Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-06-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 1994síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (S,,4) Lønarnidurskurdur við lóg minkar kappingarfórið, tí vit steðga upp teknologiskt, fastahalda nøgdarmentalitetin og missa í kvaliteti og prísi, sigur Atli Dam, sum undrast á at tveir fakfelagsleiðarar lata seg draga upp á tráð: Borgarligu blinda fakfelags- leiðarar og síggja sær fong Havi í aðran grein umrøtt egiliga fólkafloksuýsuð ' farandi samgongu um lóg arfestan Jlønarnidurskurd sum eisini sambandsflokk- urin og gamia sjálvstýrið søgdu seg taka undir við. Nú leggja teir ul brots av nýggjum, nú skulu ter vinna meiriluta ul flokka: sum megna at fáa 30-40% lønarnidurskurd igjøgnum við log, og legið nokk fáa teir fakfelagsumboð til at greiða sær vegin. Her hugsi eg ikki einans um álitið: >Karmar fyri før- oyskari vinnu<, har tveir fakfelagsleiðarar lata seg blinda til at lesa lækking í kostnadarstødi, hóast bert er talan um lønarlækking, men eins nógv um, at teir í haturs- og hevnisørindum royna at syndra einasta veruliga løntakaraflokkin. Eydnast teimum at taka umboð frá javnaðarflokk inum, gerst hetta annað- hveri tey sjålvi ella fólka- flokkurin og sambandið fáa umboðið, em beinleiðis stuðul ul hesar báðar flokk- ar. Hetta viðganga tey eisini sjálvi, tí tey siga seg stuðla eitthvert landsstýri Al tey so ímynda sær, at landsstýrið — uttan mun til hver velur tað — skal verða eitt >magistratsstýri<, LV.s stýri við lutfallsligari um- boðan eftir umboðanini á tingi — so er tað onki uttan ein hvørvisjån (naivt). Tey verða fullspottad av borgarligu flokkunum, og spotta seg sjålvi hendir tað, sum ikki er lítið sannlíkt, at javnaðarflokkurin = missir umboð til ein borgarligan flokk meðan tey sjålvi líða og onga umboðan fáa, ú eykamenn resta i. Havi tosað við fleiri, sum stuðlaðu uppstilling fak felagsleidaranna, men nu kenna seg lumpað, tí tey vistu ikki at fakfeløgini ikk! tóku undir, men noyddu tey at stilla upp sum privat- persónar. Hesi siga seg ikki hava ætlað at lata seg mis- nýta sum jarnbrot at rudda veg fyri einum borgarligum stýri. Men falskt skjaldrar- merki er túsund ára gamalt í stríði. Avoldaður búskapar- politikkur Verjan ímóti lønarnidur- skurði við lóg liggur í ein- um sterkum javnaðar- flokki, sum hevur ávirkan. Vit mugu gerast betri og kappingarføran í frami- leiðslu og dugnaligari marknadarføring og sølu Hetta ásanna nu alli flokkar, ja sjálví Edmund Joensen hevur sum høvuds boðskap eina avskrift av tí sum javnaðarflokkurin so sterkt bar fram til seinasta val um hetta Men Edmund og fólka- floksmenninir eins og aðrir sokallaðir vinnulívsmenn trúgva ikki uppá seg sjálvar ella føroyingar, tí balla teir lønarnidurskurdin inn í nak- að teir kalla kostnadarstød- ið, sum eisini fevnir um leiðslukostnað og teirra egna SEV, men tað er og verður bert lønarnidur- skurður teir halda nyttar. Teir royna at billa fólki inn, at tað ber til at hækka reallønina um skatta- og Vit mugu steðga fólka- flytingini av landinum Gongdin í samfelagnum seinastu árini við fleiri bankakreppum og mink- andi fiskatilfeingi hava ført til, at serliga tey ungu og barnafamiljumar í stórum tali flýggja av landinum undan tí alt ov høga skatta- trýstinum, arbeiðsloysinum og eini alt ov høgari set- húsaskuld, samanborið við útgjaldið frá arbeiðsloysis- skipanini. Hetta er ein sera mannminkandi stóða, okk- ara ungu og arbeiðsleysu annars eru komin út í. Tað er tí alneyðugt, nú tað sær út til at niðurgondin er steðg- að, og vit hóma eina lítla framgongd aftur í samfelag- num, at vit nú við tað sama fáa lækkað skattatrýstið og sethúsaskuldina, samstund- is sum útgjaldið til tey ar- beiðsleysu verður hækkað, so at samsvar er millum inntøku og útreiðslur. Hetta er einasta loysn, um vit vilja steðga fólkaflytingini. Skattatrýstið skal lækkast Javnaðarflokkurin ásannar, at skattatrystid er ov høgt, og ti vil flokkurin fara undir at lækka skattin hjá lág- og midalinntøkunum. Mål okkaraer tó at allar inntøkur ájavnt við fólkapensións- upphæddina verða skatta- fríar, meðan gli verða skatt - að av allari inntøku oman fyri grundupphæddina hjå fólkapensionistunum. Ein tílík broyting vil lætta munandi um hjá okkara gomlu og lág- og miðalinn- tøkunum. Samsvar må fåast millum inntøku og sethúsaskuldina Fyri at fáa samsvar millum inntøkuna og sethúsaskuld- ina hjá tí einstaka húsar- haldinum, má rentan hjá Húsalánsgrunninum mun- grunnurin fær heimild at bjarga húsum undan tving- silssølu við at keypa onnur lán í húsunum fyri markn- aðarprís, og gera nýggjar avtalur við sethisaeigaran um afturgjald, sum báðir partar kunnu liva við. Lågløntum barafamiljum skal tryggjast rimuligt út- bod av leigubylum. Arbeiðsloysisskipanin skal figgjast við låntøku Arbeiðsloysið er vorðið ein sannur samfelagstrupul- leiki, og er tað bráðneyðugt at styrkja skipanina við lán- tóku, sum hitt almenna veð- heldur fyri, fyri at tryggja fíggjartórvin komandi tíð- ina. Til arbeiðsloysið minkar aftur, verður neyðugt at av- taka rullandi útgjøldini. Javnaðarflokkurin vil ar- beiða fyri, at tað almenna, sum frálíður, beinleiðis fer inn í fíggingina av arbeiðs- loysisskipanini. Flokkurin má eisini ar- beiða fyri at útvega teimum: mongu arbeiðsleysu út- búgvingar- og arbeiðstil- boð. Umráðandi at velja javnaðarflokkin Skal tað eydnast javnaðar- flokkinum at lækka skatta- trýstið, minka um sethúsa- skuldina, betra um fíggjar- støðuna hjá arbeiðsloysis- skipanini og avtaka rullandi útgjaldið, er umráðandi ikki at sita heima 7. juli, men fara á val og velja javnaðar- flokkin. Poul Andrias Joensen, valevni javnaðarfloksins í Eysturoy Nr. 122 — 30. JUNI1994 Síða 23 lønarlækking, hóast allar búskaparligar útrokningar sýna, at reella skattatrýstið må økjast av lønarskerjing. Ti hava teir drigið tey bæði fakfelagsumboðini upp á tráð. Búskaparpolitikkur, sum byggir á, at kappingarførid fyrst og fremst skal fáast burtur úr lønarsparingum er avoldaður, tí hann hevur sum fyritreytir: + óavmarkaðar råvøru- nøgdir * óavmarkaðar marknað- armøguleikar * teknologiska uppsteðgan * stórdrift * at vinna í nøgd tað, sum mist verður í kvaliteti og prísi. Borgarligi búskaparpoli- tikkurin er andsøgn ul: * trygga framleiðslu + avmarkadu råvøru- nøgdirnar * kappingina á markaðin- um (har lond við nógv- ari og minniverdari rá- vøru men lítlari løn sigra) * umhvørvisåbyrgd og -medvit Nógvir arbeiðsgevarar á- sanna, at patentmedisinið er ónýtiligt og beinleiðis skadiligt. Ur »Karmar fyri føroyskar vinnu«: »G6dskustrategiin er góð ringrás, meðan prísstrategi- in í longdini gerst ein ónd ringrás<. Kortini hoyrir tú oftari og oftari vendingina: >Tú skalt arbeiða fyri tína løn«, sum heldur rør uppundir, at: >Tú ert ikki løn tina verd/verd- ur«. Ringja ongar klokkur hjå fakfelagsfólkunum, sum nú kasta saman við fólkaflokk- inum og sambandsflokkin- um? Tí hesir avdúka beinleiðis ætlanir sínar, sum eru: * at bróta niður samhalds- fasta samfelagið * at knúska fakfelagsrérsl- urnar (samanber New Zealand, har tað eftir lønarlækkingina er bannað at gera sáttmái- ar millum fakfeløg og arbeiðsgevarar). Hvat verður meira ul flakafólk og fiskimenn aft- aná hesa samgongu ímillum ávísar fakfelagsleiðarar og fólkaflokkin og sambands- flokkin? Snøgt sagt onki! Hesi fakfelagsfólk (sum tó vóru noydd at stilla upp sum privatfólk) vóru ikki nøgd við, at javnaðarflokk- urin so ofta hevði bjargað teimum, tá tey høvdu rent seg føst (sum Kr. himmal- ferdardag 1985), men kravdu nú, at javnaðar- flokkurin ósakliga skuldi lata seg brúka ímóti sam- felagnum og samhaldsfest- inum, td. >Hinum sam- haldsfasta< hjá eldri borg- arum. Men javnaðarflokkurin kann aldri gerast >mario- nettur< (spælidukka) hjá ávísum fakfelagsfólki! Atli P. Dam, #