mikudagur 13. juli 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ESF
Nr. 131 — 13. JULI 1994
Síða 5
“Whales Forever” í Lerwick:
22 journa-
listar eru
umborð
— Vit hava ikki merkt nógv til vitjanina hjá Paul
Watson. Enn er ikki avgjørt um skipið skal um-
vælast í Hetlandi ella um tað fer til Aberdeen,
segði Sandra Loerenson frá havnaskrivstovuni i
Lerwick, tá vit tosaðu saman á middegi í gjár
Fríggjadagin kom skipið
hjá Paul Watson, "Whales
Forever“ til Hetlands. Teir
sigldu inn í Bressay-sundid
og løgdu at í havnini í
Lerwick. Báturin liggur
framvegis í Lerwick og enn
er einki gjørt við skeinuna
hann fekk á bógvin, aftaná
at hann rendi saman við
norska sjóverjuskipið,
"Andesnes“, í Vestfjørdin-
um í Nordumoregi fyrr í
seinastu viku.
— Tá "Whales Forever“
kom til Lerwick vóru 22
journalistar umborð. Síðan
tá eru fleiri komnir afturat.
Journalistarnir vóru serliga
úr Europa á meginlandin-
um, sigur Sandra Loeren-
son av havnaskrivstovuni í
Lerwick.
Aftaná at Paul Watson
hevði verið í hornatøkum
við norsku sjóverjuna boð-
aði hann frá, at fleiri av
manningini vóru særdir av
skotum.
Hava læknar verið um-
borð og hjálpt særdum
fólki, ella er nakar fluttur á
sjúkrahús?
— Mær vitandi hevur ong-
in lækni verið umbord,
heldur ikki er nakar fluttur í
land og eg havi ongan særd-
an av "Whales Forever“
sæð, sigur Sandra Loerent-
sen.
Hvat halda hetlendingar
um Paul Watson?
— Vit hava ikki nakra
hvalaveiðu í Hetlandi og eg
haldi at hetlendingar eru
likasælir. Tað sæst eisini á
vitjanini hjá "Whales For-
ever“ Tað er næstan einki
fólk at síggja við skipið,
ongin vitjar umborð, het-
lendingar hava næstan ikki
lagt til merkis, at Paul
Watson er her, sigur Sandra
Loerentson.
— Teir verða liggjandi í
dag, sum eg skilji, so skulu
teir nú taka stóðu til um
skipið skal umvælast í
Hetlandi ella um tað skal
sigla suður til Aberdeen.
Teir fáa ivaleyst stórri
umtalu í fjølmidlunum, um
teir liggja í Aberdeen. Men
sum sagt, fleiri fjølmidla-
fólk afturat hava mynstrað
umborð, sigur Sandra Lor-
entsen.
Hava tit havi nakrar
trupuleikar av manningini
umborð á "Whales For-
ever“ í landi?
--Nei vit hava ikki sæð
nógv til teir og hetland er
kanska ikki tað mest áhuga-
verda landið hjá teimum at
gera um seg, sigur Sandra
Lorentson.
"Whels Forever" liggur
framvegis í Lerwick. Skor-
steinurin er prýddur við
tekni, sum sigur, at Paul
Watson hevur verið við at
søkkja seks skip. Frammi á
Bógnum er ein sokallaður
"hávasaksur“ sum kann
nýtast at søkkja eitt minni
skip. Tá skipið er sjóklárt
aftur liggur leiðin til
Føroyar.
jústinus
hjá honum, heldur ikki frá
tyrluni sum fleyg yvir
honum.
Norsk blað gera nógv
burturúr hendingini í Lo-
foten og semja er um, at
| royndin hjá Watson at
Li |
Miseydnað
Noregsferð
Sendi 70 ferðir neyðarkall, fyri at vekja áhug-
an hjá heimspressuni, men hetta miseydnað-
ist fullkomiliga
venda heimsins eygum,
serstakliga móti sær sjálv-
um og síðan skipi sínum
miseydnaðist fullkomi-
liga.
Umborð á "Whales For-
ever" vóru ikki færri enn
22 europæisk tíðindafólk,
við fototólum, sum stóðu
tilreiðar og bíðaðu eftir, at
norðmenn skuldu koma
umboðr og taka Watson.
Norsku blødini eru
samd um í dag, at høvdv
norðmenn latið seg freist-
að og farið umborð, so
hevði = hetta verið
dramatikkur og reklama
av einum ødrum heimi
fyri Paul Watson. Paul
Watson hevði uttan iva
roknað við, at norðmenn
fóru at koma umborð og tí
er ferð hansara í Norður-
noregi fullkomiliga mis-
eydnað.
Ameriknaska sjónvarp-
ið CBS vísti filmin sum
norska norska vaktartæn-
astan tók tá samanbrest-
urin hendi. Nú nyttar ikki
vid kliptum myndum frå
Watson at koma aftur-
umaftur. jústinus