Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juli 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Óli Jacobsen: Heilagar kýr mugu slaktast Oli Jacobsen borgarligu heldur, at teir mugu sleppa sínum krøvum um lønarskurå. Men hann heldur Verkamannafylkingin ikki, at má sleppa sínum krøvum um ALS Óli Jacobsen er ikki so avgjørdur sum Kristian Magnussen, tå talan er um tann almenna sek- torin. - Vit siga kortanei til hópuppsagnir og lem- jing av tí almenna sek- torinum, men effektivi- sering og meguliga samanlegging av stovn- um kunnu vit væl tosa um, sigur hann. - Men okkara hevuðsmál er at styrkja tann privata sektorin. Tann fráboðaða lønar - niðurskurðin hjá teim- um borgarligu sigur Óli kortini greitt nei ul. - Men eg vænt ikki at tað verður nakar trupul- leiki. Teir mugu sjálvir duga at síggja, at teir mugu sleppa hasum. Teir hava bara 14 mans tilsamans, og teir fáa ongan annan at ganga við til tað. Breitt samstarv Annars heldur Óli, at veljarin gav greið boð um, at hann ynskir eitt breitt samstarv - og tað inniber, at heilagar kýr mugu slaktast hjá øllum Men er Verkamanna- fylkingin ikki sjálv ein forðan fyri breiðum samstarvi, tá hon sten- dur so fast uppá at útgjaldið til tey arbeiðsleysu bæði skal hækka og umfata fleir fólk? - Eg haldi at allir flokkar hava givið til kennar, at korni hjá teimum — arbeidsleysu ikki kunnu góðtakast. So tað vænti eg, at tað fer at bera til at fáa semju um, sigur Óli Jacobsen. - Men tað eru bara tit og teir kristiligu sum hava fráboðað so stór- um hækkingum. Eru tit ikki vid til at fastlæsa støduna, vid at halda so fast vid tykkara - å sama hátt sum fólkaflokkurin heldur uppá sítt? - Eg vænti, at fólka- flokkurin má sleppa síni ætlan. Ger hann ikki tað, hevur hann heilt misskilt signalið frá veljarunum. Tað var jú akkurát so at hann ikki misti 6 mannin eisini. $s- Til BLADSØLURNAR sosialúrin aftur UTSELDUR? Boðið so beinanvegin frá á tlf. 11820. Uttanfyri vani. arbeiðstíð upplýsir telefonsvararin hvar ringjast skal fyri at fáa fleiri blød. Tidindabladid SOSIALURIN Oli, Kristian og Ingeborg - størstu sigursharrarnir å valinum. Tey hava sårer uppgåvur fyri framman: Tey skulu taka stødu til ein hóp av politiskum målum, sum tey onga greiða stóðu høvdu til áðrenn valid, tey skulu skipa bygnaðin í teirru egnu fylking, og tey skulu gera kompromis í einum møguligum samgongusamstarvi uvl ;pukN Kristian Magnussen, Verkamannafylkingin: Vit vika okkum ikk Hægri og meiri umfatandi arbeiðsloysistrygging og kortanei til sparingar innan tað almenna. Hetta verða ófrávíkilig krøv hjá Verkamannafylkingini í einum samgongusamstarvi Mánamorgunin — møttust Ingeborg Vinther, Oli Jac- obsen og Kristian Magn- ussen fyri fyrstu ferð síðani valið. Fyri bara fáum vikum síðani høvdu tey ikki droymt um, at tey skuldu fara at sita í tingbólki saman. Tí hava tey nógv at tosa um. Verkamanna- fylkingin bleiv jú stovnað stutt fyri valið, og har er nógv, sum enn er ógreitt. Tey skulu til dømis finna útav, hvussu Verkamanna- fylkingin skal skipast. Í løtuni er hon bara tey trý, og so nøkur viðhaldsfólk sum hava tað til felags, at tey eru ónggd við ymisk viðurskifti í samfelagnum. Akkurát hvat tey ætla at gera við tað, er framvegis Ógreitt fyri flestu veljarum. Tí høvdu tey try, hini valevnini, stillarar og aðrir stuðlar fund mánakveldið. Dagsskrá: Hvussu skal Verkamannafylkingin skipast. - Hetta kom jú alt so knappliga og so stutt fyri valið, at tað eru framvegis nógvir leysir endar, sigur Kristian Magnussen. - Men fyrst og fremst vilja vit finna útav, hvussu vit bes: skipa bygnaðin í fylkingini. Kristian sigur, at tey fara at leggja dent á at skapa ein bygnað, sum ger tað møgu- ligt at varðveita sambandið við veljararnar. - Hetta er av stærsta týdningi, skulu vit ikki enda sum hinir flokkamir, sigur hann. Standa fast uppá sítt Tey hava framvegis ikki tosað um samgongumøgu- leikar í Verkamannafylkin- gini. Men útgangsstæðið er, attey eru opin fyri øllum, og at tey ynskja eina breiða samgongu. - Men nøkur ting fer Verkamannafylkingin at standa fast uppå, og krevja at fáa igjøgnum, sigur Kristian Magnussen. Tey eru hesi: - Utgjaldið frå ALS skal hækka. - Vit skulu aftur til 1988, tå tey fyrstu blivu arbeids- leys, og fáa tey inn í skip- anina aftur. - ALS skal umfata øll tey arbeiðsleysu - tvs. at tað rullandi = útgjaldið skal steðga. Forsorgarlógin broytast. Samgongumsguleikar Kristian Magnussen leggur dent á, at tað ikki er eitt punkt á skránni hjá skal Verkamannafylkingini, at tann almenni sektorurin skal minkast. - Tað skal kanska heldur vera hinvegin, sigur hann. - Tað kann væl vera, at tað er ov nógv spart innan t.d. sjúkrahúsverkið, og at vit har eiga at seta nøkur fólk í starv aftur. Sum eitt annað demi nevnir hann reingerðina á skúlunum. Har kunnu eisini setast fleiri fólk, heldur hann. Men hetta kostar alt. Og tey ófrávíkiligu krøvini um ALS kosta enntá sera nógv. Útilokar Verkamanna- fylkingin seg ikki hervið frá samstarvi við teir størstu flokkamar, fólka- og sambandsflokkin, sum báðir hava boðað frá sparingum innan tað al- menna? Nei, sigur Kristian Magnussen. Tí eg trúgvi onki uppá, at teir kunnu halda uppá hasar sparing- amar. Tað ber snøgt sagt ikki til. Hann vísir á, at tað eisini eru fólk innan teir borgar- ligu flokkarnar, sum hava sagt seg ynskja broytingar í ALS, sum líkjast teimum, Verkamannafylkingin vil hava. - So eg vænti, at tað fer at bera til at tosa seg til rættis við teir flokkarnar eisini, um tað skuldi verið. - 15 hvussu er er neyðugt at gera alt fyri at fáa eina so breiða samgongu sum gjør- ligt, so vit sleppa undan trupulleikanum við tí 17. manninum, sigur Kristian Magnussen. Demokratiið er hótt Men Annfinn Kallsberg hevur sagt, at fólkaflokk- urin fer at standa við tað, hann førdi fram í sínum kontanta ”"Balstridi: Nevniliga stórar lenar- skerjingar við lóg og minking av tí almenna sektorinum. Útilokar tað ikki eitt samstarv tann vegin? - Um teir standa við tað, jú. Men eg vænti sum sagt, at teir verða noyddir at sleppa tí. - Men tit eru ikki sinnað at slaka í tykkara krøvum? - Nei, okkara lyftum um ALS kunnu vit ikki sleppa. Vit halda tað vera eina fortreyt fyri at demokratiið skal kunna fungera, at tey arbeiðsleysu eisini hava fíggjarligt frælsi. se