Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 1994síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hvussu foreldur eru fyri figgjarliga má ikki vera tað avgerandi Stættarmunurin er um at taka seg upp millum ungar føroyingar. Tey, ið hava råd at lesa, og tey, sum ikki hava ráð, og tí eru í stórri vanda fyri at verða dømd til arbeiðsloysi Tað var tann tíð, tá ikki var nóg mikið við hugi og evn- um hjá ungum fólki í Føroyum at fara undir eina útbúgving. Avgerandi var, hvussu rík ella fátæk for- eldrini vóru. Broyting kom í, og pengapungurin hjá foreldr- unum ella einum sjálvum vóru ikki longur avgerandi, og tað sást eisini á talinum á teimum lesandi. Nú høvdu øll, sum høvdu hug at fáa sær eina útbúgving, ráð til tess. Men nú er aftur vandi á ferð. Og tað hendir júst í hesi tíð, nú ongantíð hevur verið so neyðuygt hjá fólki at fáa sær eina útbúgving, skulu tey yvirhøvur hava nakran møguleika at sleppa upp í part í samfelagnum. Studningurin ov lítil Tíðimar í Føroyum eru ringar,og flestu fólk havailt við at klára seg. Lestrar- stuðulin er munandi skerd- ur, so torført er hjá ungum fólki at klára seg, sum ikki hava fíggjarliga sterk for- eldur at hjálpa sær. Tað er eisini sera torført at fáa eitt arbeiði eftir skúlatíð. Hetta var annars góð hjálp, tá nóg mikið av arbeiði var at fáa. Tað kemur alt meira til sjóndar, at ein beinleiðis Nær fer sambandið stættarmunur er um at taka seg upp millum ung, nú pengarnir í størri mun avgera, um ein hevur ráð at nema sær eina miðnáms- útbúgving ella ikki, og tað halda eg vera skeivt. Í hesum, sum í so mong- um ødrum máli, liggur ein stór ábyrgd á politikar- unum. Stættarmunur skal ikki ráða yvir hvør hevur ráð til útbúgving og hver ikki hevur ráð. Øll skulu hava somu møguleikar, eins og góð og trygg kor í útbúgv- ingartíðini. Hetta er tryetin fyri, at ungfólk trívast í hesum landi. Ragnar Thomsen valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy at finna sini bein? Nú er sambandið farið at dragna. Í vetur varð spátt sambandsflokkinum 50% av samlaða atkvødutalin- um, ella 16 tingmenn í alt. Men nú gongur aftur á hond. Seinasta kanningin gevur sambandsflokkinum 28% ella 10 tinglimir, og teir skulu longur niður enn. Ikki bert í tólum eru teir í afturgongd, men eisini hug- sjónarliga. Snúður er komin í boðskapin. Tann fyrr so krystaliklåri bodskapurin um lýnamiðurskurð er rættuliga óklárur blivin. Tað er, sum tá ið teir bygdu Bábelstárnið á sinni: Ein biður um kálk og fær stein. Ein sigur lønarnidurskurd, ein annar sigur ongan lønar- niðurskurð. Onkur vil hava almennar uppsagnir, með- an aðrir siga nei. Edmund vil inn í ES at selja sínar rækjur, meðan Súsanna Dam sigur, at tað skrímslið vil hon onki hava við at gera. Bjórn á Heygum vil hava nýggja stýrisskipan skjótast gjørligt, meðan Pauli Ellefsen í sama blað sigur, at hetta hevur ongan skund. Bjørn vil hava allar gamlar politikarar rættar- forfylgdar, meðan aðrir sambandsmenn vilja hava Paula Ellefsen inn á ting. Enn hava vit ikki hoyrt, at Jógvan Olsen hesa ferð ætl- ar at grava seg inn undir Saltnesgrynnuna yvir á Strendur. Og enn hevur ongin sæð Edmund Joensen verið á Selatrað og lovað fólki tunnil — gjøgnum Veðranes. So Guds børn batna. Javnadarflokkurin verjir lønimar móti sambands- og fólkaflokságangi. Javnaðarflokkurin verjir tey alment settu ímóti hóp- uppsagnum frá sambands- og fólkaflokki. Javnaðarflokkurin verjir føroyingar móti ES. Javnadarflokkurin hevur steðgað fólkafloksins kar- ráa spekulatiónspolitikki. Javnaðarflokkurin er framtíðin. Dan R. Petersen valevni javnaðarfloksins í Eysturoy Í Í | Í | Utgjaldid til arbeidsleys tad sama sum i Danmark — so hevdi meginparturin av teim- um, sum flyta, verid verandi i Før- oyum Ni stendu so val fyri durum og sum ikki eina- ferð i urtid. Nógv stór mál eru fyri framman, eitt nú arbeiðsloysis- skipanin. Arbeidsloys- isskipanin er ein samfe- lagsspurningur. Tað mugu vit gll sanna. Størsta málið hjá kom- andi nývalda løgting- inum verður at finnaeina loysn á arbeiðsloysinum og fólkaflytingini. Hesi viðurskifti eru tætt knýtt, men tey skuldu verið løtt at loyst um viljin er til staðar. T.d. um arbeiðsloysis- útgjaldið var á sama stødi sum í Danmark, so hevði meginparturin av teimum, sum flyta, verð- ið verandi her í Føroy- um. Samstundis høvdu vit verið fleiri at borið tær byrðar, ið okkum verða álagdar, og fleiri at arbeiða við teimum nýggju hugskotunum, sum fara at koma í næstu framtíð, og tey verða helst ikki so fá. At fingið útgjaldið á arbeiðsloysstuðlinum í Danmark og í Føroyum á sama stødi, skuldi verið ein samrådingarspurn- ingur. Eg trúgvi einki uppá, at danir ikki unna okkum somu kor í Før- oyum sum í Danmørk. Tað kann ikki verða í teirra áhuga, at fáa allar føroyingarnar niður til Danmarkar og noyda fólk at flyta frå húsi og heimi. Tað skal samráðast heilt har til, at umboðs- mannakostnaðurin uppá minst 330 mill. av før- oyska innflutninginum, sum danskir agentar skúma róman av, at hes- in peningur í framtíðini verður brúktur til at gjalda ALS við og har- við hækka útgjaldið. Góðu veljarar! Tað hevur verið tungt hjá okkum gllum í hesum sváru niðurgangstíðum, her alt gekk tann skeiva vegin, bankarnir fóru av knóranum, fiskurin fór av grunninum, fiska- prísurin fór niður í eina helvt, flakavirkini fóru øll undir hamaran og skipini sama veg. Javnaðarflokkurin hevur hetta seinasta val- skeiðið sett sera ópopu- lerar fyriskipanir í verk til tess at verja okkara lívsgrundarlag. Vanligasta ábreiðslan, ið hevur verið at hoyrt millum fólk hevur verið, at flokkar ikki tora at taka ópopulerar avgerð- ir. Javnaðarflokkurin hevur tikið tær lívsneyð- ugu avgerðirnar, soleið- is at íkki alt skuldi skrambla saman. Vit kunnu so altíð tosa um, um alt hevur verið so rætt sum vit hava gjørt. Sjálvsagt kunnu vitsíggja at okkurt kundi verið gjørt ødrvisi, men taðer so lætt at vera eftir- klókur. Góðu veljarar, tað var tungt at sita við ábyrgd øll fýra árini, men eingin annar tordi og Føroya land skal hava eitt'styri, og at stýra vóru vit valdir til. Sambandsflokkurin stakk í sekkin, síðan fór fólkaflokkurin at bítast innandura og avmynstr- aði og til síðst klovnaði sjálvstýrisflokkurin. Veljið teir, ið hava dirvi at stýra hesum landi, sjálvt um tað brýt- ur í bæði borð. Veljið javnaðarflokk- in. Sommer Winter, valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymoy FM