fríggjadagur 12. august 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tidindabladid EST",
B-áskoðararnir
settu lív í dystin
Hóast HB-áskoðararnir ikki vóru fleiri enn 65 í tali, vóru tað teir — og ikki
áskoðararnir hjá Motherwell — ið sett lív í dystin longu frá fyrstu løtu av.
Meðan rópini >HáááááBeee, HáááááBeee, HáááááBeee...
< dundu niður
yvir vøllin, kom ongantíð rættiligt lív í áskoðararnar hjá heimaliðnum
Tað kann væl vera, at HB
tapti dystin á vellinum,
men uttan fyri vøllin var
eingin ivi um, hvør vann:
HB-áskoðararnir = vunnu
stórsigur á áskoðarunum
hjá Motherwell.
Ofta verður tíkið til, at
bretar hava so og so góðar
áskoðarar, og at einki er
sum at vera til ein fótbólts-
dyst í Onglandi, tí har er so
nógv lív í — sangur og her-
róp alla somlu tíðina, með-
an spælaramir royna at {era
sítt besta á vellinum.
Undan dystinum hevði
okkurt blað í Skotlandi sagt,
at Motherwell-áskoðararn-
ir ætlaðu at geva HB-arun-
um eina ógloymandi upp-
living í vælkomu og blíð-
skapi. Men í veruleikanum
endaði tað akkurát beint
øvugt.
Longu tå spælararnir hjå
báðum liðum komu inn á
vøllin, skrálaðu Mother-
well-áskoðararnir so hart, at
tað rungaði á Fir Park. Men
tó ikki nóg hart til, at tað
gjørdi nakran mun, tá tú so
hoyrdi nakrar sera mælskar
HB-áskoðarar svara aftur í
norðara enda á vellinum:
>HáááááBeee, HáááááBeee,
— Vit trúðu ikki okkara
egnu oyrum, tá vit hoyrdu
hesar fáu áskoðararnar so-
leiðis tríva í, at tað hoyrdist
um allar geilar, segði ein av
Motherwell-áskoðarunum
við Sosialin eftir dystin.
— Eg haldi, at vit fingu ein
sovorðnan hvøkk, at vit
ongantíð komu í gongd. Vit
royndu at klappa, tá okkurt
eydnaðist hjá okkara monn-
um, men HB-áskoðararnir
sungu okkum sundur og
saman, so vit ongantíð
komu fyri okkum. Vit plaga
altíð at bæði syngja og rópa
dúgliga, tá Motherwell
spælir. men hetta havi eg í
hvussu er ikki upplivað fyrr.
HB-aramir vellinum vóru
eisini aftaná sera fegnir yv-
ir, at åskodaramir gjørdu tað
so gott å åskodararplåss-
unum, at tað ongantíð av
álvara kendist sum at spæla
á útivglli.
— Askodaramir stuðlaðu
okkum ótrúliga væl, og teir
vóru 6førir at rópa, segði
HB-formaðurin og fram-
herjin, Gunnar Mohr, eftir
dystin.
— Tað hoyrdist væl niður á
vøllin, meðan so at siga
einki hoyrdist frá áskoðar-
unum hjá Motherwell.
hj.
Tá spælararnir fóru á vøll-
in, rungaðu HB-rópini
Nr. 151 — 12. AUGUST 1994 Síða 13
Gunnar Mohr:
Gekst betri
enn væntað
Vit sluppu undan tí stóra
smekkinum, og tað kunnu vit
vera glaðir fyri,
heldur Gunnar
Mohr, ið fekk størsta kjansin
hjá HB móti Motherwell
Beint áðrenn Mother-
well fekk triðja málið í
dystinum á Fir Park týs-
kveldið, heyði Gunnar
Mohr tann størsta mál-
kjansin hjá HB, ið hevdi
broytt stæðuna frå 2-0
til 2-1, ið saktans kundi
gjørst endaliga úrslitið
av dystinum:
— Eg fekk eina góða
sending frá Hans Peturi
í Brekkunum, bótturin
var væl spældur og lá
júst sum hann skuldi,
men kortini skjeyt eg ov
nógv uppeftir, so mál-
verjin hjá teimum við
einari góðari bjarging
fekk fatur á honum. Um
eg í staðin heyði fingið
meira flatt skot á bóltin,
heyði hann farið undir
málverjan og í málið,
sígur Gunnar Mohr, ið
annars var væl nøgdur
við dystin.
— Vit striddust sera
væl, og tað gekk betri
hjá okkum, enn eg hevði
væntað frammanundan.
Tað var ikki sért, at eg
stúrði fyri einum ordans
smekki upp á eini 6-0
ella 7-0, men tað varð
so langt frá, at tað kom
nærhendis tí.
HB-framherjin sigur,
at HB royndi at spæla
sítt egna spæl, og við
somu uppstilling, sum
vanligt er heima. Men
tó høvdu framherjarnir
meira at gera við at fara
aftur at hjálpa til.
hj.
Jón Dahl:
Okkara mis-
tok fingu
teir revsað
Tey flestu mundu aftan á dyst-
in vera samd um, at besti HB-
spælarin var 28 ára gamli Jón
Dahl, ið spældi ein branddyst
Hann sá troyttur út aft-
an á dystin á Fir Park,
og tá hann var komin úr
koyggjuni umborð á
Smyrli morgunin eftir,
var hann enn rættiliga
eymur í beinunum.
Ei undur í, at so var, tí
28 ára gamli Jón Dahl
var tann HB-arin, ið av
øllum teimum stríðandi
og íðnu HB-arunum
hevdi tann besta dystin.
Men sjálvur ér hann
eyðmjúkur og sær ikki
út til at dáma, at hann
verður råstur ov nógv:
— Eg haldi ikki, at tað
ber til at síga, at nakar
var bestur, tí eg haldi, at
vit allir royndu at gera
okkara besta, og tí haldi
eg, at vit komu rímiliga
væl frå. Teir vóru væl
sterkari enn vit, SO sig-
urin upp á 3-0 var í lagi,
heldur Jón Dahl,
— Tað var upp á mis-
tók, 35 kanska ikki í Før-
oyum høvdu verið revs-
að, at teir fingu øll try
málini. Men tað er helst
eisini hetta, ið er mun-
urin á okkum, ið spæla
fótbólt í frítíðini og hes-
um, 15 liva av fótbólti.
Jón Dahl heldur, at
klårar HB at fyribyrgja
fleiri av mistøkunom,
kann gangast betri í tí
seinna dystinum.
hj.