Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. august 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (NH viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum. Fundurin 17. august mill- um landsstýrið og donsku stjórnina tykist hava stóran tydning og áhuga fyri nógv- ar føroyingar, hóast evnini, ið viðgerast skulu á hesum fundi. hava verið kend í langa tíð. Tó vita vit ikki, um Óviss- an um nýtt landsstýri og um komandi valið hjá dønum kann ávirka fundin. Eg skal tó siga frá, at ikki eru komin nøkur tekin frá donsku stjórnini at broyta skránna ella flyta fundin. Men enn er tíð til hetta komandi tríggjar vikurnar og er Óvist, um vit ikki hava fingið nýtt lands- stýri til ta tíð. Hóast teir stóru trupul- leikarnar, ið hava verið seinasta valskeiðið hevur eydnast at fremja stórar og týðandi lógarbroytingar á flest øllum økjum. Nakrar hava verið nevndar í fyrr hildnum løgmansrødum, og havi eg í dag nevnt hesar í sambandi við tey ymsu øk- ini. Eg vil tó her taka fram tvey mál, har stórar broyt- ingar eru hendar, sum eg meti hava avgerandi týdn- ing fyri Føroyar í framtíð- ini. Tað fyrra er stýrisskip- anin og hitt seinna undir- grundin. Nevndin, sum landsstýrið setti 1. april í fjør at kanna stýrisskipanarviðurskifti Føroya, varð liðug við ar- beiði sítt fyrst í 1994. Við stødi í ålitinum var uppskot til nýggja stýris- skipanarlóg lagt fyri løg- tingið. Tvinni løgung hava nú samtykt nýggja stýrisskip- anarlóg, og lógin er kunn- gjørd sum legtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Feroya, og lógin fær gildi ólavsskudag 1995 Tann 24. september 1993 samtykti løgtingid lóg nr. 179 um forkanningar o.m.a. av undirgrund Før- oya. Løgtingid samtykti sama dag uppskot til samtyktar um leiting eftir olju og jarðgassi á føroyskum oki. Oljufyrisitingin var skip- að sum stovnur undir lands- stýrinum og arbeiðsbólkur settur saman við oljufyri- sitingini at gera reglur v.m. í sambandi við seismikk- loyvi. Landsstýrið samtykti 19. apríl í ár at geva Western Geophysical Cooperation tvinni loyvi til seismiskar kanningar í 1994 og 1995. Kanningarnar eru farnar í gongd. Til tess at fremja ætlan løgtingsins eftir uppskoti til Løgmadur á veg upp í Atlantsflog: Felagið fær møguliga eitt avlop í år samtyktar hevur landsstýrið eisini valt eina nýggja olju- rådleggingamevnd, sum m.a. skal gera uppskot til landsstýrið viðv. lóggávu 0.ø. Nevndin hevur havt sín fyrsta fund. Arbeiðið verður mett at taka 2-3 ár. Tátosað verður um undir- grundina tekur spurningur- in seg upp um trætuna við bretar um undirgrunsmark- ið, sum enn er óloystur. Landsstýrið hevur ta fatan, at síðani samráðingarnar vóru tiknar upp aftur í fjør heyst, hava tær verið seri- øsar og virknar frá báðum sidum. Samrédingarnar eru nú komnar hartil, at tað nú fer at vísa seg, um partarnir kunnu nærkast hver øðrum, soleiðis at ein semja kann fáast í lag. Næsti fundur partanna millum verður um mánaðar - skiftið august/september; men løgmadur og danski uttanríkismálaráðharrin hava havt fund um hesi við- urskifti, og tá varð avgjørt, at Føroya løgmaður og uttanríkismálaráðharrin hittast í august at viðgera málið nærri. Fundardagurin er ikki ásettur enn. Í élavsøkurøduni í fjør málbar eg meg soleiðis: »Høvdu vit á 6lavsøku í fjør verið før fyri at sæð inn í framtíðina og sæð, hvat ið fór at henda komandi árið, høvdu flest øll helst øtast vid. Ti samfelag okkara hevur neyvan verið fyri stórri bakkøstum í so stutta tíð sum seinasta árið<. Men vit mugu í ár ásanna, at trupulleikarnir ikki vóru lidnir á ólavsgku í fjør. Før- oyska samfelagið hevur verið fyri enn stórri bak- køstum síðani tá, og fylgj- urnar av hesum síggjast í arbeiðsloysinum, fráflyt- ingini, skattatrýstinum, trupulleikunum hjá nógv- um sethúsaheigarum og harvið trupulleikunum hjá familjunum. Tá tú hevur verið við í politiska arbeiðinum hesa truplu tíð og hevur sæð, hvor gongdin hevur verið. verður tú varin við at vera ov bjartskygd. Men hóast ringu støduna, so eru tó ein- stakir glottar, sum eisini Skúlarnir eru, sum allur almenni sektorurin, merktur av so stórum sparingum, at skal sparast meira, kann tað bert gerast við at: leggja niður skúlar. Tilvildarlig mynd: Kalmar siggjas tí fylgiskjølunum og eru nevndir fyrr í røduni. Landingarnar í Føroyum eru farnar upp fyrra hálvárið 1994, lønarutgjaldingarnar í fiskivinnuni á sjógvi og landi hava verið hægri í ár enn í fjør, skattainntøkurnar eru hægri enn væntað, ar- beiðsloysið minni, og gjaldsjavnaavlopið er stórt. hóast fall í prísum fyri út- flutningi okkara. Hesi kunnu vera tekin um, at árið 1994 ikki verður so heilt út av lagi, um ikki okk- urt heilt óvæntað hendir. Nógvir trupulleikar eru enn fyri framman; men gott grundarlag skuldi verið lagt hjá nýggjari samgongu at virka á Føroyum og føroy- ingum at frama. rr, 2 Síða 9 Nr. 144 — 3. AUGUST 1994 Hátíðarhald EIÐIS KOMMUNA Um veðrið verður til vildar, verða hesi tiltok 13. og 14. august. Um veðrið íkki er til vildar tá, verður roynt aftur 20. og 21. august. LEYGARDAGIN Kl. 15.00 Kaffiborð á Vaglinum Pylsur verða til børnini Hornorkestur/sangkór Vælkomstrøda Stutt søgulig frågreiding Gamalt kort yvir bygdina við håsanøvnum Listaframsýning í skúlanum við listafólki av Eiði og hondarbeiðsframsýning Gamlar myndir Bygdarsavnið hevur opið aftaná SUNNUDAGIN Kl. 11.00 Kirkjugongd Kl. 14.00 Fólkafundur undir Hvitthjalla Hans J. Debes rødar (Føroya Fólks sangbók) Sluppsigling niðri á Vatni Framsýningarnar í skúlan- um halda fram aftaná ÓKEYPIS atgongd til øll tiltøkini. TS SSR RR Eidis Kommuna KLAKSVIKAR SJUKRAHUS FR-700 Klaksvik Skurðgongin Sekt verður eftir avloysara fyri sjúkra- systir frá 01.09.94 til 31.08.95. — Neyð- ugt er við hollum royndum innan hetta arbeidsøkid. Nærri fæst at vita um starvid vid at venda sær til Jonu Nielsen, fyristødu- kvinnu, ella Helenu Sundskarð, deild- arsjúkrasystir. Umsóknarfreist 15.08.94. Lon sambært sáttmála millum Feroya Landsstyri og Sjúkrasystrafelag Før- oya. Umsókn við avriti av prógvi og autorisatión verður at senda til Klaks- víkar Sjúkrahús, att. Umsjónarmaður- in, FR-700 Klaksvík.