Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 1994síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Síða 24 Nr. 123—1. JULI1993 LÆS. WE . Wersi Tíðindablaðið EST AU Loysnin treytad av politiskum stabiliteti f 1989 og 1990 styrdu allir tåverandi politisku flokkar á tingi í Føroyum — uttan javnaðarflokkurin. Tá var politiskt kaos — eingin poli tiskur stabilitetur — politiskt klandur Ein sterkur javnaðar flokkur ein borgan fyr! politiskum friði tað er helsteinasta borgan, tí javn- aðarflokkurin hevur kunn- að samstarvað við allar aðr- ar politiskar flokkar við góðum úrslitum. Og javnaðarflokkurin hevur verið fúsur til at taka á seg ábyrgd av at stýra hes- um samfelagnum. Hví sigur t.d. sambandsflokkurin seg onga-skyld hava av skeivu gongdini seinastu árini? Tað er ti teir vita, at sam- bandsflokkurin hevur runn- ið undan ábyrgd í føroysk- um politikki í mong ár. Er tað tað, sum Føroya fólk vil við okkara politikarum? Svarið er einfalt og stutt nei. Orsøkin til at fyrst og fremst javnaðarflokkurin verður kravdur eftir loysn- um, er nátúrligur, tí fyrst og fremstokkara flokkur hevur tikið ábyrgd og hevur staðið í andglettinum í hesu ring- astu niðurgongdstíð. Eingin krevur t.d. sam- bandsflokkin eftir loysn- um, tí sambandsflokkurin meinar, at hann kann vaska hendur, hann hevur einki gjórt, ti heldur einki skeivt??? Bert teir, sum stýrdu í 1985-88, hava alla skyldina. Men nei, taðer nógv verri einki at gera — tá ein er valdur at finna loysnir — bert av angist fyri at gera okkurt minni heppið. Harafturat kemur, at júst í 1981-84 eru teir grundleggjandi stóru feilirnir gjørdir, sum hava medvirkað til kreppuna hjá okkum: 1. Råfiskagrunnurin — sum var ein kreppuloysn frá 1976 — skuldi havt verið avtikin tá. 2. Allur ídnaðarflotin varð fluttur inn á grunnarnar — og mongd av gomlum skipum umbygd fyri risa- upphæddir. 3. Innflutningsbann fyri bí- ligum skipum uttanclur gjørdi gamlar línubátar til partrolarar fyri 5-8 mill pr. stk 4. Globalskipini vóru fyrst jømi uppá skipabygging X) milliOna K san uttan kravda tøkan egin pening. S.SEV slapp í gongd við oyðslið á Eiði fyri 800 mill. kr. Jú, vit minnast — fólkið minnist og veit — Føroya fólk minnist hetta 7. juli. So eingin orsøk er hjá sam- bandsflokkinum at vaska hendur. Og enn hava vit ongan politikk sæð frá sam- bandsflokkinum, sum kann steðga kreppuni. Ti er framhaldandi javn- aðarflokkurin frægasti flokkur. Og loysnimar verða ikki lættar, heldur ikki skjótar, men verður miðvíst virkað, so koma tær sum frálíður. Javnaðar- flokkurin vil virka miðvíst fyri øllum samfelagnum. Veljið ti javnaðarflokkin! Birgir Mohr, valevni javnaðarfloksins í Sandoyar valdømi Jóhannes Petersen burturstaddur Eittav valevnum okkara ve- rdur ikki heima valdagin. Tað er Jóhannes Petersen i Saltnesi, valevni í Nes ella Tofta kommunu. Hann fiskar rækjur á Flemmish Kap. Fólk við Skålafjørdin kenn hann sum ein framúr raskan mann og skilamann á sjógvi og landi. Blaðungur fór hann við línubáti av Toftum, og seinni — eisini blaðungur — róði hann út í Grønlandi. Fyrst við verfaðirinum Páll uppi á Regni (gott út- róðrarslag) og seinni var hann formaður á nordafar- báti. Eftir skiparaprógvið var hann stýrimaður á før- oyskum skipum, og fiskaði eisini út frá Esbjerg við dønum. Í mong år var hann. stýrimaður á grøn- lendskum rækjubåti. Seinni førdi hann partrolaran Saturn år Gøtu, eisini var hann skipari å Morgun- stjørnuni. 20-tonsaran Sjólgvuna eigur hann, men aðrir dríva hana. Fyri jól fór hann sum dekkari við norska rækju- bátinum Longva. Annan túrin var hann trolbassi, og triðja túrin var hann stýri- maður. Hetta sigur nakað um mannin. Hann hevur stóran áhuga íarbeiðsplássum ásjógvi og landi, og hevur sett nógvan pening bæði í virkir og skip. Hann er 40 ár, giftur við Súsonnu og eigur tvey børn. Sum sagt, so er Jóhannes burturstaddur valdagin, men vónandi fær hann dyggan stuðul. — Hann hev- ur tað uppiborið. Eysturoyar Javnaðarfelag Virkisskrá fyri javnaðarflokkin Fiskaaling og havbunadur Málið við alipolitikki okkara er, at ali vinnan skal gerastein enn meira týðandi táttur í samfelagsbúskapinum. Politikk rin miðar ímóti at vinnan hvílir í Sæt álvum Neyðugt er við ney týring av vinnuni. Aliloyvi eiga bert at verða givin har bestu umstødurnar eru at ala. Flokkurin fer at arbeiða fyr atútbyggja fiskidjoralæknatænast- una - at skipa fyri útbúgving av fólki í alivinnuni - at gera framhaldandi royndir — eis- ini vid ødrum fiskasløgum — at figgingar- og tryggingarspurn- ingurin hjá alivinnuni verða loystir. Ídnaður Ásannandi, at okkara útflutningsvinna er ov eintáttað, og at avlop er á útbúnari arbeiðsorku innan almennu og privatu handverks- og tænastuvinnuna, fer flokkurin at reka ein politikk, ið bein- leiðis miðar eftir at menna nýggjar vinnumøguleikar bæði til okkara heimamarkað og í altjóða høpi. Virkað verður fyri gktari samvinnu við umheimin innan: — Skipa- og smiðjuídnað - elektroniskan og mekaniskan ídnað - framleiðslu av brúkslutum — matvøruframleidslu — handverks- og tænastuvinnu — útbúgving og gransking og fleiri sum vit røkka vid at: — lækka skatta- og avgjaldstrýstið — laga føroyska vinnulóggávu til nú- tíðar lóggávu í gðrum londum — føra ein figgjarpolitikk, so fløgu- feløg kenna seg trygg - umskipa virksemi hjá menningar- stovnum og -grunnum — endurskoða verandi almennar fígg- ingar- og stuðulsskipanir seta á stovn ein stuðulsgrunn til menningarhjálp í altjóða samstarvi - samskipa tingingamar í millum- tjóða avtalum Sjóvinnan Sjóvinna er náttúrligt virkisøki hjá før- oyingum. Sjóvinnupolitikkur okkara er í sam- bandi við umheimin gerst so gott sum gjørligt, bæði viðvíkjandi farma- og ferðafólkaflutningi. Flokkurin leggur doyin á at skapa gróðrarlíkindi fyri einum handils-flota so enn fleiri sjómenn fáa møguleika at virka á egnum kjøli. Altjóða sáumálar, ið eru samtyktir, skulu fåast at virkaeftir ætlan, soleiðis at føroysk handilsskip ótamað kunnu sig id Oljuvinnan Javnadarflokkurin tekur tad er av størstatydningi, at farid verð-ur hóvliga og skilagott fram, nú by rjað er uppá oljuvinnuna. Í ti sambandi má lóggevast soleiðis, at hendan vinnan ikki kemur at nerva fiskivinnu og umhvervið. Flokkurin heldur fast um, at verandi fiskimark eisini er landgrunnsmark runt oyggjar- nar, har fiskimørk hjá øðrum londum renna saman við tað føroyska. Flokkurin vil tryggja, at føroyingar fáa mest møguligan lut í tí virksemi, ið er knýtt at oljuvinnuni, og flokkurin vil tryggja at ágóðin av hesi vinnu ikki fer til nakrar fáar, men kemur hverjum mansbarni í Føroyum til góðar. dir við, at Ferðavinnan Ferðavinnan verður í víðastu merking mett ájavnt aðrar vinnur og skal hava somu møguleikar at nørast og trívast, sum tær. Tó innan eitt mark, sum ikki loyvir umhvørvisspillu og at eyðkenni føroyingsins verða køvd soleiðis, at sum heild gerst minni liviligt fyri bú- fasta fólkið. Ferðavinnan skal so langt hon lýkur hesar treytir verða við til at skapa bú- skaparligan vøkstur, gera vinnulívið meira fjølbroytt og bøta um livilikindini hjá teimum, ið her búgva. Landbúnaðurin Málið er at vit í mest møguligan mun gerast sjálvbjargin við landbiinadarvør- um í Føroyum. Skipað verður so fyri, at landbúnað- urin verður ein lønandi vinna. Jarðarlógin eigur at nútíðargerast og skipast so, at tey, sum hava áhuga fyri landbúnaði, fáa møguleika at búgva seg út innan hesa vinnu og møguleika at brúka útbúgvingina. Tiltøk verða sett í verk fyri at forða avlagandi kapping uttaneftir. Miðað verður ímóti at føst ogn á al- mennu gørðunum verður almenn ogn, sum verður leigað festaranum. Langtíðarætlanir verða gjørdar fyri búnaðarlendi. Skipað verður so fyri, at einstakling- ar, ið onga jørð hava, fáa lendi til hús- brúk. A ——w—w—w—w—w————T—TTT———Ml