týsdagur 19. juli 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 135 — 19. JULI 1994 Tíðindablaðið { sostalurin )
Stoðið varð lagt til
sróðrarrikt samstarv
Allan Simonsen er stak væl nøgdur við ferðina hjá
landsliðnum í Eysturríki
Tað er ein væl nøgdur
landsliðsvenjari, vit hava í
telefonini, tá Allani Simon-
sen eftirmetir venjingarleg-
una í Eysturríki og lítur
fram móti komandi EM
dystunum:
-Tað eru tveir mánar til
stóru uppgávurnar koma,
og eg rokni við, at vit kunnu
fáa greiðu á fleiri spurn-
ingum, sum framvegis
hanga í luftini. I veruleik-
anum er tað soleiðis, at tú
ongantíð verður liðugur at
mynda eitt fótbóltslið, tí tað
finnast alla tíðina nýggir
møguleikar.
Men taka vit venjingar-
leguna og teir fýra dystirnar
undir einum, so fingu vit
nógv av skafti á fleiri økj-
um.
Allan Simonsen sigur seg
hugsa um taktisku, teknisku
og ikki minst menniskjaligu
ella sosialu síðuna:
- Hetta var fyrsta høvid
hjá mær í frið og náðum at
tosa við hvønn einstakan
leikara, og tað var týdning-
armikið, eisini at vera sam-
an við teimum so nógv und-
ir venjing og dystum upp á
so Stutta tid.
Felags åskodanir
Tað er einki at liggja oman
á, at føroyski hugburðurin á
nógvum økjum ikki er fult í
tråd við tað. landsliðsvenj-
arin er vanur við. Allan
Simonsen fór í síni tíð gjøg-
num týska fótbóltsskúlan
og innrættaði seg eftir týsku
krøvunum at vera någreini-
ligur, halda avráddar tíðar-
freistir og annars alt tað,
týskararnir eru kendir fyri.
Hetta er ikki júst tað, før-
oyingar eru mest kendir
fyri, og tað sást aftur á venj-
ingarleguni.
- Eg eri greiður yvir, at tað
eru munir í uppfatanini av
ymiskum viðurskiftum,
men tað nýtist ikki at gerast
ein trupulleiki, um vit í
felag finna eina loysn, sum
vit kunnu samstarva á.
Avtalur um viðurskifti uttan
fyri vøllin eru eins tydning-
armiklar sum tær um viður-
skifti inni á vellinum. Tær
skulu haldast, tí annars fæst
ikki tað burturúr, sum vit
ætla.
Í mínari verð er besti mát-
in at náa málini, at vit hugsa
um tað vit hava avtala at
gera, hví vit gera tað, og
hvat fæst av skafti. Tað havi
eg tosað við leikaramar um,
og vit hava funnið loysnir
upp á hasi vidurskiftini. Á
túrinum vóru fleiri slík
viðurskifti rættaði, greiðir
landsliðsvenjarin frá, og
hann dylur ikki, at ein lutur,
sum hann ikki kundi góð-
taka, var, hvussu føroyingar
síggja upp á klokkutíðir!
Uppbyggjandi
Tá tað ræður um avrikini
inni á vellinum, heldur
landslidsvenjarin, at teir eru
á rættari kós:
- Mín uppgáva í Føroyum
er ikki at mynda eitt lands-
lið, sum ofta fær góð úrslit
móti stóru fótbóltstjóðun-
um. Tað er veruleikafjart at
hugsa tað. Men mín upp-
gáva er heldur at vera við til
at seta eina menning í
gongd. Menningin er at fáa
leikararnar at hugsa kon-
struktivt. Fara landsliðs
leikararnir at vísa hetta á
velli, so fer tað eisini at
hava týdning millum ungu
leikararnar, og so lyftir tað
føroyskan fótbólt.
Hvat hugsar tú ítókiligt
um?
- Vit hava á túrinum roynt
at menna fótbóltsspælið
Tað hava vit gjørt partvís
við at finna fram til eina
liðsamanseting, sum í mest-
an mun megnar hetta, og
partvís við at venja taktiskt
soleiðis at skilja, at leik-
ararnir kenna sínar støður á
vellinum, at teir vita, hvor
leikferðin skal vera, og at
teir halda høvdid kalt, eisini
tá teir eru undir stórum
trýsti.
Måtstødan í dystunum,
vit leiktu, var ríkiliga stór,
og eg haldi, at okkara menn
komu væl frå tí. Urslitini
vóru góð, og tað sum eg
fegnist mest um, er mátin,
teir komu til årslitini uppá. Í
øllum dystunum tilspældu
vit okkum målmøgulcikar.
Bulurin er um
at verða klárur
Men Allan Simonsen eygleiðir framvegis landslið-
evnir. Hann ætlar sær at síggja steypafinaluna og fleiri
Europa cup dystir
Allar súðir eru ikki siftar, tá
tað kemur til at manna
fyrsta landsliðið hjá Allan
Simonsen. Vit hava roynt at
fáa venjaran at seta nøvn á
tey plássini, hann er vísur í,
longu eru mannaði. Tað vil
hann ikki, men hann váttar,
at tekningin til eitt lið so
smátt er við at myndast. Tað
merkir, at venjarin hevur
sett nøvn á nøkur pláss:
- Men nú skal eg arbeiða
vid royndunum, eg fekk i
Eysturríki. Tilfarið skal
sodna, og so fáa vit at
síggja, hvat spyrst burturúr
sigur landsliðsvenjarin og
heldur fram
- Eg segði við leikararnar
áðrenn vit skiltust, at tað
verður soleiðis, at onkrir
teirra ikki úttiknir
næstu ferð og næstu ferð
aftur. Men tað merkir ikki
at teir eru avskrivaðir. Tað
er týdningarmikið at hava
nógv fleiri í kikaranum enn
teir 16, ið manna hópin
Nýggj evni skulu eisini
hava møguleika at spæla
seg á liðið, soleiðis er tað
bara.
verða
Í Gundadali
Venjarin ætlar at fylgja væl
vid møguligum landslids-
evnum komandi vikurnar.
Steypafinalan millum B71
og Kl verður í Gundadali
mikudagin 3. august, og tå
verdur Allan Simonsen
millum áskoðararnar. Vit
kunnu ímynda okkum, at
tað m.a. er fyri at síggja,
hvussu Kurt Mørkøre og
Allan Mørkøre standa seg.
Hann ætlar eisini at fylja
við í, hvussu føroysku leik-
aramir standa seg í Europa
cup. Um hann kemur til
Føroya at síggja dystirnar,
ella um hann sær teir á
útivelli, hongur saman við
hvar útdysumir verða
leiktir
Hóast venjarin einki vil
siga um sjálvt liðið, so
kunnu vii út frá uppstill
ingunum á ferdini í Eystur
ríki gera okkara meting
hverjir eru góð boð upp á at
vera millum teir ellivu
Málverjarnir vórðu báðir
nýttir, hvørgin spældi seg
av, men tað er framvegis
hvor fyrsti
målverp
Ovist verður
Verjan næstan
mannað
Liðið leikti mest 5-3-2, og í
verjuni er Oli Johannesen
aftastur. Bróðurnir Tumm
as Eli og Jens Christian
Hansen eru eisini í mið
verjuni. Ossur Hansen var
vongverji í vinstru nógva av
tíðini, og venjarin tykist
ætla honum tað plássið.
Á vongverjanum í høgru
var Allan Mørkøre. Vit
hava skilt, at venjarin metti
venjingarstøduna hjå
klaksvikinginum ikki at
vera nóg góða, men ber
skifti til KI við sær, at bótt
verdur um hetta, so er Allan
Mørkøre gott bod upp å
hetta plássið. Men í løtuni er
høgri vongverjin kanska
mest Óvissa verjuplássið.
Á miðvellinum er Ábra-
ham Hansen sjålvskriv-
aður, og Djóni N. Joensen
man við sínari kropsstyrki
og sínum málsókni vera tætt
at fremsta miðvallarpláss-
mum. Jan Joensen, sun
kom við eftir avboð frá
Toda Jónsson, styrkti un
sín møguleika. Magni Jam
skor er annað bod, og so Jan
Dam, sum ikki varð so nógv
nýttur fyrstu dystirnar. At
hann kann nýtast á so
mongum plássum, ger hanr
ul upplagt evn:
Í álopsparunum vóru Jens
Erik Rasmussen og Jan
Allan Múller mest nýttir
Jan Allan tykist vera sjálv-
skrivaður. Spurningurin um
hitt plássið er m.a. tengdur
ætlar at
nýta Toda Jónsson til. Hann
er ein møguleiki sum hang
andi álopsleikari aftan fyr
Jan Allan Miiller
Hetta eru bara gilingar
men tær eru neyvan langt av
leið. Hvussu liðið sær út, tå
fyrsti EM dysturin verður
móti Grikkalandi á Svanga-
skarði 7. september, er bæði
tengt at hvussu hesir leik-
ararnir standa seg komandi
vikurnar í dystum fyri síni
felag, og hvussu aðrir leik-
arar standa seg. Millum
aðrar verður hugsað um
Kurt Mørkøre, sum kemur
aftur til KÍ, og lan Højgaard,
súm er við í fyrsta liðs
hópinum hjá Vejle.
at, hvat venjarin