mikudagur 3. august 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 144 — 3. AUGU
ST 1994
Nýggja samgongan
Gott grundarlag -
at byggja á
Tað heldur løgmadur, sum í ólausgkurgðu síni
ikki duldi, at nógvir trupulleikar liggja fyr!
framman, men hon segði seg samstundis ikk:
ivast í, at gott grundarlag skuldi verið lagt hjá
nýggju samgonguni. Vit prenta her seinra partin
av løgmansrøduni
Skúlarnir eru, sum allur al-
menni sektorurin, merktir
av stórum sparingum —
sparingarnar eru nú so 6gv-
usligar, at skal sparast
meira kann tað bara gerast
við at leggja niður skúlar,
og lata tey ungu ganga ar-
beiðsleys í staðin.
Lóggáva í sambandi við
lærlingaútbúgvingar er
fyrireikað við ú í hyggju at
kunna laga seg til umstød-
urnar hjá vinnuni í dag.
Lógir um nýggja stu-
dentaskúla- og HF-skipan
verða lagdar fyri tingið í
heyst, so tær kunnu vera
galdandi frá 1. august 1995.
Nýggja studentaskúlaskip-
anin er tó fyribils sett í gildi
við kunngerð at virka frá 1.
august í ár
Føroya Maskinskúli fer
endiliga i egin høli, sum
løgtingid samtykti at keypa
i vår. Ætlanin er at byrja i
nýggju hølunum eftir
nýggjár.
Føroya Fornminnis-
savn hevur fingið rúmlig
holi í Hoyvík, so savnið fær
munandi betri umstødur at
skipa fyri framsýningum.
Møgulcikar eru nú fyri at
fáa Kirkjubøst6larnar
heimaftur, og mong fegnast
um. at bátasavnið kemur í
tryggari holi.
Ein av okkara mentanar-
dýrgripum, Sandoyarbók
og skrivliga tilfarið hjá Jó-
annesi í Króki, kemur nú
aftur til lands og verður de-
ponerað á Føroya lands-
bókasavni.
Sjónvarpið hevur eisini
fingið nýggj høli til upptøk-
ur av stórri sendingum og
og til umsiting. Sendinetið
hjá útvarpinum og sjón-
varpinum er farið at eldast,
og tí verða nýggjar iløgur
reydugar.
Eingin endalig loysn er
enn funnin å størsta trupul-
leikanum hjå kommunun-
um — tí ovurstóru skuldini.
Landsstýrið vónaði og
roknaði við, at ein loysn fór
at verða funnin í seinasta
lagi miðskeiðis í hesum ár-
inum. Neyðuga lógarsmíð-
ið varð gjørt ul tess at røkka
hesum málinum við løg-
tingslógini um kommunalu
fíggjarætlanirnar, ásetan av
kommunuskattaprosentin-
um, kommunalan veð-
haldsgrunn v.m.
Tíverri hava samráðing-
arnar um umleggingina av
kommunuskuldini drigid
út. Men av teimum upplýs-
ingunum, sum landsstýrið
hevur fingið, verður fram-
vegis roknað við, at eim
loysn verður funnin í hesum
árinum og innan rímiliga
tíð.
Ein avleiðing av stóru
kommunuskuldini er. at
neyðugt hevur verið at
hækkað kommunuskatta-
prosentini fyri 1994 mun-
andi, úr 18,22% í miðal fyri
landið í 1993 úl 21.27% í
1994.
Av gongdini higartil í ár
og útfrá teimum útrokning-
um, sum umsitingin í lands-
styrinum hevur gjørt. varð
roknað við, at kommunur-
nar fóru at fáa væl meira inn
í kommunuskatti enn ætlað.
tá figgjarætlanimar vóru
lagdar. Landsstýrið metti, at
tær meirinnigkur, sum
kommunurnar eftir hesum
fingu, áttu at koma borgar-
unum til góðar í teimum
kommunum, hetta var
møguligt.
Landsstyrid gjørdi ti av
við heimild í nevndu løg-
tíngslóg at hækka komm-
unuskattaprosentið í nøkr-
um kommunum. Skattapro-
sentið varð lækkað í 16
kommunum í miðal 0,87%,
soleiðis at endaliga miðal
kommunuskattaprosentið
fyri 1994 kom niður á
20,40%.
Vidvikjandi samanlegg-
ingum av kommunum er at
siga, at landsstýrið sendi
øllum kommununum bræv
við áheitan um at taka upp
samráðingar við aðrar
kommunur um samanlegg-
ingar ella tættari samstarv
Landsstýrið hevur lagt
dent á, at Strandferðslan
verður í so stóran mun sum
gjørligt rikin út frá handils-
ligum sjónarmiðum. Hesin
rakstrarpolitikkur sæst aft-
ur í úrslitinum fyri 1993.
Hallið hjá stovninum mink-
aði 22,9 mió. kr. — úr 60.8
mió. kr. niður i 37,9 mió. kr.
í 1993. Tað minkandi virk-
semið í landinum sæst aftur
í immøkuni hjá Strand-
ferðsluni, ið minkadi 2,3
mió. kr. niður í 65,8 mió. kr.
Til tess at lúka nýggju IMO
krøvini til ferjur. skal
Strandferðslan nýta einar 5
mió. kr. í ár. Hest arbeiði
verða øll gjørd í Føroyum.
Raksturin av skipum, bil-
um og tyrlu kostadi 21,1
mió. kr. minni, og útreiðsl-
urnar til rentur og avskriv-
ingar minkadu 6,9 mið. kr.
Raksturin av Bygdaleið-
um kostaði 2,3 mió. kr.
minni í 1993 og kom niður á
15,5 mió. kr.
Atlantsflog hevur sam-
bært årsroknskapinum fyri
1993 eitt munandi betri
rakstrarúrslit enn í 1992, og
felagið hevur verið ført fyri
at svara hvørjum sitt. Utlit-
ini fyri Atlantsflog eru góð,
um felagið fær eins nógv
ferðafólk at flyta í 1994 sum
í 1993, hetta saman við
teimum nú lægri rentuút-
reiðslunum, skuldi tað borið
í sær, at felagið møguliga
kann geva eitt lítið avlop í
1994. Atlantsflog hevur
annars ætlanir um ávís
mennandi tiltøk.
Í vár varð raksturin av
tyrlutænastuni fluttur frá
Strandferðsluni til Atlants-
flog, ið kundi reka tænast-
una væl bíligari. Avgerðin
varð framd og riggar væl
Telefonverkið merkir
eisini, at nógv flyta av land-
inum. Higartil í ár er felaga-
talið umleið 1000 felagar
færri. Hertil er tó at siga, at
hóast minni felagatal so er
inntøkan í krónum ikki
minkað. Eftir at allar út-
reiðslur eru goldnar og full-
ar avskrivingar tíknar við, er
avlopið fyri 1993 góðar 10
mió. kr., mett avlop fyri
1994 góðar 5,5 mió. kr. og
mett avlop fyri 1995 einar
9-10 mió. kr.
Fyribilsavtala er gjørd við
Ericsson um at lata útbúnað
til tað føroyska telefonnetid.
og er setningurin fulldigi-
talisering fyri allar Føroyar
komandi 5 árini.
Rakstrarhallið hjá post-
verkinum verður í ár vænt-
andi um 3 mió. kr., og verð-
ur játtanin á fíggjarlógini
sostatt hildin, ein minking í
mun til 1993 uppá 1,2 mió
kr.
Virksemið hjá lands-
verkfrødinginum er skorið
nógv niður í mun til undan-
farin ár. Í 1993 var nýtslan
165 mió. kr., meðan nýtslan
í 1994 væntandi fer at liggja
um 127 mió. kr. Dentur hev-
ur verið lagdur á, at tað virk-
semið, sum fer fram, er
javnt býtt um landið, og at
sum mest av fólki fer í ar
beiði.
Nýggjur bygnadur er
skipaður á umhvervis-
nevndarøkinum, soleiðis
at kommunumarnú hava
eftirlitið á staðnum, meðan
yvirumsjónin og eftirlit við
serliga dålkandi virkjum
liggur hjá Heilsufrødiligu
Starvsstovuni.
Tann heldur fløkta skip-
anin við óheftum heilsu-
nevndum er sostatt avtikin,
samstundis sum reglurnar í
heilsusamtyktunum, har
nógvar hava staðið óbroytt-
ar síðani 1933, eru gjørdar
meira nútíðarhóskandi.
Handilssáttmálarnir við
EFTA-londini eru allir
undirskrivaðir, og verða
sáttmálarnir vid Sveits og
Eysturríki sum teir seinastu
lagdir fyri løgtingið.
Arbeiðið at útvega út-
flutningsvinnuni = rúmar:
ræsur á ES-marknaðinum
er styrkt og verður í løtuni í
góðari samvinnu við vinn-
una arbeitt við hesum í
felagsnevndini. ES hevur
biðið um nýggjar samráð-
ingar um sáttmálan í síni
heild vísandi til, at eitt ella
fleiri av EFTA-londunum
verða limir í ES frá 1. januar
1995. Landsstýrið skal
svara játtandi til nýggjar
samráðingar um sáttmálan,
so skjótt sum verandi mál í
felagsneyndini eru av-
greidd.
46. ársfundurin hjá IWC
var í ár í Meksiko. Fundurin
førdi nærum til eina polit-
iska kreppu Føroya og Dan-
markar millum. Orsøkin
var, at danski uttanríkisráð-
harrin í síðstu løtu, eftir
trýsti frå umhvørvismåla-
ráðharranum, broytti in-
struksin til sendinevndina á
IWC-fundinum. Við hesi
broyting brutu danir megin-
regluna um nýtslu av til-
feinginum á burðartryggum
stødi
Landsstyrid royndi undan
fundinum í IWC at steðga
hesi broyting, men hetta
eydnaðist ikki. Eftir fundin
hittust = uttanríkismálaráð-
harrin og løgmadur, í eini
roynd at finna felags stev í
framtíðar samvinnu á hes-
um eki, men partarnir komu
ikki hver ødrum nærri. Hes-
ar hendingar bera í sær, at
landsstýrið stórliga ivast í,
um rætt er hjá føroyingum
framhaldandi at taka lut í
IWC
Samarbeiðið í NAMM-
CO er sera gott.
Norðurlendska sam-
starvið hevur stórri tydning
í dag enn nakrantíð, nú onk-
AU AS AAA
Tíðinda
WAN
blaðið (71.
ur tekin eru um, at fleiri
Norðurlond fara upp í ES-
felagsskapin. Skulu vit ikki
gerast heilt avbyrgd í Norð-
uratlantshavinum er neyð-
ugtatstyrkjasamstarvið við
gomlu brødralond okkara.
Enn hava vit ikki fullan
limaskap í Norðurlanda-
ráðnum; men tað gongur
rætta vegin.
A nordurlandarådsfund-
um taka stjórnarleiðararnir í
Grønlandi, Álandi og Før-
oyum nú lut í fundunum við
forsætismálaráðharrarnar.
Eftir at hava luttikid á
tingsetu á Álandi seinasta
neyst var greitt, at vit try
smáu londini máttu gera
vart við okkum, skuldu vit
hava ávirkan.
Føroyingar tóku stig Ul
ein felags fyrireikandi fund
á ungsetuni í Stokkhólmi
Ætlanin var, at hesir fundir
millum sjálvstýrandi skini í
Norðurlandaráðnum
skuldu halda fram og helst
víðkast.
Síðani trupulleikarnir í
bankunum byrjaðu heystið
1992, hava danir og før-
ovingar gjørt fleiri avtalur.
Hesar avtalur hava merkt
almenna orðaskiftið og po-
litiska arbeiðið nógv hesa
tíð, bæði tað at avtalurnar
eru gjørdar og innihaldið í
teimum.
Men hóast allar hesar av-
talur eru góðkendar av
fólkatinginum og løgting-
inum, so má ásannast, at tær
hava verið tyngjandi fyri