leygardagur 13. august 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (57)
Síða 8 Nr 152 —13. AUGUST 1994
Nývalda politiska
stjørnan kann
skjótt slókna
Um fólkið ikki merkir
ein bata í húsarhaldinum,
fáa nyvaldu løgtingslim-
imir Bjørn å Heygum,
Ingeborg Vinther,
Kristian Magnussen, Oli
Jacobsen og adrir somu
lagnu sum Atli Dam.
Politiska røddin i fjøl-
midlunum er brådliga
tagnad.
Løgtingsvalid er av og
fyri okkum uttanfyri-
standandi er tað legið nú
at síggja og hoyra stóru
samfelagsrevsararnar á
tingsins rødarapalli. Vit
eru von vid at hesir finn-
ast at í bløðunum og
hava havt allar loysnir
um framtíðina hjá Før-
oyum.
Tað gongur ein tíð,
áðrenn vit venja okkum
við, at Ingeborg Vinther,
Bjørn á Heygum og Óli
Jacobsen nú skulu taka
avgerðir í fiskivinnuni og
ødrum stórmálum.
Teir nývaldu politikar-
amir mugu gera sær
greitt, at teirra politiska
karriera kann gerast
ógvuliga stutt, um teir
ikki liva upp til nakað av
tí, teir borðreiddu við
undan løgtingsvalinum.
Atkvødurnar, nývaldu
løgtingslimirnir fingu,
eru komandi og farandi:
>Hesaferð velja vit
Bjørn á Heygum, tí hann
sigur seg hava loysnirnar.
Til seinasta løgtingsval
valdu vit Atla Dam, tí
hann segði seg hava
| loysnirnar<. Soleiðis
hugsa fólk í hesum døg-
um.
Politiskir flokkar og
politiskar stevnuskráir
hava onki virði longur.
Politiskar hugsjónir
liggja ikki næst hjá per-
sóni, sum gongur ar-
beiðsleysur og er um at
missa húsini.
MVG'ið er stóri
svullurin
Vit hoyra nógv um at
lækka kostnadarstødid í
samráðingunum millum
sambandsflokkin og
fólkaflokkin. Alt gott um
tað.
Men fyrsta málið,
nýggja samgongan skal
leggja fyri løgtingid, er at
lækka MVG'ið frå 25%
til 5%.
MVG'ið er stóri svull-
urin í samfelagnum.
MVGC'id er rætt og slætt
farið avstað við seinasta
moralinum. Hetta veit
hvørt mansbarn og polit-
ikararnir seta kikaran fyri
blinda eygað, um teir
síga seg ikki vita, hvat í
løtuni fyrigongur í sam-
felagnum.
Svart arbeiði og vina-
og kenningapolitikkur
hava góðar dagar.
MVNG'ið hevur køvt
seinasta neistan í samfe-
lagum. Avleiðingarnar av
MVG'num, sym fólka-
flokkurin fyrst og fremst
er pápi at, eru katastrofal-
ar.
At fegnast um er, at
mestsum allir politikarar-
nir undan løgtingsvalin-
um søgdu seg vilja av-
taka MVG 'ið.
Mín vón er, at nývaldu
politikararnir hesaferð
standa stinnir, teir eru 6-
spiltir og hava fólkið við
sær.
Tíanverri er tað so, at
ein persónur mangan
hevur góðar meiningar,
áðrenn hann stígur inn
um tingsins gátt. Síðan
hendir nakað mentalt við
persóninum — hann
missir sjálvsvirðingina og
verður burtur í heildini.
Spennandi, hvat spyrst
burturúr.
Vagnur Michelsen
Jógvan við Keldu, býráðsformaður:
Norðoyingar sleppa ikki at
nýta Atlantic Airways fyri
Strandferðsluni!
Landspolitikarar
okkara, ið áttu at
vart økid sam-
ferðsluliga í Norð-
oyggjum móti á-
gangi, lata trupul-
leikar norðoyinga
fara aftur við borð-
inum og tykjast
einki at hava við
hetta at gera.
»Gevur ein frið,
fær ein frid«.
Samferðslumgguleikar
oyggjanna millum verða
á hverjum ári havdir á
lofti og hildnir upp ímóti
Strandferðslustjórin og
landsstýrismaðurin í
samferðslumálum siga
og gera tað, sum teimum
lystir.
ara, ið áttu at vart økid
samferðsluliga í Norð-
oyggjum móti ágangi,
lata trupulleikar norð-
oyinga fara aftur við
borðinum og tykjast
einki at hava við hetta at
gera.
»Gevur ein frið, fær ein
frið<.
Heldur undir- enn
yvirskotsrutur
Alt meðan rutan um Leir-
viksfjørd — ið hevur givið
avlop seinastu ár-ini —
verður skerd á hverjum
ári, smæðast hesir ikki at
seta undirskotsrutu
millum Havnina og
Toftir, har landfast er.
Høvdu teir av illum
steðgað her. Tað teir síð-
ani gera er, at teir byrja
nýggja undirskotsrutu til
Aberdeen, og við lýsing-
um og bíligum ferdasedl-
um reka teir landsmenn
okkara burtur frá før-
oysku handlunum niður á
bretska meginlandið við
tí fyri eyga, at sleppa
okkum av við valuta og
umsetning.
Orsøkin til at eg nevni
hesar undirskotsrutur, er
fyri at undirstrika vill-
skapin á strandferðslu-
økinum, tí hetta skerjir
rutuna um Leirvíksfjørð
til stóran bága fyri fram-
leiðslu og handilslívið,
eins væl og ferðamanna-
vinnuna og føroyingin
annars.
Við ødrum orðum,
landskassin missir MVG,
rindar undirskot fyri rut-
una, handlar missa um-
setning og landið og
kommunur missa skatt. —
So kann hvør sær gera
sínar metingar og hava
sínar meining um hesi
viðurskifti.
Noyðast at nýta
Mærsk heldur enn
Atlantic
Klaksvíkinga og norð-
oyingar mugu nýta
Mærsk heldur enn At-
lantic Airways, tí vit
kunnu koma heim úr
Italia, Ruslandi og aðra-
staðni frá, og sama dag
koma til Føroya, men at
samskipa rutuna um Leir-
viksfjørd, so norðoyingar
sleppa til hús sama
kveld, finna hesir ikki út
av.
Norðoyingar ynskja at
nýta Atlantic Airways,
men sleppa ikki.
VALUTAKURSIR
USA
Bretland
Týskland
Sveríki
Dollari
Pund
Markur
Króna
Króna
Frankur
Frankur
Frankur 473,71
Gyllin
Lini
Markur
Króna
Skillingur 56,458
Pesetas
Escudos
Dollari
Yen
Pund
Drakmur
XEU
12.08.94
616,30
953,35
397,23
79,07
90,21
115,66
19, 249
488
—
$R2
vo
TF
353,69
0,3887
119,44
9,04
—
—
Bush
4,754
3,860
445,37
6,1878
936,34
2,624
755,28
>
Kelda: Føroya Sparikassi