hósdagur 30. juni 1994síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
íðindablaðið (5777)
Javnaðarflokkurin
hevur valt
kvinnur
ting
úr hovðusstaðnum ,
Í hesum javnstødistidum er
tað kanska burturvið at
nevna, at í mun til í gðrum
valdómum — tá eru allir
flokkar tíknir við — hevur
javnaðarflokkurin í Suður-
streymi valt fleiri kvinnur í
tingid.
Men hetta er ein sann-
roynd, og hóas vit hava
kvinnuligan løgmann og
kvinnuligan býráðsfor-
mann, so er tað so ógvuliga
stutt síðani, at kvinnurnar
komu framat.
Malla Samuelsen í Havn
var eitt stutt skifti í 1964 í
tinginum fyri Marius Jo-
hannesen, sála. Hann um-
boðaði sjálvstýrisflokkin.
Ikki fyrr enn á valinum í
1978 varð kvinna fyrstu
ferð vald í løgtingid. Tað
var javnadarflokkurin í
Suðurstreymi, sum valdi
Jonu Henriksen, KFUK
skrivara, í tingid. Á sama
valinum kom Karin Kjølbro
í tingið, umbodandi. tjóð-
veldisflokkin í sama val-
dómi.
Jona hevði framman und-
an verið í tinginum fyri
Jákup Lindenskov, meðan
hann var landsstýrismaður.
Hin javnaðarkvinnan hjá
javnaðarflokkinum í Suð-
urstreymi hevur eisini
skrivað søgu. Marita Peter-
sen varð vald í tingið í 1988,
Eftir valið í 1990 kom hon í
landsstýrið, og tá Atli Dam
legdi frå sær sum løgmadur
gjørdist hon fyrsti kvinnu-
ligi løgmadurin.
Samstarv vid
verkamenninar
Fyrsti løgtingsmadurin hjå
javnadarflokkinum i Sud-
urstreymi var M. Vidstein.
Hann var fyrsti formaðurin í
javnaðarflokkinum, og
hann var eisini blaðstjóri á
Føroya Sosial Demokrati.
M. Viðstein stillaði ikki upp
aftur í 1936, og tá var Trónd
Hansen, urtagarðsmaður,
valdur. Hann doyði longu í
1939. J.P. Henriksen kom í
tingid fyri hann, og hann
varð eisini valdur í 1943 og
í 1950.
Palli Henriksen var óg vu-
liga virkin javnaðarmaður.
Hann var í fleiri år nevndar-
limur í Havnar Arbeiðs-
mannafelag, og eitt skifti
var hann formaður. Hann
umboðaði flokkin í býráð-
num fleiri ferðir, og har var
hann eisini formaður eitt
skifti.
Á valinum í 1958 varð
Jákup Lindenskov valdur.
Tað var fyrstu ferð, at javn-
aðarflokkurin í Suður-
streymi fekk valdømisvald-
an tingmann. Á valinum í
1966 var tað Martin Joen-
sen, formaður í Havnar Ar-
beiðsmannafelag, sum varð
valdur, men í 1970 kom
Jákup Lindenskov innaftur.
Nógv ålitisstørv
Jákup Lindenskov er tann,
sum í longsta áramálið hev-
ur umboðað flokkin í Suð-
urstreymi. Hann varð vald-
ur í landsstýrið í 1968, eftir
at Petur Mohr Dam var
deyður, og har sat hann til í
1979, tá hann varð valdur í
fólkatingssessin eftir Jóhan
Nielsen.
Í 1978 vóru á fyrsta sinni
kvinnur valdar á ting. Tær
vóru Karin Kjølbro úr
Tjóðveldisflokkinum og
Jona Henriksen úr
Javnaðarflokkinum..
Hetta sama árið møtti
Ingrið Sondum á tingi fyri
Erlend Patursson.
mynd: Kalmar
Jóannes Dalsgaard varð
valdur saman við Jákupi
Lindenskov í 1980 og 1984.
Hann hevur síðani sitid
okkurt skifti sum eykamað-
ur hjá Atla Dam.
Jákup Lindenskov,
Marita Petersen og Alli
Dam — hann flutti úr Suður-
oy og í Suðurstreym á sein-
asta vali — hava verið vald í
ålitisstørv í landsstyri og
fólkatingi, og tað hevur bor-
ið við sær, at onnur hava
møUt í tinginum styttri tíðar-
skeið. Millum teirra kunnu
Nr. 122 — 30. JUNI1994 Síða 19
nevnast Óli Jacobsen,
Sommer Winther og Eyð-
álvur Dimon.
Tað er ikki komið fyri áð-
ur, at ein flokkur í einum
valdømi í sama valskeiði
hevur átt tveir løgmenn.
Bæði umboðini hjá javnað-
arflokkinum i Suður-
streymi hava seinasta val-
skeiðið verið løgmenn.
Fyrst Atli Dam og síðani
Marita Petersen.
Loysir seg at hava góð viðurskifti -
við útheimin — provokation
kemur aftur um brekku
Umleið helvtin av lívs-
grundarlagnum hjá før-
ysku fiskivinnuni stavar
frå fiskiskapi, ið fer fram
sambært såttmålar vid onn-
ur lond.
Í valskeiðnum, sum nú er
at enda, má sigast at avtal-
umar við onnur lond hava
verið góðar og Føroyar
hava havt stabil viðurskifti
við útheimin.
Nakað av atfinningum
hava i6 verið at hoyrt í sein-
astuni um fiskiskap í altjóða
sjógvi. Har er tað lands-
týrisins stóða, at fiskiskap-
ur í altjóða sjógvi er í fínasta
ordan, har sum Føroyar
ongar avtalur hava um
stovnar, meðan tað kann
vera serstakliga vandamik-
ið at provokera í teimum
økjum, har føroysk skip
fiska sambært avtalu.
Fyrstog fremst verdur her
hugsað um fiskiskapin í Ba-
rentshavinum, men før-
oyskur fiskiskapur undir
føroyskum flaggi runt Rock
All og Hatton Bank tykist
nú eisini at kunna koma í
vanda.
Vit mugu minnast til, at
hetta eru stór lond, vit eru
upp ímóti, og at provokera,
tað loysir ongar spurningar.
Eg haldi at føroyingar
áttu at havt lært nokk av, at
vit nú í nøkur ár hava havt
ein fólkatingslim, valdur á
fólkating av fólkaflokkin-
um, sum nú hevur provo-
kerað danir so nógv við tí
skattatrýsti, sum hevur ver-
ið i Føroyum, at danir nú
provokeraðir av hesum
fólkatingsmanni hava givið
okkum heimsins hægsta
skattatrýst.
Nei, framtíðin má byggja
á samstarv í staðin fyri
provokatión, tað koma vit
longst við.
Thomas Arabo,
valevni javnaðarfloksins
í Norðstreymoy