað av teimum royn- dum eg havi gjørt, nú velji at lata meg stilla upp. Ikki misbrúk Spurdur um hann íkki misbrúkar sína støðu sum formaður í Fiskimanna- felagnum til síni persónligu politisku áhugamál, sigur Óli: - Spurningurin er, um eg sum fakfelagsformaður kann brúka min persónliga rætt til politiskt arbeiði. Tað haldi eg, at eg kann. Og hesum er nevndin í Fiski- mannafelagnum samd við mær í. Kunnu samstarva við allar flokkar Spurdur hvørjar flokkar hann heldur, Verkamanna- fylkingin best kann sam- starva við á tingi, sigur Oli Stutt og greitt: Allar! Og hann roknar eisini við, at allir flokkar noyðast at samstarva eftir valið. - Men um tit kunnu sams- tarva við allar, hví stilla tit so upp? Fer tað ikki gera eitt breitt samstarv í tingi sera trupult, um td. 10 flokkar koma inn? - Nei, eg trúgvi ikki at tað verður meira trupult, enn tað hevur verið farnu árini, sigur hann. Praktiskar loysnir Í valstríðnum hava flestu flokkar lagt ætlanir fram um, hvussu teir-halda at samfelagið skal rekast kom- andi árini. Er onki av hes- um, Verkamannafylkingin kann taka meira undir við enn annað? | - Nei! sigur Óli Jacobsen. Tá valið er av, mugu gll vallyfu leggjast til viks, og flokkarnir mugu í felag royna at finna praktiskar loysnir. Og hesar praktiskar loys- nir væntar Óli Jacobsen hvorki fara at hava nakað vid loysing samband, høgra ella vinstra at gera. Og ú hevur Verkamanna- fylkingin onga meining um hesi mál. - Stríðið um hetta verður als ikki aktuelt komandi árini, heldur Óli. Allir flokkar mugu leggja sínar idcologiir ul viks, og í staðin = samstarva um prakuskar loysnir. Ætlan fólkafloksins um stóra lønarlækking við lóg, heldur Oli verða ógjørliga at gjøgnumføra, og hann ivast tí ikki i, at flokkurin má sleppa hesi ætlan eftir valið. - Tað ber ikki til at tvinga tílíkt igjøgnum ímóti vilja- num hjá fakfeløgunum, sigur hann. Eingin sosialisma Sosialistiski - Loysingar- flokkurin stillar ikki upp hesaferð, men okkurt val- evni hjá hesum flokki er nú í staðin valevni hjá verka- mannafylkingini. Men tað merkir sambært Óla Jacobsen ikki, at fyl- kingin hevur nakra stóðu til hvorki sosialismu ella loys- ing. - Væntar tú, at t.d. Luitjen Apol fer at halda uppat at virka fyri síni sannføring, nú hann er í Verkamanna- fylkingini? - Ja. Eg rokni sum sagt við, atøll ideologi må leggjast til viks komandi fyra årini. Fólk i Verkamannafyl- kingini, sum hava tílíkar meiningar, verða eisini noydd at leggja tær til viks, sigur Oli. 2 Qll kunnu vera við í Undirvísingarleiðari Í Landsskúlafyrisitingini er eitt avloys- arastarv, fyribils í 1 ár, sum undirvising- arleiðari fyri sjómanna-, maskinmeist- ara- og aðrar maskin- og eltøkniut- búgvingar leyst at seta skjótast til ber. Starvsuppgávurnar fata um m.a. hesi åbyrgdarøki: — at menna innihaldið í nevndu út- búgvingum at fyrisita og fremja tær tænastur og tey mál, sum fyrisett eru, og at leiða arbeiðsuppgávurnar at hava eftirlit við, at fyrisett mál verða rokkin, og at uppgávurnar verða loystar, sum fyrisett. Tann, ið sett/-ur verður, skal hava holla útbúgving og gott innlit í tey útbúgving- arøki, ið nevnd eru. Fyri tann rætta umsøkjaran er hetta eitt starv við fjølbroyttum uppgávum í ein- um góðum arbeidsumhvørvi. Starvið verður lent í 31. lønarflokki í av- talu millum Foroya Landsstýri og Tæn- astumannafelag landsins. Umsóknir saman við prógvum og meguligum ummælum skulu verða Landsskúlafyrisitingini, Falkavegi 6, Postrúm 3279, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 8. juli 1994. Tórshavn, tann 14. juli 1994 Landsskúlafyrisitingin Nýggj EF-avtala Verkamannafylkingin hevur heldur onga stóðu til spurningin um EF-lima- skap, men hon vil virka fyri, at vit fáa eina betri avtalu enn tað verandi - og møguliga eini tollunión, upplýsir Óli Jacobsen. Onkur vil kanska halda tað vera lýgið at stilla upp til val, uttan at hava greiðar meiningar um fleiri grund- leggjandi mál. Men Óli sigur orsøkina vera, at tað týdningarmesta beint nú er at virka fyri at arbeiðspláss verða skapt, og at vit aftur fáa rættartrygd í sam- felagnum. Fyrr enn tað er fingið uppá pláss, er tað meiningsleyst at tosa um tey ideologisku málini, heldur hann. BILLUTIR útvegast til FLEST ALLAR BILAR Fa. BILLUTIR Tlf. Fax. 21605 21666 Vit greida ALLA VBRUVOGNS KOYRING | '& FLYTING Verður sitandi m sum FF-formadur — heima sum úti — Óli Jacobsen ætlar sær ikki TRYGT 8 BILIGA frå sum formadur Fiski- Vith = mannafelagsins, hóast hann ava útgerðina og kunnu altíð geva eltt KAPPINGAR- Ført TILBOÐ verður valdur á ting. - Eg fari á tingi at virka fyri áhugamálum fiski- manna, so eg haldi íkki at tað verður nakar trupulleiki Pf. HP-TRADING Hee bæði Yviri við Strond 3 MG Sox 2170 110 Torshavn Tit. 17272 Fax. 15009