hósdagur 30. juni 1994síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 22 Nr. 122 — 30. JUNI1994
Tíðindablaðið CSE
Val '94
#2 Vit eiga at fáa hestu
kor, bæði heima og
Í gørum londum
— Okkum nýtist ikki longur arbeiðsloyvi fyri at
arbeiða í hinum norðanlondunum, og vit kunnu
gera brúk av arbeiðsávísingunum har. Somu-
leiðis hava vit nú fingið rætt til ymsar sosialar
veitingar í ødrum norðanlondum, og eru sostatt
munandi betri fyri nú enn fyrr, men hetta er ikki
fyrt at fáa fólk at flyta, sum onkur vil vera við,
sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður
Seinasta hóskveld hevði eg
ta æru at umboða javnaðar-
flokkin í kjaksending í SvF
við evninum >Arbeiðsloys-
isskipanin og forsorgar-
hjålp«.
Talutidin er avmarkad til
7 min. og tískil bar ikki til at
fáa stundir til at fara í dýpd-
ina við evninum umframt at
fleiri viðkomandi viður-
skifti ikki vórðu nevnd.
T.d. fekk eg ikki høvi til at
nevna tað, sum við sam-
Teir droyma um stórsigur
Sambandsflokkurin roknar við stórsigri, og sigur, at tá skal vend
koma í, men hann sigur einki um hvussu hann ætlar at hendan
vendin verður
Tað er merkiligt, ja bein-
leiðis skemtiligt, at hoyra
sambandsflokkin siga, at
um hann fær fólksins álit, so
skal vend koma í.
Men leggið til merkis, at
hann sigur einki um hvssu
hann ætlar, at henda vend
skal koma — ella hvussu hon
skal síggja út.
Men óivað er tann vendin
ein syndarlig vend — stutt
sagt ein vend til tað verra.
Tað er heldur ikki undar-
ligt at tað vekir illgruna hjá
mongum, at sambands-
flokkurin nú bráddliga stíg-
ur fram sum bjargarin hjá tí
vanliga føroyinginum, tí tað
hevur hann ikki verið kend-
ur fyri. Nei, sannleikin er
tann, at hann er ørkymladur
av teimum spádómum, sum
siga, at hann fer at vinna
stórsigur á komandi vali, og
hann er í villareiði um, um
hvat hann skal nýta henda
stórsigur til, um spádómur-
in gongur út!
Honum dámar í grundini
ikki at vinna stórsigur, tí so
heldur hann seg vera
noyddan at taka við ábyrgd,
og tað dámar honum ikki!
Hann vil heldur standa
uttan fyri og finnast at — ella
eisini sita í onkrum skýma-
skoti eins og eiturkoppurin
og lúra eftir fongi.
Men hóast >tarantellan<
er kend fyri at bíta fast, so
megnar hon kortini ikki at
drepa við sínum biti. Og eg
ivist stórliga í, at sam-
bandsflokkurin heldur er
førur fyri tí.
Tað er eisini synd, at tann
flokkurin skal vinna stór-
sigur — og enn stórri synd at
hann skal vinna hann ímóti
sínum egna vilja.
Tí gera tit, sum ætla at
velja sambandsflokkin,
bæði honum og tykkum
sjálvum eina góða tænastu
við at lata vera við at velja
hann!
Tí, teir vita ikki hvat teir
skulu brúka sigurin til, um
tað skuldi hent at teir vinna!
Eisini suðuri í Sandoy
roynir sambandsflokkurin
at krøkja sínar armar, og
lyftini eru tey somu, sum
áður eru nevnd — teir skulu
fáa vend í og gongd aftur á í
Sandoynni.
Men eg loyvi mær at
spyrja hvat, ið sambands-
flokkurin við høvdingi sin-
um Edmundi Joensen,
næstformanni í Fiskavirk-
ing, á odda, meinar við, tá ið
hann sigur at hann skal fáa
gongd á aftur.
Tí, sannleikin var jú tann,
at virkið í Skopun var í
gongd líka til Fiskavirking
16. okt. 1993 sløkti ljósið —
og tað er ikki tendrað aftur
enn. ,
Og hóast tað var lovað, at
virkið á Sandi skuldi lata
upp aftur — so er tað heldur
ikki latið upp aftur enn.
Edmund Joensen hevur
ikki rætt so mikið sum ein
fingur út til at koma Sand-
oynni til hjálpar — og sam-
bandsflokkurin setir einki í
gongd í Sandoynni.
Tí er tað ógvuliga marg-
háttligt, at íkki minni enn
triggir skopuningar standa á
sambandslistanum, og tað
er eisini lítið sannførandi, at
menn skifta meining sum
best ber til — ella sum tú
Eitt av valevnunum á
sambandslistanum skrivar
um, at vit í Sandoynni eiga
Er hatta ikki heilt náttúr-
ligt og ikki annað enn heilt
rímiligt at allir sandoyingar
standa øksl móti akslum fyri
at verja hesa oyggj? Tað
skuldi verið heilt óneyðugt
at sagt nakað annað.
Men, eg vil inniliga heita
á gli í Sandoyar sýslu um at
standa øksl móti akslum í
einum felags vilja um íkki
at velja sambandsflokkin.
Í Sandoynni er sambands-
flokkurin ein fremmandur
flokkur. Hann hevur onzan-
tíð havt gróðrarlíkindir her,
og eg vóni, at hann heldur
ikki í framtíðini fer at fáa
tað!
Jógvan A. Johannesen,
valevni javnaðarfloksins
i Sandoyar valdømi
starvi við okkara norður-
lendsku grannar er fingið á
skaftið.
Í 1991 gjørdust vit partur
av Felags Norðurlendska
Arbeiðsmarknaðinum.
Hetta merkir, at okkum ikki
nýtist arbeiðsloyvi fyri at
arbeiða í hinum norður-
løndunum. Hetta merkir
eisini, at vit kunnu gera
brúk av arbeiðsávísunun-
um í hinum norðurlondun-
um.
Nú í vár fingu vit samtykt
>Konventiónina um Sosial-
an Tryggleika<. Hetta
merkir, at føroyingar, sum
eru staddir í onkrum av hin-
um norðurlondunum, hava
rætt til ymsar sosialar veit-
ingar.
Uttan at geva sær so nógv
far um hetta, so merkja hesi
viðurskifti, at okkara lands-
menn eru munandi betur
fyri enn áður, tá ið teir t.d.
eru staddir í einum av hin-
um norðurlondunum.
Umframt hetta so eydn-
aðist okkum í samráðingum
við danir at fáa eina avtalu
um samskipan av føroysku
arbeiðsloysisskipanini og
donsku arbeiðsloysisskip-
anini. Avtalan, sum kom í
gildi 1. nov. 1993, merkir,
at forvunnin tíð og inntøka
frítt kann flytast millum
londini, og att.d. føroyingar
á henda hátt kunnu gerast
limir í donskum A-kassum
og danir limir í okkara skip-
an.
Okkum hevur verið kast-
að fyri, at hetta bert er gjørt
til tess at fáa okkara lands-
menn at flyta úr Føroyum.
Men hetta er alt annað enn
rætt, tí ein politiskur setn-
ingúr er at bera so í bandi, at
okkara landsmenn hava
frægastu kor bæði heima og
í ødrum londum.
Onkrir av luttakarunum í
hesi góðu kjaksending vildu
vera við, at hesi viðurskifti
gjørdu, at føroyingar í stór-
um tali fluttu úr Føroyum til
Danmarkar. Men hetta er
ikki rætt, tí sambært einum
yvirliti, sum kom í seinastu
viku, so eru 457 føroyingar
fluttir frá okkara skipan,
men bert 98 av hesum hava
fingið útgjald úr donskum
A-kassum. T.v.s. at 80%
hava beinanvegin funnið ar-
beiði.
Í tí uppskoti til broytingar
í AlS-skipanini, sum
landsstýrið legði fram fyri
tingið, varð skotið upp, at
inntøka, sum føroyingar
vunnu í útlandinum, skuldi
telja við, tá ið teir fluttu
heimaftur. Hetta sjálvandi
til tess at stimbra undir
heimflytingina.
Annars var tað sera hug-
stoytandi at hoyra bæði
nýggjar og gamlar spírar í
føroyskum politikki bert
hava ta loysn, at hetta skal
gerast við einari nýggjari
avtalu við danir. Universal-
loysnin til allar spurningar
var, at vit loysa hetta við
nýggjum samráðingum við
danir. Um hetta bert vóru
teir nýggju spírarnir (vill-
skotini), so kundi ein sagt
sum so, teir vita ikki betur,
men sanniliga vóru fleiri av
teimum gomlu eisini við.
Fyri umleið tveimum vik-
um síðani gjørdu Keyp-
mannahavnar kommuna og
danska stjórnin eina avtalu
orsakað av fíggjarligum
trupulleikum hjá hevuðs-
staðnum. Avtalan innibar
m.a., at stjórnin hjålpti til,
men kostnaðurin var, at
kommunan meira ella minni
varð sett undir umsiting.
M.a. mistu teir alla ávirkan á
sjúkrahúsini í kommununi.
So at billa sær inn, at danir
vilja fíggja bæði hetta og
hatta uttan treytir er púrasta
burturvið.
Nei, nøkur løtt loysn finst
ikki. Men vit hava neyðuga
áræðið til at loysa trupul-
leikarnar, men tað verður
strevið. .
Vit hava nú tíkið upp, vit
hava lagt sæðið, og vit
bjóða okkum fram til at føra
land okkara til framburðs.
Lættisoppapolitikkur
dugir ikki í hesum døgum,
men ein javnaðarpolitikkur,
sum m.a. hevur minkað
okkara uttanlandsskuld í
1993 við 1,2 mia. kr.
Sjálvandi merkja vit kost-
naðin, men hvør hevur sagt,
at tað skuldi verða lætt?
Men vit eru á réttu kós, so
latið okkum hava róðurs-
tøm minst eitt valskeið
afturat.
Jóannes Eidesgaard