Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juli 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (SF) Nr. 131 — 13. JULI 1994 Síða 7 Óli Breckmann: Vonir um borgarliga samgongu Tað hevdi verið skeivt móti veljarunum at gjørt aðra samgongu enn eina borgarliga, heldur Oli ' Breckmann i Fólkaflokkinum, sum tó er til reiðar at tosa við allar flokkar Klokkan níggju í morgun hittast fólkini, sum vald vórðu í nýggja løgtingid fyri fólkaflokkin. Onkrir eru tó burturstaddir. Komandi tingbólkurin fer tá at leggja sína ætlan fyri samráðingarnar. Klokkan 11 er fundur við sambandsflokkin. Óli Breckmann í fólka- flokkinum hevur onga hóm- ing av, hvat sambands- flokkurin fer at borðreiða við, tí tað kom ikki serliga tydiliga fram í valstríðnum. Óli Breckmann heldur, at tað kostaði fólkaflokkinum nakað av atkvødum, at hann ikki vildi koma við nøkrum lyftum. Hann kallar tað Gærligt, tá aðir lovadu lætt- ar, og hann helt tað vera skammiligt av teimum smáu, sum lovaðu alt mill- um himmal og jørð. Kostnadarstødid skal niður Fólkaflokkurin førdi í valstríðnum fram, at kostn- aðarstóðið skal niður. Tað er ikki tað sama sum lønar- lækkan, sigur Óli Breck- mann. Fólkaflokkurin vil hava bruggskatt, tøka lónin skal verða stórri, og tað skal verða bíligari at framleiða í Føroyum. Og hetta ætlar flokkurin at halda fast við. - Eg dugi ikki at hugsa mær fólkaflokkin í eini samgongu, sum ikki mál- víst arbeiðir fyri at lækka kostnadarstødid, sigur Óli Breckmann. Tað er eisini neyðugt, at nýggja samgongan ásann- ar, at almennu útreiðslurnar mugu niður, heldur Óli. Hann vónar at fáa eina borgarliga samgongu. Tað hevði verið skeivt annað móti veljarunum, heldur hann, tí 20 av teimum 32 løgtingslimunum eru borg- arlig. Tað skuldi so verið sam- bandsflokkurin, fólka- Eitt valkvøld stendur altíð eitt sindur á teimum, sum eru uppstillað. Fólkaflokkurin fór jú eisini aftur. Men hesir báðir komu inn um gáttina, Bjarni Djurholm og Óli Breckmann (Mynd: Kalmar) flokkurin og tveir av teim- um trimum smáu flokkun- um, sum hava tveir limir hvør. Men treytin fyri at fara í samgongu við teir smáu má vera, at teir koma niður aftur á jørdina og verða meira jarðbundnir og veruleikakendir, enn teir vóru í valstridnum, sigur Óli Breckmann. Annars vil fólkaflokkurin samarbeiða við allar flokk- ar, sum duga at ásanna tær treytir, sum galdandi eru í føroyska búskapinum nú, sigur Óli Breckmann. Arvað frá fólkaflokkinum Hann heldur tað vera fram- stig fyri sambandsflokkin, at hann hevur fingið nýggj fólk, minst tvey eru arvað frá fólkaflokkinum. Óli Breckmann vónar, at sam- bandsflokkurin hevur okk- urt annað at bjóða enn lima- skap í ES. Hann er ikki fyri limaskapi, men heldur, at vit ikki kunnu koma uttan um at gera handilsavtalur við ES. Tað hevur ikki verið nevnt við einum orði, hvgrji fólk fólkaflokkurin hevur at seta í landsstýrið, um so er, at flokkurin fer í samgongu. Tann spurningurin bíðar, til samráðingarnar eru komnar í gongd, og tl flokkurin veit, hvørji målsøki hann fær at umsita, fer hann í landsstýrið. Tað er vanligt, at størsi flokkurin fær løgmannin, og verður samgonga mill- um fólkaflokkin og sam- bandsflokkin, eigur sam- bandsflokkurin løgmannin, og flokkurin avger sjálvur, hvussu løgmaður skal eita. Helena Dam á Neystabø og partamaðurin Ålvur Zachariassen úr Klaksvík fara i næsta | valskeidi at umboda sjålvstyrisflokkinum i løgtinginum (Mynd: Jan) Vit eru samd - Hvørgin okkara ætlar at fåa Lasse Klein inn aftur i sjålvstyrisaflokkin, sigur Helena Dam å Neystabø Mánadagin seinnapartin hittust Helena Dam á Neystabøog Alvur Zachari- assen, sum næsta valskeiðið skulu umboða sjálvstýris- flokkin í løgtinginum. Endamálið við fundinum varat leggja komandi floks- politiska arbeidi teirra til rættis. Tey tosaðu tó eisini um ta ósemju, sum hevur verið í flokkinum, tí tað ræður um at hava felags grundarlag standa á. Helena Dam á Neystabø sigur, at tey vóru samd um, at gamlar ósemjur skulu leggjast til viks, og at tær ikki skulu takast fram aftur. Teirra millum er eingin ósemja. Tað hevur frammi, at Álvur Zachariassen hevur sagt seg vilja virka fyri at fáa Lasse Klein inn aftur í flokkin. Men tað verður iki so. Álvur Zachariassen eins og Helena sjálv ásannar, at Lasse Klein er farin í ein annan flokk, og harvið so verður tað, sigur Helena Dama Neystabø. - Vit umboða bæði sjålv- styrisflokkin og tann poli- tikk, hann stendur fyri, sig- ur Helena. Tey bæði hava ikki bein- leiðis fyrireikað seg til nakran fund við sambands- flokkin, tí fundarboð eru eingi komin, og haraftrat er ikki vist, at tað kemur so langt, um tað eydnast sam- bandsflokkinum at gera samgongu við aðrar flokk- ar. Sjálvstýrisflokkurin fer ikki treytaleyst í nýggja samgongu. - Vit leggja m.a. dent á stovnsrøktina, og vit eru ímóti hópuppsagnum. Har- aftrat ræður um sum skjót- ast at orða treytir til sam- ráðingar við danir, soleiðis at tey, sum vilja tað, kunnu verða búgvandi her, sigur Helena, sum ikki væntar, at sjálvstýrisflokkurin tekur undir við at lækka kostnað- arstóðið eftir uppskriftini hjá fólkaflokkinum. Hon tekur heldur ikki undir við at søkja um limaskap í ES. - Annars eru vit fyri at gera so breiða samgongu sum gjørligt. randi Edmund Joensen: Spennandi dag Klokkan ellivu i dag hittast sambandsflokkurin og fólkaflokkurin at tosa um møguleikan at gera felags samgongu saman við gør- um. Edmund Joensen, for- maður í sambandsflokki- num, sigur, at tey hava gjørt upplegg til fundin, men tað er ikki farið út enn. Fólka- flokkurin hevur heldur ikki sæð tað, og Edmund Joen- sen vil ikki siga, hvat tey hava at bera fram. Sambandsflokkurin ætlar atkalla flokkarnar til fundar eftir stødd. Aftaná sam- hvat tey siga Samráðingarnar um nýggja samgongu byrja í bandsflokkin kemur javn- aðarflokkurin, og hann er spentur, uppá hvat teir báðir flokkarnir siga, tí hann hev- ur vón um eina samgongu millum teir tríggjar gomlu flokkarnar. randi