Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 1994síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 — | FI) Nr. 121 — 29. JUNI 1994 Tummas Arabo, landsstýrismaður: Landspolitikkur skal koma ollum Norðstreymoyingar hava ynskt, at eg fór í landsstýrið, og eg havi so sanniliga lagt alla mína orku í at fáa tingini at virka. Tann politikkur, sum rikin hevur verið úr Tinganesi í hesum annars tørførasta skeiðinum síðani Heimastýrislógina, er eisini komin norðstreymoyingum til góða sigur Tummas irabo, sum við seinasta val varð valdur á ting fyri avnaðarflokkin í Norðstreymi. Hann heldur, at spírin er lagdur til eitt sera spennandi og áhugavert vinnulívsvirksemi í ókinum hetta skeiðið og vísir til virksemi í fiskiídnaðinum bæði í Vestamanna, Kollafirði og í Hósvík. anliga er tað so, at tá tú verður valdur ands- rið. so kemur tú ett sindur burtur frå veljaru- num. Tú er nøyddur at reka landspolitikk, og tað hevur serstakliga verið galdandi í hesum valskeiðnum. Eg vil siga tað, at eftir 6. oktober 1992 hevur tú havt sera avmarkaða orku til at hugsa serstakliga um títt valdømi. Tummas Arabo sigur, at tað hevur verið hansara politikkur, at lokaløkid, sum hann umbodar, må passa inn i tann landspoli- tikk, sum nú einaferð verður rikin. Tað er eisini tað mest rætta, tí ongantíð hevur verið so neyðugt fyri Føroyar at hava fólk í Tinganesi, sum miðvíst hava rikið landspolitikk, sum nú. Tummas Arabo sigur, at hann merkir væl, at hann er komin longur burtur frá sínum veljarum. -Er tað ikki óheppið og skeivt? -Tað haldi eg ikki. Eg haldi tú eigur at spæla við opnum kortum eisini mót- vegis tínum valdømi. Norðstreymoyingar hava ynskt, at eg fór í lands- stýrið hesa tíðina, og eg havi so sanniliga lagt alla orku í at fáa tingini at virka. Hetta hevur verið ringasta tíðarskeið hjá nøkrum landsstýri síðani Heimastýrislógina og nettup tey gki, sum eg havi umsitið hava verið torfør mål. Hann visir å, at sidani 1992 hevur landsstyrid umlagt alt vinnulívsgkið, harundir vinnulógir í sam- felagnum. Tað finst ikki tt tað einasta Jkið, sun kk! er heilt nt við el Drovtl Landspolitikkur og lokalur -Men vil tå hava følk at trúgva, at Tummas Arabo als ikki hevur hugsad um sinar atkvødur, medan hann hevur sitid í landsstýrinum? -Eg havi ikki havt stundir at hugsa um lokal- politikk sum so, meðan eg havi sitið í Tinganesi. Men sjálvandi havi eg hugsað eins nógv um mínar veljarar í Norðstreymoy sum aðrar føroyingar. Mínar atkvødur i Nordsteymoy eru so sanniliga ein partur av føroyingum, sum njóta gott av tf landspolitikki, sum rikin hevur verid. -Men, leggur Tummas Arabo aftrat, -tað hevur so ikki verið tann sokallaða “lítla vegastubba filoso- fiiin”, sum hevur verið av- gerandi og sum í ávísan mun hevur verið drepandi fyri føroyskan politikk sum heild og ikki minst f 80-unum. Spennandi útviklingur i Norðstreymoy -Men hvat hevur Tummas Arabo so gjørt til frama fyri sitt egna valdømi? -Tað er fleiri ting, sum eru hend og sum eru grundað á avgerðir, ið tiknar eru í landsstýrinum og sum eg eri sera fegin um. Her er fyrst og fremst talan um góðskingina í Vestmanna. Tummas Arabo vísir á tað sera stóra arbeiði, sum jánjal Jåkun Andreassen hevur gjørt å flakavirk- num í Vestmanna fyri at fáa gongd á góðsking. - Hesin maðurin dugdi at síggja hugskotið aftan fyri menningarlógina og søkti hann beinanvegin um stuðul til at umleggja framleiðsluna á Fiskavirk- inum í Vestmanna til góðsking. Longu í 1991 fóru hann og onnur í gongd við hesa miðvísu góðskingaætlan, sum í dag er orsøkin til, at vest- menningar hava eitt sera stabilt arbeiðspláss. Og eitt arbeiðspláss, sum helst fer at vaksa sum frálíðir. Hetta eri eg sera sera fegin um. Tummas Arabo er eisini fegin um, at æt- laninar hjá Suna Durhuus og. í Kollafirði gjørdust veruleiki. Landsstýrið seldi teimum gomlu bygn- ingamar hjá Blue North til alivinnu og hevur hetta verið eitt sera stabilt arbeiðapláss síðani. Tummas Arabo við- gongur, at arbeiðsloysi millum norðstreymoyingar eru vaksið ikki minst or- skakað av skerdu játtanina til landsverkfrødingin og somuleiðis orsakað av arbeiðsloysi í Havn. Men hvat framleiðslu- arbeiðsplássum viðvíkur so hava tey ongantíð verið so nógv sum nú á landi í Kollafirði og á Langa- sandi. Vit skulu heilt aftur til sildatíðina í 60-unum fyri at finna eins nógv virksemi. -Eg eri sera fegin um, at landsstýrið lat monnum, Tummas Arabo, landsstýrismaður: -Torir ein ikki at taka avgerðir í Tinganesi, so Tíðindablaðið (571, kann skjótt enda galið. Tað nyttar ikki at vera bangin, og tú kanst ikki vera vinur við øll. Tað er ti, at eg havi torað at tikið harðar avgerðir. Eg havi ikki gingið og sagt ja við øll fólk, sum varð nakað av ti, sum eyðkendi 80-ini. Mynd jan sum høvdu rætta hug- burðin og dugdu at reka virksemi hasar bygningar. Hetta virksemi er eisini økt síðani, teir hava tvey virki í Danmark og eru eisini farnir at arbeiða svartkalva. So her hava vit heilt givið fingið fatur í teimum røttu fólkunum. Tummas Arabo vísir eisini á, at virksemið hev- ur tíkið seg upp aftur í Hósvík. Her hevur lands- stýrið so ikki havt nógva ávirkan, men hinvegin kann sigast, at bygn- ingarnir vórðu settir upp í 80-unum og koma nú ødrum til góða. Landsstýrismaðurin er eisini fegin um, at gongd nú er við at koma á aftur á Norðsetur í Hvalvík. Landsstýrið hevur saman við Arbeiðsloysisskipanini gjørt eina roynd at stuðla fyri at vita, um hetta er ein framleiðsla, sum í fram- tíðini kann fara at bera seg og geva arbeiði til mong, ikki minst ung fólk. Fara vit longur norður, so viðgongur Tummas Ara- bo, at tað hevur enn ikki eydnast at fáa Víkavirkið í gongd aftur. Hetta er harmuligt sigur hann, men vónar, at vit fara at ganga móti betri tíðum, soleiðis at lív kann koma í á hesum virkinum eisini. Her skuldu m.a. ligið møguleikar í alivinnuni. Vónandi fær onkur tikið seg um reiggj og brúkt virkið til okkurt virksemi Nú alivinnan er við at koma fyri seg aftur, so skuldi har verið møgu- leikar. Annars hava teir møguleika at arbeiða inn- fluttan fisk. Samanumtikið hevur Tummas Arabo góðar vónir um framtíðina í Norðstreymoy. -Tá tú fyrst hevur sett spíran til eitt virksemi, sum hevur framtíð í sær, og bæði virkið í Vestmanna, í Kollafirði og í Hósvík hava framtíð í sær , virki, sum koyra við ngkrum nýggjum framleiðslum, so meti eg, at júst hesi virkini kunnu fáa stóra ávirkan á virksemi og inntjeningina í økinum. -Men hví vil tú mæla norðstreymoyingum til at velja teg aftur? -Eg meini, at eg havi roynt at gjørt eitt arbeiði í landsstýrinum fyri land og fólk. Tað vóru so norð- streymoyingar, sum vildu hava meg út í landsstýri, og hava teir verið hampu- liga væl nøgdir við mítt arbeiði, so haldi eg, at eg kann halda fram við hesum arbeiðinum í nøkur ár aftrat. -Men eg fari ikki at lova gull og grónar skógir, men kann siga so mikið, 14