Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (507) at tað nú gongur frameftir aftur. Í fiskiidnadinum gongur spakuliga fram- eftir. Handilslívið er eitt sindur vaksandi, og uttanlandsskuldin minkar. Tí haldi eg, at kann siga, at vit hava lagt landið á eina brúkliga kós, og ti er rætt, at vit eiga at halda fram á hesi kós. Gongdin í Norð- streymoy í tráð við landsstýrisins vinnulívspolitkk Tummas Arabo heldur fyri, at gongdin í Norð- streymoy er fyri so vítt í tråd við vinnulivspolitikk- in hjå landsstyrinum, nevniliga hetta at tá vinnulivsmenn f økinum visa åhuga fyri at fara i gongd, so skal landsstýrið eisini hjålpa teimum ta fyrstu tíðina, heldur enn at landsstýrið sjálvt tekur initiativid. Landsstyrismadurin visir til, at eitt ålit er gjørt um framtidar vinnumøgu- leikar, og her eru nógv frálík hugskot í, men hann metir, at tað mugu vera fólk, sokallaðir "entrepre- nørar”, stigtakarar, sum sjålvir fara inn f eitt pro- jekt við lív og sál ella virkar tað ikki. Her má talan vera um ein, sum eisini dugir at finna marknaðir og selja vøruna. Annars fer tað ikki at eydnast. -Filosofiin at gjara út eina millión her og einar 200.000 kr. der dugir ikki. Tað hevur ikki eydn- ast og kemur tað heldur Til tey, sum siga, at tað skal vera landsstýrið sum er primus motor og leggur pengar út, kann eg bert siga, at tey fara skeiv. Tey eru als ikki komin burtur frá 80-unum, tá alt ov nógv bar til. Veruleikin er tann, at tú mást hava ein stigtakara, sum sjálvur hevur hug og evni til at gera nakað. Broytt alla vinnulívslóggávuna Hvat heldur Tummas Arabo vera nakað av tí mest umráðandi, sum hetta landsstýrið hevur avrikað hesi árini. -Vit hava loftað land- inum fyri totalt at fara í knús við m.a. at umleggja alla lóggávuna fyri vinnu- lívssektorin, bæði fiski- ídnað, fiskivinnu, banka- heimin osfr. Hetta hevur verið ein ómetaliga stór uppgáva. Nakrar av lógu- num skulu rættast til. soleiðis at tær vera betri, men samanumtikið má eg siga, at ein skal vera væl nøgdur, og ein skal eisini vera glaður fyri, at vit hava sitid í Tinganesi, tí tað hevur verið ein spurn- ingur um at tora. Tummas Arabo vísir á, at fólkaflokkurin tordi ikki og tí fór hann úr Tinga- nesi. -Vit vildu nevniliga ikki leypa frá ábyrgd sein- asta summar, tí vit vistu, at pengaheimurin var ikki stabiliseraður. Tað hevði verið ørvitisskapur at kastað frá sær tá. Tað hevur so eisini verið eitt stríð fyri at varðveita heimastýrið í Føroyum. Høvdu vit bara tveitt alt yvir å danir, so høvdu teir gjørt okkum til eitt amt. Tora vit ikki at taka avgerðir í Tinganesi, so kann skjótt gerast galið her. Tað nyttar ikki at vera bangin. Tú kanst heldur ikki ganga runt og vera vinur við øll. Er tú tað, so nyttar tú einki. Ræður um at tora -Nú er tað heldur eingin loyna, at Tummas Arabo er ikki so væl umtóktur av øllum. M.a. hevur form- aðurin í Fiskimannafel- agnum funnist harðliga at tær. -Tað er tí, at eg havi torað at tikið harðar av- gerðir. Eg havi ikki gingið og sagt ja til øll fólk. Tað er so umráðandi í politikki og ikki minst í vánaligum tíðum, at tú heldur teg til málið, sum tú vil røkka. Taka vit t.d. fiskastovn- arnar, so er mál mítt og hjá javnaðarflokkinum, at fiskastovnarnir skulu byggjast upp aftur á eitt stødi og varðveitast á tí. Har kemur tú heilt givið í konflikt við eina rúgvu av fólki. -Følir tú at tað er ein órættvísur dómur, sum eitt nú ávís fakfelagsfólk fella yvir teg, tá sagt verður, at tú als ongan vinnulívs- politikk hevur ríkið í Tinganesi hesi árini? -Ja tað geri eg. Vinnu- lívspolitikkur í Tinganesi eru lógir. Tað grundarlag vit leggja - tað er vinnu- lívspolitikkurin úr Tinga- nesi. Tað er ikki at sita her og grýta milliónir út til ein og hvgnn, sum hevur hug til at royna okkurt. Tað var nettup hetta, sum eyðkendi 80-uni. Hvussu nógvar milliónir hava vit m.a. sent vestur í Irmingarhavið við skipum, og sum hava víst, at tað ber til at fiska har. Men hvussu nógv er farið í vinnu! Eitt skip. -Tað, sum vit mugu koma burtur frá, er hetta amatørkenda, at vit skulu prøva við nøkrum peng- um. Vit sóu m.a. projektið í Senegal, sum gjørdist eitt vinstrahondsarbeiði hjá onkrum føroyingi. Ístaðin fyri at ein veruligur stigtakari fer í gongd, sum sigur, at hetta skal ganga, hetta er nakað, sum vit skulu fáa pengar burtur úr. -Men tað eru tey, sum siga, at her hendir einki, tí landsstýrismaðurin er líkasælur. -Tað er skeiv adressa. Eg eri ikki vinnulivsmad- ur, men eg skal skapa monnum møguleika til at gera iløgur. Tummas Arabo sigur, at álitið um framtíðar vinnu er eitt fínt upplegg, men tað er eitt idekatalog, um hvat kann gerast. Har stendur einki um, hvussu tað skal gerast. Og vit mugu minnast til, at talan Tummas Arabo er sera fegin um vinnulívsvirksemið í eitt nú Kollafirði og í Vestmanna. må vera um lønsemi, um nakað skal í gongd. Landsstýrismaðurin vísir annars á eina verk- ætlan, sum landsstýrið Nr. 121 — 29. JUNI 1994 hevur stuðlað og sum snýr seg um at fáa nakað burtur úr fiskinum í Irmingar- havinum. Hetta er ein sera spennandi ætlan, sum Tummas Arabo vónar fer at eydnast. Her er talan um eitt totalprojekt. Jan Tummas Arabo, landsstýrismaður ávarar: Borgarlig sam- gonga ringast fyri Føroyar Tað ringasta, sum kann henda fyri Føroya og Føroya fólk, er um vit fáa ein reint borgarliga samgongu við sambandi og fólkaflokki. Tað verður ein svørt samgonga, og hon fer at vera sera vánalig fyri vanliga fólkið. Teir fara at skerja fíggj- arlóigna og senda eini 700 fólk til hús. Teir fara at minka um lónartrygdina hjá fiskimonnum. osfr. sigur Tummas Arabo, landsstýrismaður. Hann sigur eisini, at tað er lygn, at sambandið er betri fórt fyri at fáa góðar avtalur við danir enn verandi sam- gonga. Hetta er biligasta atvkvóðufiskarí hann nakrantíð hevur upplivað. Tí sambandið fær onga betri avtalu. Fakfelggini og teir borgarligu -Nú hevur tú altíð havt sera gott samband við fakfeløgini og fakfelags- fólk og altid vart teirra sjónarmið. Hvussu kennir tú tað, at tey nú stilla upp egnan flokk.? -Hetta er nakað, sum er eri sera vónsvikin av. Óli Jacobsen ger hetta fyri at skaða javnaðarflokkin og kanska meg persónliga, tí hann ikki sleppur at manerera sum hann vil í landskassanum - við okk- ara vælsignilsi. -Tað hava vit sagt nei til, og tað, sum tí hendir í dag, er sera sera skaðiligt fyri verkamannafjøldina. Um sambandið og fólka- flokkurin koma í Tinganes orsakað av Verkamanna- flokkinum, so mugu verkafglk verða greið yvir, at tey missa bæði minstuløn og aðrar åg60ar, sum vit altid hava vart. -Vit hava verið noyddir til at bakka i teirra vidur- skiftum, tað viðgangi eg, men vit hava bakkað minst møguligt. Eg hava altíð verið fyri at gera nakað fyri okkara fiskimenn. Fáa fakfelagsleiðarar nú sam- bandið og fólkaflokkin út í Tinganes, so eru teir sera ringir fyri sínar limir. Ringasta sum kann henda fyri verkafølk er borgarlig samgonga -Teir siga bara, at javnaðarfólk eru minst líka ring ella verri enn fólkaflokkurin móti teim- um! -Tað er nakað tvætl. Tað liggur eitt uppskot í Tinganesi, sum sigur, at at minstulgnin skal niður á 15.000, og tað kann vera, at hon endar niðri á 12.000 koma teir borgarligu til ræðið. -Hvat er tað ringasta, sum kann henda eftir valið? -At vit fáa eina sam- Framhald á síðu 24 re #7 A RENE