hósdagur 7. juli 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 127 — 7. JULI1994 Síða 13
Arabo um piratveidu:
Smakkleys
spekulation
av nøkrum
fáum
reiðarum
— Eg fati ikki at fiskimanna-
felagið góðtekur, at teirra limir
sigla við hesum skipum, uttan
trygd av nøkrum slag, sigur
Thomas Arabo
Ordini hjå okkara fiski-
målarådharra, Thomas
Arabo um reiðararnar á
teimum skipum, sum fiska í
Loyvikrókinum eru ikki
blíð.
- Menn sum Jørmund
Vágadal, Svend Áage
Ellefsen og Páll Poulsen eru
smakkleysir reiðarar, sum
reka hetta virksemi við
einans einum fyri eyga,
spekulatión, og nakrar lætt-
vunnar krónur. Hverjar av-
leiðingar teirra grískheit
fær fyri manningarnar um-
borð og fyri Føroya Fólk
annars, tað leggja teir sektin
á, sigur Thomas Arabo.
-Eg fati ikki, at Fiski-
mannafelagið kann góð-
taka ta viðferð, sum limir
tess fáa umborð á hesum
bátum. Menninar umborð
skilji eg væl. Teir vilja ikki
ganga heima fyri einki og
fáa teir ikki annað, so fara
teir við hesum skipum,
sigur Thomas Arabo.
— Men teir fara avstað
uttan trygd av nøkrum slagi.
Teir hava gott nokk eina
lívstrygging, sum teir tekna,
áðrenn teir fara, men so
heldur ikki meir. Familj-
umar kunnu íkki fáa
forskot, meðan teir eru burt-
ur. Eg hoyri eisini at reið-
aramir "for glatt vekk"
afturhalda peningi, sum
manningin eigur. Teir fáa
ikki sína hýru til tíðina,
sigur Thomas Arabo.
Ísfiskabátar
til Sands
Landsstýrið hevur annars
júst givið innfluttnings-
loyvi til tveir trolarar, sum
sandoyingar ætla at keypa
úr Kanada. Hesir skulu
fiska kongafisk, sum síðan
verður ísaður. Fiskurin skal
arbeiðast á virkjunum á
Sandi. Hesir trolarar koma
undir føroyskt flagg.
Landsstýrið hevur eisini
játtað 1,25 kr. pr. kg í stud-
ningi til innfluttan tridja-
landsfisk. Bacalao skal
keypa 6500 t. Kósin og
Nordurfisk 500 tons hver
ogeittsindur fer til Sørvågs.
jústinus
F
Sógan gongur aftur:
I 1959 var sanniliga
kreppa í landinum
— Myndin sýnir, tá vit yvirtóku Leiv Øssurson í Portugál í 1959.
Portugálsytrolararnir var ein kreppuloysn sum munaði, sigur
Vagn Leivsgarð úr Klaksvík, sum var telegrafistur umborð
Myndin omanfyri sýnir
glað fólk standa framma-
laga á dekkinum á einum
spildumýggjum trolara.
Myndin er 35 ára gomul
og tíkin í Portugál í apríl
1959.
Vit eru stødd til resep-
tión, móttøku umborð á
Leivur Øssurson. Hann
liggur við bryggju í havn-
ini í Lissabon, høvuds-
staðurin í Portugál.
Teir tríggir menninir í
klædningi uttast til vinstru
eru portugisarar, umboð
fyri skipasmiðjuna og
restin eru føroyingar.
Myndin er tikin tå før-
oyingar yvirtóku Leiv
Øssurson og fóru við hon-
um heim til Føroyar.
— Aftaná kríggið og
gjøgnum fimtiårini var
svår kreppa i Føroyum.
Sjóvinnuvinnubankin fór
á heysin og ein rúgva av
gomlum trolarum, skip-
um og virkjum fylgdu við,
sígur Vagn Leivsgarð.
— Men tå vóru eisini
menn sum ikki vildu lata
seg kúga og sum brutu
uppúr nýggjum. Lands-
stýrið lat byggja triggjar
trolarar, sum síðan før-
oyskt feløg yvirtóku. Teir
tríggir vórðu systurskip,
tað vil síga eins, og teir
vórðu bygdir í Viana de
Castollo í Norður Portu-
gál, sigur Vagnur Leivs-
garð.
-Leivur Øssurson varð
latin Suðuroyar Norðara
Trolarafelag. Vågbingur
fór til líknandi felag í Vági
og Ólavur Halgi fór til eitt
felag í Fuglafirði. Hetta
vóru góð nýmótans skip
sum høvdu víða rásarúmd,
sigur Vagn Leivsgarð.
— Í dag er bera Olavur
Halgi eftir, hann er vakt-
arskip, sigur hann.
Vagnur minnist ikki
nøvnini á øllum á mynd-
ini, kanska lesararnir
kundu hjálpt okkum. Snilt
varum onkur kundi teknað
fólkini á breydpappir, sett
nummar á og síðan skrivað
nøvnini aftanfyri
nummrini á einum lepa.
jústinus