Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juni 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (571; Westernfólk umborð á Sea Star: Góðir møguleikar Nógv bendir á. at olja i íaroysku undirgrundini. Hetta var greiða svarið vit fingu frá Western-fólki umborð á seismikkskipinum Sea Star fríggjadagin. Bretsku fundini beint við føroyska markið og seismiskar og magnetiskar kanningar, sum eru gjørdar á føroyska økinum benda á, at tað uttan iva finnast stórar oljugoymslur á føroyskum øki. Spurn- ingurin er bara júst hvar mkt i eir gjørdu eina “testlinju" sunnanfyri fyri at royna útgerðina. Mynd kalmar hesar goymslurnar eru og hvussu stórar tær eru. Í oljuverðini verður tosa um “elafantar", tá tal- an er um ómetaliga stórar oljukeldur. Og júst hetta orðið verður oftani nevnt, tá tosað verður um før- oyska økid, hóast eingin enn - í hvussu so er ikki alment - hevur lagt nøkur prógv fram, sum vísa, at olja er til steðar. Tað er so nettup upp- gávan hjá Western at kanna, um umstødur eru at finna olju her yri, at olja kann verða goymd í føroysku und- irgrundini. Westernfólk siga, at seismisku kann- ingarnar, sum longu eru gjørdar á føroyskum øki, siggja lovandi ut. -Vit høvdu neyvan heldur brúkt 7 mill. kr. um månadin komandi mån- aðirnar fyri at kanna før- oysku undirgrundina, um vit ikki hildu, at her er okkurt at finna sigur geo- fysikkarin Turgay, sum hevur ábyrgdina av jálvar! dataviðgerðini umborð á Sea Star. Hann hevur áður verið her og heldur fyri, at tað sær sera ljóst út. Hann vísir serliga til fundini bretsku megin markið og annars til tær kanningar, sum eru gjørd- ar her um leiðir. Føroyar spennandi øki William Auble, varastjóri hjå Western i London heldur eisini møgu- leikarnar vera góðar at finna olju, hóast tað mugu Nr. 114 — 18. JUNI 1994 boringar til fyri at kunna siga nakað við vissu. Seismisku kanningarnar fara ikki at siga um olja er her, men um umstødurnar at finna olju eru tilstaðar ella ikki. Hann sigur við Sosial- in, at Føroyar eru eitt sera spennandi øki at kanna, nú flestu onnur gki í hesum partinum av verðini eru liðugt kannað. Hann legg- ur dent á, at hetta møgu- liga bert er byrjanin til eitt longri og spennandi samarbeiði. Tí um fyrstu úrslitini eru góð so skal stóða takast til, um farast skal víðari við 3 dimen- sioncllum kanningum. Teir hava arbeitt í 15- 20 ár í Norðsjónum og hann útilokar ikki, at eitt samarbeiði við føroyingar kann fara at vara eins leingi, um olja finst her. William Auble sigur, at talan er um eina sera torføra jardfrødi her við Føroyar og megna teir at klára fáa "bilbukt” við hana, so liggja her sera stórir møgulcikar. Vit frætta annars, at útgerðin, sum Western í dag hevur, er so mikið framkomin, at tað er einki tl hindurs fyri at fáa góðar upptøkur frá løgunum undir hasaltinum WesternstjOrin er ikki í Síða 7 iva um, at føroyingar hava valt tað rætta felagið til at gera hesar kanningar. Vit eru nr. 1. -Vit eru nr. 1 í verðini og vit skulu gera alt fyri at koma ul góð úrslit. Hann sigur annars, at oljufeløgini vísa teirra kanningum sera stóran á- huga. Upp á fyrispurning um vit kunnu rokna við at finna olju”elefantar “ vid Føroyar tvs. rísastórar oljukeldur sigur Auble, at hetta er nakað, sum øll í oljuvinnuni ynskja, ti hesir gerast færrri og færrri. So er tað nakað, sum vit heldur ynsktu, so var tað at finna nakrar slíkar elefantar á føroyskum øki. Fundini vid Hetland boða frå g6dum leggur hann aftrat. Western er annars sinnað til at gera alt fyri at fáa føroyingar í arbeiði í oljuvinnuni og fara teir eisini at royna at fáa teimum pláss umborð. Auble sigur at enda, at tey fyrstu urslitini frá kanningunum kunnu fyri- liggja fyri nýggjár. Æt lanin er næstu fýra mán- aðirnar at savna inn data og so ganga einir tveir mánaðir við dataviðgerð. jan Atli Dam, tingmaður: Skilagóð avtala um seismikkin Millum mongu innbodnu gestirnar umborð á Wes- tern-skipinum fríggjadagin var eisini maðurin, sum skrivaði undir avtaluna við danir um yvirtøku av undirgrundini og sum har- ruddað: slóð fyn teimum kanningunum, ið heimsins størsta seismikk- fyritøka nå fer undir, nevniliga fyrrverandi løg- madur Atli Dam. Vit spurdu Atla Dam, hvussu tað kennist nú minni enn tvey ár eftir, at henda avtala varð gjørð - við danir, at vera umborð á skipinum, sum komandi Framhald á síðu 28 Atli Dam var millum fyrstu politikararnar at vilja umbord