Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 114 — 18. JUNI 1994 Fyrikomandi og fryntlig var manningin umborð á Sea Star, tá foroyingar vitjaðu umborð. Mynd kalmar William D. Auble, varastjó ri hjá Western í London: Landsstýrið gjørt eitt gott arbeiði -Eg kann ikki lata vera við at takka fóroyska landsstýrinum fyri at hava gjórt eitt sera dygdargott arbeiði. Tað hevur arbeitt bæði skjótt og væl, nú tit hava ynskt at kanna, um olja og gass er í undirgrundini. Vit hava arbeitt kring allan heimin og samanborið við royndirnar vit hava havt fleiri staðni hevur tað gingið sera skjótt at koma í gongd her. Aðrastaðni hevdi tað, sum tit hava klárað upp á rættiliga stutta tíð, tikið fleiri ár. M.a. hesi rósandi orðini hevði varastjórin hjá heimsins størstu seismikk- fyritøku, Western i Lond- on, William D. Auble at bera landsstýrinum, tå Blaðstjórin á Sosialinum tosar her við skiparan hann takkaði fyri at hava fingið uppgávuna at kanna føroysku undirgrundina og beyd meira enn hundr- ad innbodnum føroyingum vælkomnum x Á xx á Sea Star, Garrett Dowcit. umborð á eitt av nýggjastu skipunum hjá felagnum. Westemskipið Sea Star kom á Havnina hósdagin og høvdu føroyingar høvi at vitja umborð allan ið fríggjadagin. Millum tey mongu innbodnu vóru Tummas Arabo og Bergur Jacobsen, landsstýrismenn umframt umboð fyri vinnulívið, politisku flokkarnar, feløg og stovnar. Fegin William Auble var sera fegin um, at Western hevði fingið uppgávuna frá landsstýrinum at kanna undirgrundina. Hann metti hetta sum eitt stórt álit á arbeiði hjá felagnum og helt fyri, at teir vildu gera alt fyri at kunna nøkta føroyska ynskinum um at fáa sum mest at vita, um møgulcikar eru til stedar at finna olju og gass í undirgrundini. -Vit hava meira enn 60 ára royndir á hesum øki og eru í dag størsta fyritøka av sínum slag. Vit eiga heimsins størsta og best åtgjørda seismikkflota og Sea Star er eitt av teimum bestu r bs madur um Western-”vitjan”: Tíðindablaðið CH STYFIS= á Sea Star. Mynd kalmar -Vitjan tykkara í dag og arbeiði tykkara komandi mánaðirnar kann gerast eitt sera týðandi vegamót í føroyskum vinnulívi og fyri alla føroysku tjóðing sum heild. Tit skulu vera hjartaliga vælkomnir higar og vónandi kunnu vit fáa eitt gott sam- arbeiði. M.a. hetta segði Bergur Jacobsen, lands- stýrismaður, tá hann vegna landsstýrið beyð Westernskipinum Sca Star og manning tess hjartaliga vælkomin til Føroya. Hetta hendi fríggjadagin, tá umleið 100 føroyingar vórðu bodnir umborð at síggja hetta eitt av heimsins mest framkomnu seismikkskipum. Landsstýrismaðurin bað amerikanska felagið fara hugagott til verka og fáa nøkur positiv úrs- lit. Í meðan vildi lands- stýrið gera alt fyri at fyrireika eina komandi Vegamót í føroyskum vinnulivi - Føroya Oljuídnaður var vælumboðaður umborð oljuvinnu eitt nú skipa fyri tí neyðuga lógar- karminum, sum er so týðandi partur av cllum grundarlagnum undir eini slíkari vinnu Bergur Jacobsen visti til orðatakið hjá Storm | P, um at tað er ringt at spáa og serliga um fram- tíðina. Við hesum orðunum vendi hann sær til teir føroyingar, sum hava verið í so ótolnir eftir at koma í gongd við kanningunum av undir- grundini. -Nú Westernskipið er komið dugir hesi fólk at skilja, at vit í landsstýri- num hava arbeitt bæði miðvíst og serigst við hesum stóra máli og nú bíða vit so eftir úrslit- inum av kanningunum. Bergur Jacobsen heil- saði manningini á Sea Star frá Maritu Petersen, løgmanni, sum er í Is- landi í sambandi við tjóðarhátíðina fyri sjálv- stýri Íslands. ! jan útgjørdu endamålid. Westernstjørin visti á, at teir hava arbeitt allan knøttin runt frå Alaska til Mexico, frå Norðsjónum til Persiska Golfin og nú vóru teir loksins komnir ul Føroya, sum hann metti at vera eitt spennandi framtíðar øki fyri skipunum tl møguligari olju og gassi. Góðar vónir -Vit hava góðar vónir men føroyingar mugu ikki gloyma, at i Saudi Arabia máttu teir gera heilar sjey royndarboringar, áðrenn teir funnu olju. So tit mugu hava tol - ímeðan fara vit ti verka við hesa spennandi uppgávuna. Fyri framman liggur eitt stórt og strævið arbeiði og bíðar eftir okkum. Vit fara nú í gongd og vónandi fáa vit eitt gott samstarv við føroyingar segði William Auble á samkomuni um- borð. jan