Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 1994síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Landsstýrið eigur at hava ábyrgdina av sjukrahusverkinum —ogtikki tey try sjúkrahússtýrini. Tað, sum hendi á sjåkrahusøkinum i 1992, má ongantíð henda aftur Ein av høvudssetningunum hjå Javnadarflokkinum, er at verja vælferðarsamfelag- ið, og sum ein nátúrligan part av tí, eisini Heilsuverk Føroya. Vit mugu ásanna, at hóast Javnaðarflokkurin hevur umsitið hetta mál hesi sein- astu árini, so eydnaðist ikki at halda sjúkrahúsverkið á tí stødi, sum ynskiligt er. Skerjingarnar å økinum i 1992 eru eitt rædandi dømi um hvussu gangast kann tå játtandi myndugleikarnir,- løgting og landsstýri, ikki eru við í og ikki hava stórri ávirkan á játtanina til dag- liga raksturin. Javnaðarflokkurin er greiður yvir, at tað, sum hendi á sjúkrahúsgkinum í 1992, ongantíð má henda aftur, og fyri at fyribyrgja tí, vilja vit virka fyri, at ábyrgdin av teimum trimum sjúkrahúsunum skal vera hjá landsstýrismanninum í heilsumálum og ikki hjá teimum trimum sjúkrahús- stýrunum. Tey hava ilt við at semjast um nakað sum helst. Líka lítið skal av- gerðin liggja hjá einum embætismanni, sum alment hevur boðað frá, at einasta loysn er, at starvsfólkið má renna eitt sindur skjótari. Tí halda vit heldur ikki, at rættast er, at lata hvørji deild eina åvisa upphædd, sum hon sjålv kann råda yvir. Einasta rætta er, at halda seg til ávísa normering av starvsfólki í mun til ávíst tal av seingjarplássum. Aðrar tænastur skulu stýrast av væl kvalifiseraðum starvs- fólkum á sjúkrahúsinum. Høvudsendamålid hjá Javnaðarflokkinum innan heilsuverkið er at sjúkling- arnir fáa eina so góða við- gerð og røkt, sum gjørligt. Koma borgarligu flokk- arnir framat er stórur vandi fyri, at okkara sjúkrahús- verk verður sum manga aðrastaðni, har ein stórur partur av tænastunum kem- ur útifrá, og verður heilsu- verkið tá í stóran mun stýrt av profitt-áhugamálum. Vilt tú verja sjúkarhúsini móti hesum, er eitt at gera. Tað er at velja Javnaðar- flokkin ella eitt av val- evnunum. Tá velur tú eisini ein politikk, sum er til frama fyri sjúklingin og hansara nærmastu. Hartvig Hansen valevni Javnadarfloksins i Sudurstreymoy Ikki tíðir til eksperiment Oman á torførasta valskeið í søguni, so kunnu vit endi- liga siga, at nú fer at lýsna hjá føroyingum. Nú sær betur út bæði á ein og annan hátt. Tað sær betur út í fiski- vinnuni, tað sær betur út í okkara uttanlandsskuld og umsetningurin í samfelag- num er spakuliga vaksandi. Tað, sum nú ræður um, er at halda tørn og halda kós, soleiðis at tann spakuliga framgongd, sum er, kann halda fram. Tað vil verða púra á- byrgdarleyst móti samfe- lagnum og fólkinum gllum at byrja at eksperimentera við loysnum, sum eitt nú fólkaflokkurin og sam- bandið eru í ferð við, at flokk, sum framhaldandi ætlar at liggja á eini stabil- ari kós og borga fyri fram- gongd í samfelagnum, ja, so má tað vera javnaðarflokk- urin. valevni javnaðarfloksins Virkisskrá fyri Tíðindablaðið (ST. javnaðarflokkin Vinnu- og ídnaðarpolitikkur Virkis- og kappingarféri Høvudsuppgåvan í komandi valskeiði verður at skapa fortreytir fyri øktum ' virksemi. Til tess at vinna føroyskari fram- leiðslu betri kappingarføri og tryggari marknadarstødu, mugu tað almenna og tað privata samstarva um at skapa ein menningarpolitikk. Aðalhugsanin skal vera at brúka alla ta orku, sum er í okkara framkomna samfelag, herundir at gagnnýta góða samfelagskervið og vælútbúnu arbeiðs- megina, til tess at bjóða tær bestu verur og tær bestu tænastur. Støðugt verður dentur lagur á — atvinnan verður rikin á mest effek- tivan hátt. — at støðugt stórri áherðsla verður løgd á at finna teir bestu marknað- irnar til tær bestu framleiðslurnar Vit eiga støðugt at menna og tillaga framleiðsluna til tess at bjóða tær bestu verur og tænastur. At røkka hesum máli, er neyðugt at — brúka alla ta orku, ið er í okkara framkomna samfelag — gagnnýta góða samfelagskervi okkara — gagnnýta vælútbúnu arbeiðsmeg- ina. Einans við dyggari vørumenning og vid framleidslu av håverdugum vørum, kunnu vit vinna á teimum avbjóðingum, ið nýggja stødan setir okkum. Fiskirættindi Í altjóða samráðingum verður dentur lagdur á at búskaparlig gki vinna fulla viðurkenning. Londum, sum mest hava sjógvin á at líta, verða tryggjad frami- hjárættindi á búskaparligu gkjum hjá ødrum. Búskaparliga øki fóroyinga er høv- skera lønir og veitingar nidur vid einum 30-40%. Hetta er beinleiðis óða- mannaverk, tí hvussu skal ein pensionistur, sum í dag fær einar 4.000,- kr. um mánaðin, klára seg, um hann fær einar 1.500,- kr. minni um mánaðin? Tað ber snøgt sagt ikki til. Nei, um tú vilt velja ein Thomas Arabo, í Norðstreymoy uðsálitið, men dentur verður lagdur á við samráðingum at varðveita og víðka teir møguleikar, vit hava hjá gørum, og skapa nýggjar. Í øllum samráðingum um fiskivinnu og fiskirættindamál taka føroyingar lut beinleiðis. Neyðugt kanningararbeiði av nýggj- um leiðum og óroyndum fiskastovnum skal fremjast og um neyðugt í samvinnu við aðrar. Fiskivinnan Málið er at reka ein fiskivinnupolitikk — sum tryggjar skilagóða stovnsrøkt — sum miðar ímóti at fáa veidiflotan at hvíla í sær sjálvum — sum tryggjar fiskimonnum eina sømiliga urtøku — og sum tryggjar, at veidan verdur umsitin å ein hått, sum gevur mest møguligan samfelagsvinning. Teimum, sum fara undir at byggja hóskandi fiskifør, verður tryggjað laga- lig fígging. Forðast má fyri, at tey bestu førini fara úr flotanum. Landi skal ganga á odda við gransking og royndarvirksemi á sjógvi og landi, við ti endamáli at gera grundstødid undir fiskiídnaðinum so gott sum gjør- ligt. Rættindi, skip og framleiðslutól verða tryggjað teimum stættum í samfelag- num, ið beinleiðis fáast við fiskivinnu. Rættindi til fiskikvotur skulu vera á føroyskum hondum. Flokkurin fer framhaldandi av øllum alvi at virka fyri, at rætturin hjá føroy- ingum at gagnnýta hvalin á einum burðartryggum stødi, verður varðveitt- ur.