Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juli 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 135 —19. JULI 1994 Sida9 Todi hevur skrivað undir ““ KÍ og B36 fáa nókur oyru burtur úr sáttmálanum, sum er galdandi tii 30. juni Fríggjadagin í síðstu viku skrivaðu Todi Jónsson og Frank Christensen, stjóri í bóltfelagnum Lyngby, und- ir sáttmálan, sum ber í sær, at Todi er lentur fótbólts- leikari á superliguliðnum. Todi er í gðrum fulltíðar- starvi fram til 27. juli, og tí er sáttmálin galdandi frá 1. august. Lyngby hevði ætl- anir um at såttmålin skuldi galda i tvey år, men Todi ynskti ikki at binda seg i meiri enn eitt år. Stjórin í Lyngby segði fyri Norðlýsinum fyri tveimum vikum síðani, at tað er vanligt, at felagið skrivar sáttmálar við ungar evnaríkar leikarar fyri at geva teimum ein møguleika at vísa, um teir eiga eina framtíð í felagnum. “Slíkir sáttmálar bera í sær, at leikarin hevur eitt sindur av arbeið ella er í útbúgving við síðuna av fótbóltinum. Todi skal røkja eitt hálv- tíðarstarv, umframt at hann venur hvønn dag við Lyngby — mikudag er eisini smádreingjaárunum, sum nú er náddur, og so stendur tað upp til mín at gera meg verdugan til at verða peningaleikari nøkur ár fram í tíðina. Mær dámar væl, at fyrsta árið verður skipað soleiðis, sum tað er ásett í sáttmálanum. Tað gevur møguleikar at royna lívið sum peningaleikari, men tað bindur ikki meiri enn til komandi summar. Táskeiðiðer runnið, hava bæði felagið og Todi møgu- leika av nýggjum at taka stóðu til, hvussu framtíðin skal myndast. Teir eru farnir at brynja seg út til komandi kapping- arár, sum byrjar 7. august. Teir hava leikt tveir dystir í Toto cup, og teir hava vant tvær ferðir um dagin í vikuni, sum fór. Herð venjing - Tað er gott at vera við frá fyrsta degi, so grundstødid undir konditiónini er í lagi, áðrenn farið verður undir tydningarmiklu dystirnar, Danmark lå alla vikuna um 30 stig, sotad er einki at siga til, at Todi og liðfelagarnir hava kent seg moyrar, eftir at hava vant tvær ferdir hålvan annan tima dag um dag. Donsk lið ganga ikki so høgt upp í úrslitini í Toto cup. Tey síggja teir dystir- nar fyrst og fremst sum eitt kærkomið hevi at fáa dystarvenjing í og at royna nýggjar leikarar. Næstseinasta leygardag var franska felagið Caen á vitjan í Lyngby. Dysturin endaði 2-2, og Todi varð tikin út í steðginum. Sein- asta leygardag var eysturríska felagið Austria Wien í Lyngby, og eftir strævnastu venjingarvikuna nakra tíð, hevði Todi ein kærkomnan fridag frá dystinum. Fåar flytingar Kappingin um plåssini å Lyngby liðnum er ikki stórri nú, enn hon var, tá lands- kappingini endaði í juni Brian Kaus er eisini kom- in úr FCK, Riffi Haddaoui er komin úr Avarta og so er álopsleikarin Per Pedersen komin fyri seg aftur, eftir at hann í fjør fekk stóran skaða á motorsúkklu. Umframt málverjan eru fleiri aðrir leikarar farnir: Morten Nielsen er farin til FCK, Thomas Maale er farin til Ølstykke, og tað er ikki avgjørt, hvar fyrrver- andi landsliðsleikararnir John Larsen og Miklos Molnar skulu leika. Men tað verður ikki við Lyngby. KI og B36 fáa nøkur oyru Todi Jónsson hevur um- boðað KÍ og B36, og hesi bæði feløgini fáa ein kekk sendandi, nú sáttmálin við Lyngby er undirskrivaður. Danska fótbóltssamtakið, DBU, hevur ásett, at fe- lógini, sum hava alt leik- ararnar upp, skulu fáa nøkur oyru burtur úr, um leik- ararnir skriva sáttmála við onnur feløg. Ásetingin er orðað soleið- is, at feløgini, sum leikari hevur umboðað trý tey sein- astu árini, framman undan at sáttmálin varð undir- skrivaður, fáa 5.000 krónur fyri hvørt hálvár, leikarin hevur verið hjá teimum. Í førinum hjá Toda Jóns- son vil hetta siga, at Lyngby sjálvt fær 10.000, tí har hevur Todi verið sum ama- venjing Ni - og men tað er ógvuliga strevið, = mánað. Palle Petersen ella tórur tvey tey seinastu gpælir VIP {Gystunum. ja so strevid, sum eg ongan- PallePlankeværk,sum hann hálvárini. B36 fær 5.000 tíð áður hava upplivað tað, verður róptur, er komin úr krónur fyri fyrru hálvu av Barnadreymur greiðir Todi frá í telefonini. FC Keypmannahavn til kappingarårinum í fjør, og Todi Jónsson er fegin um, at Teir hava havt rennivenj- Lyngby. Tað fekst ikki KÍ fær 15.000 krónur fyri hann nú er vorðin peninga- ing um morgnarnar, og semjamillumhannog FCK * tey trý hálvu árini framman- leikari: ; seinnapartarnar hava teir um nýggjan sáttmála, og tå Brodersen vegna skaða á hillina, flutti málverjin til undan 1993. - Tað er ein dreymur frá vant við bólti. Hitin í Lyngby målverjin Kim noyddistatsetaskógvarnar grannarnar. -nn- teir allar bestu. Ábraham aftur i IF | Fuglfirdingar, sum eru å venjingarlegu i Fraklandi, missa målverjan Tað hevur ivaleyst verið nógv fótbóltsprát umborð á Smyrli, tá hann hósdagin fór til Aberdeen. Tey bæði Eysturoyar liðini, GÍ og ÍF, vóru umborð. Getumenn fóru á venjingarlegu í Onglandi, og fuglfirðingar høvdu buss við, sum skuldi føra teir til Boulogne í Fraklandi. Tað er Ábraham Hansen, sum í eina tíð hevur búð, arbeitt og spælt fótbólt í Boulogne, ið hevur syrgt fyri, at gomlu bygdafelag- arnir hjá honum hava fingið møguleikan at búgva undir góðum umstødum og venja á vølli, ið er tætt at hølun- um, teir búgva í. Umframt venjingina skal ÍF leika tríggjar dystir. Hin fyrsti verður í annað kvold, ein verður sunnudagin, og hin seinasti verður annan mikudag. Tey eru 20 fólk í ferðalagnum, og ÍF kemur heim aftur við Smyrli annan sunnudag. Fíggingina til túrin hava leikararnir sjálvir syrgt fyri, m.a. við at skipa fyri bingo- kvøldum og við at rudda í Fuglafirði upp undir varma- keldustevnuna. Aftur á slóðina Hjá ÍF er tað kærkomið, at Ábraham Hansen fer at styrkja um miðvgllin tað, ið ereftir av kappingarárinum. Hann flytir heim aftur at búgva, og so vítt vit hava skilt skal hann leika við barndómsfelagnum, har hann eisini hevur verið venjari í trý ár. Hjá ÍF er tað stórur missur, at Erling Joensen fer av landinum í útbúgv- ingargrindum. Erling hevur ment seg nógv sum mál- verji, og hann taldist undan summarsteðginum millum ÍF er á stødutalvuni eitt stig framman fyri TB, sum er næstniðast, men EB/ Streymur hevur kært fugl- firðingar í sambandi við 3-3 dystin á Mølini á Eiði í síðsta leikumfarinum und- an summarsteðginum. Sambært okkara upplýs- ingum er stóða ikki tíkin til kæruna. Fuglfirðingar hava havt kæruna til ummælis. Skriv- stovan hjá Fótbóltssam- bandinum er afturlatin vegna summarfrí, og helst verður kæran ikki avgreidd fyrr enn teir eru aftur- komnir. -nn-