hósdagur 30. juni 1994síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 122 — 30. JUNI1993
Nú skal fólkið
bjargast
> - Tung tók eru tikin hetta valskeiðið. - Tók, sum hava kostað
samfelagnum nógv. Men nú mugu vit til at hugsa meira um tað
menniskjansliga - og brúka tíð og orku upp á at tryggja fólki-
num eina framtíð,< skrivar Eirikur Lindenskov valevni
Javnaðarfloksins í Suðurstreymi m. a.:
Eitt hitt størsta málið, sum
komandi løgting skal ar-
beiða við, verður arbeiðs-
loysið. Fyrst og fremst fer
hetta at snúgva seg um at
beta arbeiðsloysisskipani-
na, soleiðis at tey arbeiðs-
tóku fáa mannsømulig kor
at liva undir.
Sjálvandi hevði besta
loysnin verið at skapt
fleiri arbeiðspláss - tí tað
er tað einasta, ið kann
lekja samfelagið. Men hó-
ast vit hava sum grund-
sjónarmið,
* at arbeiði skal vera til
oll
* at hetta er ein manna-
rættur
* og at vit ikki skulu
brúka arbeiðsloysi sum
búskaparligt amboð -
- so sleppa vit ikki undan
tí veruleika, at vit koma at
dragast við arbeiðsloysi í
eina tíð framyvir.
Eggja til nýhugsan
Vit hava fleiri ferðir
nevnt, at møguleikar eru í
arbeiðsloysisskipanini at
stuðla arbeiðsskapandi til-
tókum. Hetta kann gerast
við at ALS stuðlar ávísum
ætlanum, við t. d. at gjalda
ALS skal
broytast
Fyri at beta um viðurskiftini hjá teimum
arbeidstøku seta vit okkum hesi mál:
* at rullandi útgjaldið skal burtur
* at útgjaldið verður hækkað úr teimum
núverandi 67% upp í 90% av arbeið-
aralønini
* at tidin, fólk kunnu vera í skipanini,
| verður longd.
* og at tað almenna verður við til at
gjalda skipanina
| Arbeiðsskapandi tiltøk stuðlast
ALS skal stuðla arbeiðsskapandi
virksemi. Hetta kann gerast við at skip-
anin letur part av tímalgnini sum stuðul
til nyskapandi tiltøk.
Men vit mugu seta slíkum tiltøkum
treytir:
* tey mugu ikki vera kappingaravlagandi
* tey skulu gerast við vinningi fyri eyga
+ og tey mugu gerast á sjálvbodnum
grundarlag.
ein part av timalønini i
ávíst tíðarskeið.
Sjálvandi skulu slík til-
tøk verða sera væl um-
hugsað, og nakrar treytir
mugu vera:
* tey mugu ikki vera
kappingaravlagandi
* tey skulu gerast við
vinningi fyri eyga
* og tey mugu gerast á
sjálvbodnum grundarlag
Tað er av stórum týdn-
ingi, at vit kunnu eggja
virkisfýsnum fólki at fara
undir nýhuxsan. Fólk hava
ikki pengar til hetta í dag -
tí eiga vit at leggja stóran
dent á at skapa karmarnar.
- Vit skulu eisini minn-
ast til, at fáa vit onkra
framleiðslu í gongd, eitt
nú úr altemativum fiska-
sløgum, so hevur hetta so
nógvar aðrar vinnuvegir
vid sær, í d. innan sølu,
pakning, eftirlit og fígg-
ing.
Almenna tryggja ALS
Hóast arbeiðsloysið er ein
samfelagstrupulleiki, so
var arbeiðsloysistrygging-
in eitt mál millum partar-
nar á arbeiðsmarknaði-
num. Hetta var eitt ynski
frá bæði arbeiðsgevarum
og frá fakfeløgum.
Men nú - tá fimti hvor
okkara ikki hevur arbeiði,
so mugu vit ásanna, at ar-
beidsloysistryggingin er
ein samfelagsuppgáva. Tí
vilja vit, at tað almenna
skal aktivt taka lut í skip-
anini og tryggja at pengar
altíð eru til útgjaldið.
- Fólk skulu altíð hava
eina upphædd, sum tey
kunnu liva við.
Málið hjá okkum er:
* at rullandi útgjaldið
skal burtur
* at útgjaldið verður
hækkað úr teimum núver-
andi 67% upp í 90% av ar-
beidaralønini
* og at tíðin, fólk kunnu
vera í skipanini, verður
longd.
Farloyvisskipan
setast á stovni
Ein døpur avleiding av
kreppuni er fólkaflytingin.
Henda rakar serliga unga
ættarliðið, sum í framtíði-
ni skal gerast grundstuðul-
in undir samfelagnum.
Fólkaflytingin Skal
steðgast! - Vit kunnu ikki
bíða við hesum, tí tey, ið
eftir vera, fara ikki at
megna at halda samfelag-
num uppi.
- Tí er tað so umráð-
andi, at vit skapa øllum
menniskju góðar umstødur
her á landi, hóast arbeiðs-
loysi.
Í ðrum londum, har
tey hava stríðst við ar-
beiðsloysi í mannaminni,
verður arbeiðsloysið brúkt
sum eitt búskaparligt am-
boð. Har verður roknað
við einum ávísum parti av
arbeiðsleysum, og so
verður politiska kósin løgd
út frá hesum.
- Men vit eiga at læra
av teirra mistøkum. Okk-
um nýtist ikki at fara um
ánna eftir vatni.
Vit skulu tí brúka orku
upp á at gera skipanir,
sum býta arbeiði og ar-
beiðsloysi javnari millum
fólkið.
- Hetta er gjørligt, men
ein grundleggjandi treyt er
sjálvsagt, at hetta verður á
sjálvbodnum grundarlag -
solidariteturin má vera
drivmegin.
Tí fara vit at arbeiða
fyri, at ein farloyvisskipan
verður sett á stovn. Henda
skipan skal gera tað møg-
uligt hjá fólki at fara í far-
loyvi í longri ella styttri
tíð. Hetta kann sjálvandi
ikki vera við løn, men við
hægstu veiting frá ALS.
Meðan fólk eru í farloyvi,
skal so onkur annar røkja
starvið.
Ein slík skipan hevur
við sær, at summi fáa
meiri tíð heima, spara dag-
stovnapláss, ferðaútreiðsl-
ur 0. s. fr. Samstundis
sleppa fleiri inn á arbeiðs-
marknaðin.
Uttlutningurin skjast
- marknadurin greiðast
Hetta fer sjálvandi at
krevja, at hitt almenna skal
nýta nógvar pengar til
skipanina. Flestu flokkar
vísa í hesum sambandi á,
at vit mugu hava eina betri
avtalu við danir. - Tað
skulu vit sjálvandi, men
tað er ikki bjargingin.
Bjargingin er, at vit
økja um útflutningin. Vit
mugu fáa meira burtur úr
okkara råvøru, og vit mug-
u fáa greiðari marknaðar-
viðurskifti. - Hetta verða
stórmál hjá komandi sam-
gongu at loysa, og vilja vit
vera við til at taka neyðug-
u stigini.
Nú skal fólkið bjargast
Eysæð er eisini, at tað
Tíðindablaðið (ST)!
Eirikur Lindenskov: Vit
skulu gera skipanir, sum
býta arbeiði og arbeiðs-
loysi javnari millum
fólkið.
verður eitt sindur lættari
hjá eini komandi sam-
gongu at leggja politikkin
til rættis. Nú kenna vit út-
litini, og tung tek eru tíkin
- Fiskavirking, uttanlands-
skuldin umfiggjad, bank-
amir bjargaðir 0. s. fr.
Hetta eru tøk, sum
hava kostað samfelagnum
nógv. Men vit skulu eisini
hugsa um tað menniskj-
ansliga - og brúka orku
upp á at tryggja fólkinum
eina framtíð. Tí skulu eisi-
ni finna eina loysn á
* arbeidsbytinum
* fólkaflytingini
* og á sethúsaskuldini
Endamálið hjá okkum
er at skapa eitt rættvisari
samfelag, har virðini vera
býtt javnari millum fólkið.
Eiríkur Lindenskov
valevni
Javnaðarfloksins í
Suðurstreymoy
Ung ávirkan