Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 1994síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (SHU: Sambandsflokkurin: Ein dreki við fleiri hevdum — nýggjum sum gomlum, men eitt hava tey øll til felags: Afturhald! Sambært veljarakanning- um, so skal sambandsflokk- urin fáa eina risastóra fram- gongd til valið. Trupulleik- in er bara tann, at teir hava onki at brúka hesa fram- gongdina til, teir hava stutt sagt ongan politikk at vísa á. Sambandsflokkurin lík- ist, áðrenn valið, meira og meira einum dreka við fleiri høvdum, nýggjum og goml- um. Moralurin í ævintýrin- um um drekan við fleiri høvdum er m.a. tann, at 6- ansæð hvgnn veg tey venda og hvussu tey síggja út, hver í sínum lagi, so hava tey hjarta og sál til felags. So líkamikið hvat øll hesi nýggju sambandsvalevni, tað veri seg fyrrverandi bankastjórar ella sjálvút- nevndir samfelagsrevsarar, hugsa og vilja. So fer hjartað í sambands- flokkinum altíð at banka fyri afturhaldinum. Tað hevur sambands- flokkurin so sanniliga eisini prógvað í skjótt farna val- Allar loysnir, sum bara so mikið sum hava borið brá av vinnuligum framstigum, hava teir víst frá sær við onkisigandi undanførslum. Hetta kom týðuliga til sjóndar, tá landsstýrið legði fram uppskotið um stovnan av einum venture felag. Lógin skuldi heimilað landsstýrinum at seta 9 mill. kr. í eitt framtaksfelag. Endamálið við einum slík- um felag er at seta pening í nýggjar fyfitøkur og annars við ráðgeving at hjálpa hes- um fyritøkum igjøgnum tey fyrstu truplu árini. Slík fe- løg finnast í gørum londum, m.a. í U.S.A. og í Danmar, haðani hugskotið er komið. Á ongan hátt er talan um ein almennan stovn. Egin- peningurin skal vera 30 mill. kr., harav privat skulu standa fyri 70% og tað al- menna 30%. Tíbetur bleiv málið sam- tykt soleiðis, at grundar- lagið fyri at fara í gongd við nýggjum vinnuligum til- tókum er munandi styrkt. siga seg vera borgarligar, og bjóða seg fram sum teir einastu, ið kunnu fáa gongd á vinnulívið, vóru ímóti. Undanførslan, ja, hon er tann sama. Fólkaflokkurin førir sum vant fram, at lønirnar skulu niður, skattirnir skulu niður. Henda fólkafloks fantasi- loysnin er sambært øllum serfrødingum á búskapar- liga gkinum ónýtilig, og má tí sigast at vera ber val- propaganda í eini tíð, har ongar lættar loysnir tykjast at vera í eygsjón. Undanførslan hjá sam- bandsflokkinum var minst líka ússalig. Tað einasta, teir høvdu at siga ímóti hes- um í okkara arbeiðsloysis- tíðum var, at vandi var fyri einum nýggjum lands- stovni. Og tað siga teir, sjálvtum teir fullvæl vita, at heili 70% av eginpeningum skuldu vera á privatum hondum. Hetta eru teir, sum bjóða seg fram til at fáa gongd á vinnulívið. Í løtuni sær tað út til at steðgur er komin í ta stóru niðurgongdina og nógv bendir á, at útflutnings- vinnan kann stabilisera seg. Vit skulu tó vera varin við at vænta eina alt ov stóra framgongd innan stutta tíð. Men við einum miðvísum og langsiktaðum vinnulívs- politikki, har venture fe- lagið er ein náttúrligur part- ur, trúgva vit í javnaðar- flokkinum at tað ber til at venda gongdini av álvara, soleiðis at tað aftur verður liviligt í Føroyum hjá øllum føroyingum. Jóhannes Ellefsen, valevni javnaðarfloksins í Vágum Nr. 121 — 29. JUNI 1994 Virkisskrå fyri javnadarflokkin Hitt almenna Almenna fyrisitingin Mál okkara er at varðveita og styrkja føroyska vælferðarsamfelagið, sum vit øll eiga lut i. Okkara politikkur byggir á samhaldsfastar loysnir. Javnbjóðis rætt- indi til heilsutænastu, útbúgving, ar- beiði, bústað og sosiala trygd eru grund- leggjandi. Ein góð, væl styrd og væl skipað almenn fyrisiting er týdningarmesta amboð okkara at røkka málinum um javnbjóð- is rættindi til samfelagságóðarnar, at til- feingið verður rætt nýtt, og at hin ein- staki altíð hevur innlit í og ávirkan á síni egnu viðurskifti. Bert um fyrisitingin er væl skipað, kunnu vit tryggja at skattapeningurin verður nýttur rætt — í tráð við ynski borgaranna — og at sum mest fæst burtur úr honum, so skattatrýstið kann vera so lágt sum til ber. Almannamál Vælferðarsamfelagið skal varðveitast soleiðis, at øllum verða tryggjad rími- ligar liviumstødur uttan mun til aldur ella førleika. Almannalóggávan verður endurskoðað innan karmarnar av rammulóggávuni, og verður tillagad føroyskum viður- skiftum. Lógirnar um fólka og avlamispensjón verða endurskoðaðar við tí fyri eyga at veita øllum eins góða eftirlønartrygd. Dentur verður lagdur á at tryggja øllum móti sjúku, vanlukku ella arbeiðsloysi. Umsitingin og lóggávan verða gjørd so brúkaravinarlig sum gjørligt. Bett verður um korini hjá teimum við skerdum møguleikum. Endurútbúgvingin verður gjørd betur fór fyri at útvega teimum hóskandi arbeiðspláss. Álagt verður almennum stovnum at taka fólk í arbeiðsroyndir og vard størv. Sjúkrakassaskipanin verður avloyst av almennari sjúkratrygd, ið verður goldin saman við skattinum. Eldrapolitikkur Hin einstaki skal kunna skipa sær pensjónstilveruna soleiðis sum hann sjálvur heldur vera mest hóskandi. Figgjarligu fortreytimar fyri hesum eru fólkapensjónin og arbeiðsmarknaðar- eftirlønin, sum skal virka frå 1997. Hitt almenna skal skipa fyri tilboðum, og á annan hátt betra fortreytirnar fyri at pensjonistar kunnu hava eitt virkið og innihaldsríkt lív. Fyri at tryggja at gomul kunnu verða sum longs heima, verður samdøgurs- rgkt skipað í øllum landinum, saman við hóskandi røktarskipan í nærumhvørvin- um. Skipað verða sambýli og umlættingar- heim, sum skulu standa teimum gomlu í boði, meðan rgktarheimspláss verða boðin teimum røktarkrevjandi. Lastbilavinnan í Vágum Í Iøtuni hava teir úr at gera — men fáa Sambandið og Fólkaflokkurin sín vilja, verður Landsverkfrødingurin privat- iseraður, og tá verður verri hjá lastbilaeigarunum í útjaðaragkinum, sigur Frank Davidsen sum spyr, hvat Jørgin Niclasen og Svend Aage Ellefsen hava ímóti lastbila- vinnuni eins og teimum timaløntu, sum arbeiða hjá Landsverkfrødinginum Ein hevur næstan sam- kenslu við báðum fólka- floksvalevnunum í Vágum, sum nú eru um at gerast frá sær sjálvum yvir tað virk- semi, ið landsverkfrøding- urin hevur sett í gongd í Vágum. Hesir báðir garparnir, ” sum í gott tvey ár umboð- aðu Vága Valdømi, vóru ikki mentir at seta eitt tað einasta vet av virksemi í gongd, sjálvt um annar sat samferðslumálum, og hann tískil hevði allar møguleik- ar til at leska sínar oyggjar- menn. At undirritaði hevur roynt alt tað, hann er mentur, til at bóta um tað syndarligu stóðu, sum serliga lastbila- vinnan í Vágum hevur verið í, tað kunnu Svend Áge Ellefsen og Jørgin Niclasen als ikki skilja, sambært tí vanvirðisligu skriving, teir hava havt hesum viðvíkj- andi. Eru teir íkki greiðir yvir, at líka síðani 1989 hevur fyrrverandi = landsstýris- maður, Svend Áge Ellefsen sitið í tímum samgongum. Ikki fyrrenn nakrar kráku- mánaðar áðrenn hann valdi at stinga í sekkin, fekk hann tikið seg saman til at festa nakrar milliónir á pappírið, ið sum kunnugt er tolið. Veruleikin er tó, at fyri at fáa nakað av virksemi í gongd, var neyðugt at fáa Svend Áge Ellefsen úr landsstýrinum. Sjálvt um báðir fólka- floksgarparnir av góðum grundum eru spinnandi óðir, so er tað hugaligt sam- stundis at síggja nógv ung- fólk hava arbeiði í Vágum í hesum døgum. Av játtanini til arbeiðs- skapandi tiltøk eru tað sum sagt sera nógv ungfólk, ið seinastu tíðina hava gjørt ymisk arbeiðir, sum lættir væl um hjá teimum fíggjar- liga hart trongdu kommun- unum. Tað hevur eisini í tí sam- bandinum verið ein sonn fragd at sæð tey ungu, sum Ld. í Sørvågi hava fríðkað um runt í bygdini. Mótvegis Jørgin Nicla- sen og Svend Á. Ellefsen so kann eg ikki lata vera við at fegnast um hetta eins og at tað fyri einaferð skuld eru lastbilar í Vágum, sum hava úr at gera í løtuni. Tá teir skíra hetta virk- semi fyri valagn, so kann eg ugga teir við, at arbeiðið kemur helst at vara til seint í heyst, væl at merkja, um ikki Finnbogi Arge og sam- ina aftur. Tað er jú eingin loyna, at Finnbogi Arge, helst kom- andi landsstýrismaður sam- bandsmanna, fyri opnari mikrofon hevði uppskot um at avtaka landsverkfrøding- in. Endamålinum skal eingin ivast i. Ti gerst tað veru- leiki, at Finnbogi vid Svend Ágasa hjálp privatiserar landsverkfrødingin, so kunnu allir lastbilæigarar í útjaðaragkjunum gera sær heilt greitt, at alt virksemi, bæði nyiløgur eins og við- líkahald av veganetinum verður sentraliserað. Aftan á tað er tað entre- prengrar og lastbilar úr mið- stadarøkinum, sum Jørgin og Svend Åge kunnu eyg- leiða úr teirra vindeygum koyrandi aftur og fram á veganetinum í Vágm. Frank Davidsen, valevni javnaðarfloksins í Vágum