mikudagur 29. juni 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (ISK
Vit eiga framtíðina:
Eingin loysn á kreppuni
uttan nýhugsan
Skrivar tann rýmdi sam-
bandsløgmadurin, sum nú
kemur aftur. Nyhugsan,
Pauli, myrkur verður aldri
ljós og við at velja sam-
bandsflokkin er myrkur.
Teir ungu í javnaðarflokk-
inum sigur tú tora ikki og
pípa eftir teimum gomlu.
Jú, vit tora og eg veit
hvussu tungt tað er at hava
við donsku mammu at gera.
Danskir rættarmyndugleik-
ar brúka fýra ár til vanligt
demokrati, sum eigur bert at
taka fjúrtan dagar. At íú ert
komin framat aftur er bert
av ótta fyri teimum ungu.
Tú vilt sleppa at ráða, og at
tú ikki torir at revidera teg
sjálvan, tað er bæði synd og
skomm fyri teg og Føroya
fólk. Tú ert ikki gloymdur
lagkøkuløgmadur Ellefsen.
At tit i sambandsflokkinum
ikki eiga nakra skyld, ber
bert bod um at tit einki hava
gjørt. At hava sitið sum løg-
maður hendur í lumma! Tú
átti at skammað teg.
Javnaðarflokkurin hevur
gjørt mistøk og tað er tað,
Nr. 121 — 29. JUNI 1994
vit ungu ætla at fáa skil á.
Vit hyggja reyst frameftir,
kós okkara er framtíðin.
Slagorð mítt er: >rætt skal
vera rætt, eitt ja er eitt ja og
eitt nei er eitt nei<. Hví skal
altíð hin ríki ráða og hin
meinigi bindast niður? Jú,
onkur skal føda kragatoys-
mannin og fødikeldan er hin
meinigi føroyingurin«.
Her í Norðstreymoy stilla
menn og kvinnur upp. Tað
skal verða sagt til teirra rós,
at vit ikki altíð eru so samd í
politikki, men hetta eru før-
oyingar, sum vilja virka
saman fram til valið. Hvat
verður eftir valið fáa vit at
síggja.
Ætlar tú at liva í Føroy-
um, vel so lista C.
Ætlar tú ikki at vera før-
oyingur, vel so samband, so
fært tú eitt danskt amt í Før-
oyum.
Jógvan Mørkøre,
valevni javnaðarfloksins
í Norðstreymoy
Lummatjóvar og heimastyrislogin
Sambandsvalevni flytur til Føroya bert fyri at stilla upp
Jóhannes Martin Olsen
skrivar, at fólk rýma av
landinum av neyð og húsa-
gangi. Tey, sum eiga heims-
met í húsagangi, eru tey
flutt úr Føroyum enn?
Summi flyta heim aftur at
stilla upp. Um tú ikki verð-
ur valdur, fert tú tá at flyta
niðuraftur? Hugsið tykk-
um, at allir danir høvdu
gjørt soleiðis, so høvdu
nógvir lummatjóvar verið í
Føroyum.
Sambandid hevur loysn-
ina. Er hetta loysnin at flyta
niður og koma heim at stilla
upp, tá ið val er, við vón um
at fáa sína løn frá einum fá-
tækum fólki? Slíkt eru
menn.
Nei, ungdómar, veljið
sjálvi, spyrjið tykkum sjálvi
hvat er at gera, lurtið ikki
eftir teimum gomlu.
Ringurin um gullkálvin
fór niður gjøgnum gólvið
og kálvurin við, sum ein
pisa segði í viðarlundini.
Góðar rødur og mergjaðar
og eg fegnaðist um ein slík-
an ungdóm. Ein teirra heitti
á pisurnar um ikki øll at fara
til Danmarkar at læra til
biskaparfrødingar, men
leita til onnur fjarskotin
lond at læra.
Tit ungu, sum fara út,
komið heim aftur og hjálpið
okkum, sum ikki hava ta
stóru útbúgvingina á
pappírinum, og saman
kunnu vit byggja hetta land.
Tað ber til og tað skal
eydnast, bert um vit tora at
vera opin. Hatta dugir tú og
hatta dugi eg og við at
leggja saman duga vit alt.
Lurtið ikki eftir slíkum
tokulúðrum, sum standa á
skeivum tanga og ýla til fá-
nýtis. Gera tit tað, sjólátast
tit!
Jógvan Mørkøre,
valevni javnaðarfloksins
í Norðstreymoy
P.S. Fyri at fáa reinar hend-
ur í hesi vaskingartíð, trúgvi
eg at bert nýggjar hendur
kunnu rætta hetta samfelag-
ið.
Norðstreym nýggj
hjá javnaðarflokkinum
Norðari partur av Streymoy
verður roknaður at vera eitt
av smáu valdómunum.
Tingmannatalið, ið hoyr-
ir til valdømi, er tveir, 80-
leidis sum tad eisini er i
Vågum og Sandoynni.
At tad eru tveir valdømis-
valdir tingmenn vil siga, at
tey i Norðstreymi vita, at
hvussu valið víkir og vend-
ir, so verða í hvussu so er
tveir tingmenn valdir inn í
teirra valdømi. Teir báðir
flokkarnir, sum fáa flestar
atkvødur í valdøminum, fáa
hver sitt umboð, um tað ikki
verður so, at størsti flokkur-
in er meiri enn tvífalt so
stórur sum tann næststørsu.
Verður hann tað, so fær
hann bæði umboðini.
Eykavaldu tingmenninir
koma oftast inn í stóru val-
dómunum, har sannlíkið
fyri avlopsatkvødum er
størst, men tað er eina ferð
komið fyri, at Norðstreym-
oyar valdømi hevur fingið
ein eykamann og har við trý
umboð í tingið. Tað var í
1984, tá fólkafloksmaðurin
kom inn sum eykavaldur.
Fyrstu ferð
javnaðarmann
Fyri javnaðarflokkin í
Norðstreymi var valið í
1984 søguligt, ti tað var
fyrstu ferð, at flokkurin
fekk mann á ting. Javnaðar-
flokkurin fekk 560 atkvød-
ur og gjørdist størsti flokkur
í valdøminum — 103 at-
kvødur framman fyri sam-
bandsflokkin, sum við fáum
undantøkum hevur verið
størstur í valdóminum síð-
ani 1950.
Sambandsflokkurin hev-
ur átt annan tingmannin í
Norðstreymi øll árini, síð-
ani javnaðarflokkurin varð
stovnaður. Hitt umboðið
hevur skift millum fólka-
flokkin og tjóðveldisflokk-
in, til veljararnir í 1984 settu
javnaðarmannin á ting.
Í 1988 fall javnaðarmað-
urin. Flokkurin fór 87 at-
kveður aftur, og tá tjóðveld-
isflokkurin og fólkaflokk-
urin høvdu á leið tað í fram-
gongd, sum javnaðarflokk-
urin mist, fór javnadar-
flokkurin niður á fjóðra
plássið. Og tað vóru tey,
sum staðfestu, at nú var
floksmynstrið í Norð-
streymi vorðið tað, sum tað
hevði verið frammanund-
an.
Reisti seg
At hetta ikki var so, stað-
festu kollfirðingar, vest-
menningar, kvívíkingar,
hósvíkingar, teir í Hvalvík
og Streymnesi, víkamenn,
tjórnuvíkingar og saksn-
ingar á valinum í 1990. Tá
fór javnaðarlistin fram úr
477 og upp í 651 atkvødur
ella ein framgongd upp á trí-
atiseks procent.
Synd er at siga, at undir-
tøkan var stór í Saksun — har
fekk flokkurin eina atkvødu
—men í Tjørnuvik, Haldórs-
vík, Hvalvík, Hósvík og í
Kollafirði var undirtøkan so
mikið góð, at javnaðar-
flokkurin gjørdist størstur.
I hinum bygdunum var
undirtøkan eisini g60: 72
kvivikingar valdu javnadar-
flokkin ella bara ein færri
enn tað valdu sambands-
flokkin og átta færri enn tað
vóru tjóðveldisatkvgður.
Og í Vestmanna, har hinir
triggir stóru flokkarnir altíð
hava havt góða undirtøku,
rukku tær 166 javnaðarat-
kvødurnar til 3. plássið —
seks atkvødur aftan fyri
sambandið og 18 aftan fyri
fólkaflokkin.