Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 1994síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 22 Nr. 157 — 20. AUGUST 1994 Tíðindablaðið E3 4 11. august: Finnur Hanstein, av Argjum, búsitandi í Leirvik, 48 ára gamal. Johild Poulsen, Vági, 68 ára gomul. 12. august: Jóhannes Haraldsen, Sandavági, 63 ára gamal. Jógvan Jákup Flett, Klaksvík, 47 ára gamal. 13. august: Karl Jóhan undir Varða, Tórshavn, 74 ára gamal. 14. august: Edvin Forná, ættaður úr Kvívík, búsitandi í Havn, 65 ára gamal. 15. august: Christian Richard Joensen, vanliga nevndu Dia, Kvívík, 69 ára gamal. 17. august: Asbjørn Joensen, Sandavági, 20 ára gamal. Maria Joensen, vanliga nevnd Mia í Trødini, Vági, fødd Jacobsen, ættað úr Hvalsinsrætt á Glyvrum, 75 ára gomul. Arbeiði í Noregi ALS hevur fingið fyrispurning frá ar- beiðsgevara í Noregi: Sekt verður eftir múrarum, timbur- monnum og fólki til forskallings- arbeiði. Áhugað kunnu seta seg í samband við ALS á tlf. 19550 Vikarstarv Sekt verður eftir lærara til Skúlan á Trødni at undirvisa brekaðum næm- ingum frå 1. september 1994 og skula- árið út. Setanin verður eftir sáttmála millum Føroya Landsstýri og Føroya Lærara- felag. Umsókn verður at stíla til Landsskúla- fyrisitingina og senda til skúlaleiðaran á Skúlanum á Trødni, í seinasta lagi 29. august 1994. Tórshavn, tann 18. august 1994 Landsskúlafyrisitingin A DC -Heitsoran Láarvegur 14 - Tórshavn - Tlf. 15828 - ARBEIÐSHANDSKAR til oll endamál — bæði á sjógvi og landi Fax 15893 Deyvafelag Foroya Skrivstovan í Deyvahúsinum »Effata«, Íslands- vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvønn dag kl. 9-11. Teleion/telefax 17597 og telefax 41992, skrivitele- fon tif. 0123 og bið um 16929 ella 41792. Limafundur hvønn månadag kl. 20—23. Gudstænastur 12. s.e. trinitatis Kunoy: Niels Pauli Danielsen, altargangur kl. 12. Árnafirði: Hans J. Joensen, bispur, altargangur, kl. 12. Klaksvik: Heri Joensen, kl. 11. Tvøroyrar kirkjukór syng- ur. Talvan gongur fyri Sunnudagsskúlan. Funningi: Emil Olsen, altargangur kl. 12. Sørvågi: kl. 11. Karen og Dánial Christiansen verða send út til Etiopiu sum trúboðarar. Peter O. K. Olofson og Knud Tage Andersen, dómpróstur. Innsavnan til DEM. Havnar kirkju: Bjami Bæk. Kaldbak: Petur Martin Rasmussen. Vesturkirkjuni: Egil Grandhagen, aðalskrivari í Norsk altargangur. Talvan gongur fyri Ytri Missión hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum. Norðradali: Kjartan Mørkøre, altargangur. Argir: Høgni Poulsen, bamagudstænasta kl. 14. Skopun: Jåkup Reinert Hansen, kl. 12. Tvøroyri: Jónsvein Bech, deyvagudstænasta, altargangur kl. 11. Innsavnan til deyvameinigheitina. Í Hósvík gongur talvan fyri Sunnudagsblaðið. Sunnudagin kl. 16 verður limafundur v/ Sonju Klein, presti (1. Jóhs. br. 4. kap.). Samkoma teirra eldru verður mánadagin kl. 15. Upplestur og andakt v/ Ditlev Olsen, fyrrv. skúlastjóra. Várgleði (smágentudeildin) metir í KFUK týsdagin kl. 16. Skótar og tittlingar byrja fundirnar aftur og tak im ”oti tilmeldan. Títtlingarnir móta mikudagin kl. 16.30 í KFUK. Aldur frá 1. flokki til og við 4. flokk. Skótarnir meta hóskvgldið kl. 19 í KFUK. Aldur frá 5. flokki og uppeftir. Meinigheitshúsið, Tórshavn Sunnukvøldid kl. 18: Møti v/ Johs. Álvheygg. Týskveldið kl. 20: Bíbiltími v/ Ejvind Mouritsen. Sunnudag kl. 11.00: Morgunmøti. Sunnukvøld kl. 18.00: Evangeliskur fundur. Månakvøld kl. 20.00: Bønarfundur. Mikukvøld kl. 20.00: Bønarfundur. Bønartænastan svarar å tlf. 73941, frå kl. 20.00— 22.00. Vitin, Århus Augustfundur vid lokalari luttøku verdur leygardagin 27. august í felagshúsinum »Stenhytten«, Stenaldervej 77, Brabrand Nord. Okkurt verður til matna áðrenn og aftaná. Øll eru vælkomin, Vitin, tlf. 086247773. 12. august fingu Mama og Krisolvur Johannesen, Toftum, eina dóttur. Hon var 55 cm long, og vigaði 4070 gr. 13. august fingu Jákup Mid- jord og Nadja Hjaltalin, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3750 gr. Vælkomið lítla barn 14. august fingu Elin og Leif Sleire, Fuglafirði, ein son. Hann var 53 cm langur, og vigaði 3500 gr. => FAO == = A Mán CIGURIN Rembrandt i køstinum Nú ein dagin kom ein hålvvaksin genta í familjuni til min og bad meg hjålpa sær vid nøkrum, hon slettis ikki skilti. Í skúlanum høvdu tey frá læraranum fing- ið eitt verkevni (tað er tað sama, sum vit gomlu kalla eina uppgávu, eitt orð, sum av ókendum orsøkum tykist vera lagt fyri hatri). Har komu millum annað hesi orð fyri: Henda mynd er tíkin í maðkafrá- sjón.“ Eg hugdi og hugdi, men hvussu eg so kýtti meg, forstóð eg ikki eitt kis av, hvat meintist við. Eg mátti geva skarvin yvir, og bað hana spyrja lær- aran, hvat tað var, hann hevði í huga. Jú, hon kom heimaftur og fortaldi mær, at tað hevði okkurt við frødir at gera. Hevdi eg skilt lítið fyrr, stóð eg sum Kánus nú. Men nú var eg av álvara blivin forvitin og bað hana tráspyrja læraran eina ferða afturat. Og nú bar til! Hon kom heimaftur við einum orðalista, sum hon segði læraran hava brúkt, tá hann festi henda sjáldsama setning á blað, og sum lærarin hevdi sagt, at skúlamyndugleikarnir høvdu autoriserað innan fyri bókmentir, myndalist 0.a. Og her kom so forkláringin: hesar fréðirnar vóru als ikki frødir, men frøir, ella sum tær eisini verða nevndar, froskar: maðkafrásjón er ein umseting av tí danska frøper spektiv! Vónandi eru teir skúlamyndugleikar, sum partú skulu trygda hetta køstakenda orðið niður í tey neyð- ars børnini kønari í ødrum lærugreinum, enn teir eru í djóralæru. Meðan frøir (sum Jákup Dahl kallar teir í síni fínu umseting av fablunum hjá Esop) nettupp eru eyðkendar av teimum stóru uppvendu glómunum, so kann tað ikki vera nógv vit síggja í maðkafrásjón, ti maðkar flest hava eingi eygu. .. so í tann máta minna teir ikki so lítið um teir, sum tey seinastu hålvthundr- að árini ella so hava spent seg út at forbetra føroyskt mál. Og okkurt man eisini vera galið við máloyra- num. Hjá føroyingum flest hava orðasamansetingar við maðk- ella maðka-, sum td. maðketin, maðka- fluga, maðkaber, maðkaveður negativar associa- tíónir. Og ti verður maðkafrásjón, sama hvat teir so hava ætlað at lagt niður í hetta ónossliga orðið, eitt orð vid negativum innihaldi! Eingin normalur føroy- ingur hevði kunnað funnið upp á at sagt: >Hetta vakra málaríið hjá Rembrandt er málað í maðkafrá- sjån.« JRT 15. august fingu Elsa Maria og Petur Ove Ellingsgaard, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long, og vigaði 3400 gr. 15. august fingu Katrin og Regin Nolsøe, Hoyvík, ein son. Hann var 50 cm langur, og vigaði 2950 gr. 15. august fingu Herdis Abrahamsen, Fuglafirði og Torbjórn Egholm, Vest- manna, eina dóttur. Hon var 55 cm long, og vigaði 3225 gr. 16. august fingu Laila Zachariasen og Bent H. Jakobsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long, og vigaði 4125 gr. 16. august fingu Ann-Mary og Klaus Rasmussen, Tórs- havn, eina dóttur. 17. august fingu Kirstin Tróndheim, Leirvík og Dangar Petersen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long, og vigaði 3500 gr. | Merkisdagur Mánadagin 22. august fyllir Alfred Klein, Fuglafirði 75 ár og hevur verið røktingar- maður í 60 ár. Dagurin verður hildin í Arbeiðsmannafelagshúsi- num í dag kl. 19.