mikudagur 29. juni 1994síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 121 — 29. JUNI 1994
Framtidar Føroyar
Føroyar verða midsavnadar (sentraliseraðar), Tórshavn fer at
vaksa, somuleiðis fara størru plássini at vaksa. Idnaðurin
verður savnaður á nókrum fáum stóðum. Hetta verða nakrar
broytingar av fóroyska samfelagnum. Nú skal medvirkast til
einastu menning, ið er búskaparliga møgulig í hesum døgum
Tá Sjóvinnubankin fór av
knóranum, kom ein sending
fyri og onnur eftir í danska
sjónvarpinum. Har varð
greitt dønum frá, hví kreppa
var komin í føroyska sam-
felagið.
Ein reyður tráður í hesum
sendingum var kritikkurin
av tidesentraliserings (mið-
spjaðandi) politikki, ið hev-
ur verið førdur og sum før-
oyska samfelagið ikki hev-
ur havt ráð til.
Vit hava útbygt veganetið
og ferðasambandið millum
oyggjarnar. Tað var einki
galið við hesi útbygging.
Hetta var liður í at menna
Føroyar til eitt framkomið
land. Men tað var galið at
byggja fleiri flakavirkir í
somu oyggj, heldur enn at
brúka veganetið at flyta ar-
beiðsmegina eftir.
Javnaðarflokkurin hevur
sum mål, at Føroyar skulu
verda eitt framkomid sam-
felag á jøvnum føti við Dan-
kar. Danir hava góðkent
hetta mál, men eftir stóru
bankakreppuna hava teir
greitt víst, at teir góðkenna
ikki miðspjaðing. Teir hava
eisini beinleiðis lagt seg út í
innanlands føroysk vidur-
skifti, og Ld. steðgað vega-
gerdini til Gásadalsberg-
holid.
Tað eru ikki bert sjón-
varpssendingarnar, ið hava
víst á skeivleikan í mið-
Ikki brúk fyri
fleiri flokkum
Mong dómi eru um hvussu
smáir flokkar hava kroyst
eina samgongu til loysnir,
sum eru heilt burturvið
Góðu veljarar!
Er tað nakað, sum føroy-
ingar ikki hava brúk fyri, so
er tað fleiri politiskum
flokkum. Teimum hava vit
nóg mikið av.
Einum nýtist ikki at hava
nógv innlit í politikk fyri at
síggja hvussu ein lítil flokk-
ur, bara við einum tinglimi,
kann kroysta eina sam-
gongu til loysnir, sum eru
heilt burturvið.
Hetta er ein av orsøkun-
um til tær mgu og skeivu
politisku avgerðirnar, sum
tiknar eru tey seinastu årini.
Javnadarflokkurin er ein
flokkur, sum er fyri alt fólk-
ið, men tað skerst ikki burt-
ur, at fiski- og verkamanna-
stættin hevur staðið flokk-
inum næst, og øvugt.
Tánúnakrir fakfelagsfor-
menn hava tikið seg saman
at stovna nýggjan flokk, er
hetta einki annað enn at
skaða og gera tann politiska
veingin í føroyskum poli-
tikki veikari, sum hevur
vart áhugamál hjá fiski- og
verkamannastættini, nevni-
liga javnaðarflokkin.
Tað kann bara skaða
fiski- og arbeiðaraveingin í
føroyskum politikki, at
hann verður pettaður sund-
ur. Eg vil tí heita á Føroya
fólk við teimum kendu orð-
unum: Hjálp mær ímóti
mínum vinum, mínar figg-
indar skal eg klára sjálv-
ur.
Hetta sigi eg fyri javnað-
arflokkin.
Farið øll á val og veljið
ein sterkan javnadarflokk!
Jógvan Páll Poulsen,
valevni javnaðarfloksins
í Norðoyggjum
P.S. Túeigur eisini at minn-
ast til, at ein atkvøda til
sambandsflokkin er ein at-
kvøda fyri ES.
spjadingarpoliukkinum.
Eisini Ráðgevandi nevndin
hjá forsætisráðharranum
hevur víst á, at teir mettu
politikkin vera skeivan.
Føroyingar verða nú
sjálvir noyddir til at koma
vid einum uppskoti um
framtíðar útbygging av
landinum. Føroyingar
verda noyddir til at føra ein
midsavnandi politikk. Gera
vit tað, so fáa vit eisini figg-
ing til tær nógvu fløgur, ið
eftir eru at fremja. Banka-
eftirlitið hevur víst hverja
kós danir vilja góðkenna.
Teir hava víst á, at sethús í
Tórshavn hava nærum dup-
ult so nógv virði sum sethús
á smærru bygdunum, tí teir
meta at framtíðar møgu-
leikarnir eru í Tórshavn.
Framtíðarmeguleikarnir
liggja í Suðurstreymoy
Tórshavn liggur mitt í land-
inum, alt ferðasamband er
til og frá Havnini, so her er
mest náttúrliga stað at
leggja almennu tænastu-
stovnarnar.
Føroyar eru eitt lítið land.
Skulu nýggjar íløgur gerast,
so er rættast at leggja tær
har í landinum, mesta fólkið
býr. Besti møguleiki er fyri
at manna bólkar til skiftis-
arbeiði.
Fái eg nakra ávirkan, havi
eg sett mær fyri at fáa gongd
aftur á byggiarbeidi í Suð-
urstreymoy. Samfelags
gagnligt byggiarbeiði, sum
danir vilja vera vid til at
gjalda.
Vit kunnu fáa gongd á
privatu byggifeløgini,
gongd å kommunal an-
leggsarbeidi og almenn an-
leggsarbeiði. Arbeiði til
fleiri hundrað fólk. Hetta
kemur øll samfelagnum til
góðar, og er rætt at gera í
hesum niðurgongdstíðum.
Vit í Suðurstreymoy eiga
at streingja á, at farið verð-
ur undir samráðingar við
donsku stjórnina um rað-
festing og fremjing av al-
menn, samfelags gagnlig-
um byggiarbeiði.
Magni E. Dalsgaard
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelagag
OPIÐ HÚS
Í dag kunnu fólk hitta Hendrik
Thomsen, John Smith og Jóan
Paula Joensen
"OPIÐ-HÚS"-tlhakið hjá
Sudurstreymoyar Javnað-
arfelag heldur fram.
Millum klokkan 20 og 22
í kvøld kunnu limir felags-
ins og onnur áhugaði hitta
Hendrik Thomsen, John
Smith og Jóan Paula Joen-
sen, sum eru millum val-
evnini hjá Javnaðarflokk-
inum í Suðurstreymoy.
"OPIÐ HUS”-tiltakid hjá
Sudurstreymoyar Javnað-
arfelag er í felagshølunum á
Argjum, har Sosialurin
eisini heldur til.
Tíðindablaðið (571,
Vandi fyri at
útróðrarflotin
verður við sviðusoð
Stórur vandi er fyri, at
åtr6drarflotin verður
við sviðusoð, tá ein
møgulig borgarlig sam-
gonga hevur býtt kvot-
una av nýggjum eftir 1.
sept. i
Tað er valla nakar ivi
um, at kvotabýtið, ið sit-
andi samgonga við tógv-
ið stríð fekk avgreitt, í
allar mátar verður ging-
ið útróðrarflotanum á
møl.
Hetta býtið sæst eina-
best við at húkaflotin
fekk 75% av samlaðu
toskakvotuni, eins og
húkaveiðan fekk 86% av
samlaðu hýsukvotuni.
Sjálvsagt er neyðugt,
at aðrar fyritreytir eru til
staðar, tí eitt kvotabyti í
sjálvum sær er eingin
loysn.
Hinvegin so er tíbetur
vend komin í ta óndu
ringrás, ið heimaútróð-
urin hevur verið í nú í
fleiri fylgjandi ár. Longu
fyri 1-2 árum síðani sást
á øllum brøgdum, at
fyritreytirnar fyri at fisk-
ur aftur kom á vanligu
leiðirnar, vóru góðar.
Men ikki fyrrenn nú her-
fyri bragdaði aftur, tá
vælav stórum og góðum
toski var at fáa hjá
snellubátunum, serliga á
teimum leiðum, ið sørv-
Altavgerandi fyri útróðrarflotan er, at
komandi samgongan verður eins positiv
mótvegis húkaveiðuni sum sitandi sam-
gonga
ingar eins og teirra
oyggjarmenn royna á.
Men afturat hesum er
tann altavgerandi treyt-
in, at ein komandi sam-
gonga er líka positiv
yvirfyri húkaflotanum,
sum sitandi samgonga.
Við mínum besta vilja,
so kann eg ikki vera
annað enn ivasamur í tí,
tvørturiméti kenni eg
meg sannførdan um, at
frá ú skurvuta fjøld av
borgarligum valevnum
og politikarum, sum í
hesum døgum bjóða seg
fram, er ikki nógv gott í
væntu frá hjá útróðrar-
flotanum.
Frank Davidsen,
valevni
javnaðarfloksins
í Vágum
KUNNGERÐ
Gjørt verður kunnugt, at valkort til
nýtslu við løgtingsvalid í Vágs komm-
unu hósdagin 7. juli 1994 verða send
øllum veljarum, ið standa á vallistan-
um.
Veljari, sum ikki fær valkort, ella sum
fær valkort við villum í, eigur at venda
sær til býráðsskrivstovuna (tlf. 73024) í
seinasta lagi týsdagin 5. juli 1994.
VÁGS BÝRÁÐ
28. juni 1994