mikudagur 29. juni 1994síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 26 Nr.121—
29. JUNI 1993
Sjårdur Gullbein i pisurødu
Tann størsti
pinudepilin situr
i afturpartinum
fenn hava ovst skip út á grunnarnar, staðið so
raneggjadir og hugt at, medan fitta dótturin breyt
ampagnufløskuna móti bógnum. Lítið visti hon, at
»abba, væl stuðlaður av ðrum, legði út á hav at tóma
tað fyri fisk. Nú skal dótturin gjalda gildið - so kanska
stendur babba foyur nú, segði Sjúrður Gullbein m.a.
tå hann vegna HF'ararnar í Havn helt rødu á
pisufundinum hósdagin
Eftir tógvið stríð er brostið
fyri nev, og pisurnar eru
komnar. Og hvat er tað fyri
ein verð, vit eru komnar til?
Einki er at taka seg aftur í, at
sjónin er heldur ótýdlig,
men tess meira hjá okkum
at hugsa um, og ansa vit
eftir, so er nógv hjá okkum
at læra.
Sum skaldið yrkti á sinni,
so er føroyingum ikki givið
at standa saman, og kanska
eru orð hansara ikki so langt
av leið, nú vit síggja, at
gremjan og brigsl um vón-
loysi og skyld, er túnatosið.
Men fast taki føroyingum, ti
hóast so fáir, at tað skuldi
verið sjálvsagt, at vit stóðu
saman um tað, vit hava, so
hevur stødan verið beint
tann mótsetta, og føroying-
urin hevur roynst sum eitt
ivasamt samfelagsmenn-
iskja, men fullkomin ego-
istur
Sektin á, hvat annar fær,
eg skal ráða mær.
Landskassin, tað neyðar-
dýrið, hevur verið sæddur
sum eitt pengahav, sum skal
geva Peri og Póli tann pen-
ing, teir leggja á at fullføra
tær ørvitisætlanir, sum nú
mangar standa sum skrímsl
og peiggja upp í loft. At
landskassin ikki hevur verið
sæddur sum kassin hjá okk-
um gllum, er ótrúligt, og
ófatuligt er tað, at menn
hava hildið seg kunnað
lumpað og snýtt sama
kassa, uttan at hava givið
sær far um, at teir samstund-
is hava snýtt seg sjálvar.
Hetta prógvar bert tað, at
føroyingurin sær ikki sam-
felagið sum teg og meg,
men heldur sum ein fremm-
audan stovn, sum bert skal
tæna okkum, uttan at vit
geva nakað afturfyri.
Gott hevði verið, um før-
oyingurin endurskoðaði
sína samfelagsfatan, tí hetta
er eitt álvarsmál, sum hvør
einasti av okkum máog skal
fáa greitt, annars koma vit
aldrin á rættkjøl.
Tær ætlanir, sum eru
framdar, eru oftast ikki
komnar av vanligum viti og
skili, men heldur tí, at fólk
hava havtiltav, at onnur fáa
meir enn tey sjálvi. Fært tú
eina havn, so skal eg hava
eitt berghol, og skal hann
hava grasliksvøll, soskal eg
eisini.
Við atburðinum, vit hava
sæð, er lætt at staðfesta, at
ein tann størsti pinudepilin
situr í afturpartinum á før-
oyingum, og stingirnir hava
verið okkum dekan ov dýr-
ir.
Sama óskilið er galdandi
við okkara fiskigrunnum.
Menn hava oyst skip út á
teir, staðið so braneggjaðir
og hugt at, meðan fitta dótt-
urin hevur brotið sjam-
panjufløskuna ímóti bóg-
num. Lítið visti hon, at
babba, væl stuðlaður av
ødrum, legði út á hav, at
tøma tað fyri fisk. At dótt-
urin er hon, sum nú skal
gjalda gildið, er tann nakni
veruleikin, so kanska stend-
ur babba foyur nú. Gongdin
ber týðilig boð um, at viteru
farin longur og longur burt-
ur frá náttúruni, hava mis-
nýtt og týnt hana í tráðanini
eftir verðini. At grunnamir
eru tómir og ikki longur eru
við í gullkálvadansinum,
skuldi kunnað mint okkum
á, at vit eru á heilt skeivari
leið.
Summir hava ríkað seg
upp av óskilinum, og erpa
sær av at háva verið sannir
handilsmenn. Snildir vóru
teir, men skommina skulu
teir sleppa at eiga, tí tá ið tað
almenna skal lofta, tá er
vorðið sum lætt at vera
vinnulívsmaður.
Politikarin hevur skyld-
ina av allari neyðini, siga
nógv. Tað er hann, sum
hevur ført Føroyar í hetta 6-
førid, men sjálvur havt jól
og góðar dagar. Hetta lagið
er ikki gamalt, tí tá ið myll-
an gekk upp á tað harðasta,
tá vóru tað ikki nógv, sum
funnust at politikarunum.
Nei, teir vóru bara góðir, tí
tá høvdu oll tað ikki bara
gott, men livdu í marglæti.
Tá vóru politikararnir bara
fittir, og sjálvsagt vóru slíkir
menn valdir aftur.
Nú er gildið liðugt, men
nú skal eingin annar hava
Men hver var tað, sum av
góðum huga valdi hann?
Tað eru tey, sum vóru við í
gullkálvadansinum, og sum
tráddu hann so lystiliga, at
bæði ringur og gullkálvur
eru tey, sum kastaðu vit og
skil fyri borð, tá ið tey sóu
Mammon daga á himni. Tí
er tað sanniliga eisini sami
veljarin, sum eigur sína
skyld, at alt er, sum tað er.
Hann hevði møguleikan at
verða líka skilagóður tá,
sum hann er vorðin nú um
dagamar.
At teir hóast tað standa og
meyla og grenja í skýma-
skotum og kasta runu eftir
ødrum, ber bert boð um
muruna, sum býr í honum.
Tey ótaldu dulnevndu les-
arabrøvini i bløðunum
verda koyrd i sama sekk.
Løgid, at føroyingurin er
so óður eftir verðini, tá ið
kirkjur og samkomuhús
standa á hverjum tanga í
Føroyum, men kanska er tað
s0, at tann størsti gudurin nú
á døgum eitur Mammon.
Um so er, so er at viðganga
tað ístaðin fyri at ganga sum
: ein lókutur beggjatrællur.
Føroyar kundu fyrr verða
bornar saman við ein lítlan
fugl, sum, hóast lítil og í
tjóðri, kundi atsmúgva sær í
luftini, so langt sum hann
slapp. Men tey, sum áttu
hann, skammaðust, tí tey
hildu hann vera neyðarslig-
an og formáða sær so lítið
ímóti øðrum størri fuglum.
Í berari fávitsku og vantandi
sjålvsvirding gøddu tey tú
lítla fuglin upp, og nú hava
tey fingið hann eins prúðan
og aðrar. Fuglurin Føroyar
Myndir: Kalmar
Tíðindablaðið
Sjúrður Gullbein
legði ikki fingrarnar
ímillum í réðu síni
stendur nú og ridlar á stelk-
unum, feitur og uppsvølp-
aður. At flúgva dugir hann
tíverri ikki longur, so nå
heldur fólk minni um hann
enn nakrantíð.
Tví vorðið, føroyingar!
Illa fóru tit við landi tykk-
ara!
Tað, ið vit, sum hava fing-
ið prógv í dag, tí mugu duga
betur enn ættarliðið undan
okkum, er at vera errin av tí
lítla og vakra, vit hava, og
fara væl um tað, heldur enn
at amast uppi í tí, ið stórri er.
Megna vit hetta, verða vit
stór í sinninum, og tað er
tað, sum um ræður. Tað er
har, ið virðini liggja, og ikki
í fíggjargirndini.
Latokkum brúka prógvið,
sum vit nú hava fingið eftir
tógvið slit, til tað lítla fræð-
ið, sum einaferð verður ein
góður samfelagsvekstur.
Vit skulu ikki bert fáa okk-
um sjålvi á flog, sum nøkur
teirra, ið undan okkum eru
farin, hava gjørt, tí fyrr enn
vit hava fingið fuglin Før-
oyar so skikkaðan, at eisini
hann hevur vunnið flogið
aftur, so flúgva vit heldur
ikki sjálvi.
Stavnhaldið hjá okkum
skal vera vanligt vit og skil,
og við samanhaldi, einum
sindri av stoltleika av oygg)-
um okkara, so klára vit tað.
Vit gevast ikki fyrr, tí Før-
oyar hava ikki annað uppi-
borið eftir slíka vanrøkt.
Við einum grindi úr yrk-
ing hjá Karsteni Hoydal fari
eg at ynskja øllum góða
eydnu framyvir og tillukku
við próvnum.
Í royndum stimbrað, fróð
í ráðagerð
um hetta staðið vit nú sláa
garðar,
at vaksið fær alt frískt og
fjølgast her
so leingi sjógvur flødir og
hann fjarar