Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 158 — 23. AUGUST 1994 Sida7 aftur av landsrættinum. Oyggjatíðindi slóð hetta stórt upp og Dan Klein fekk eisini góðan møguleika í sjónvarpinum at svína mín persón til? Hvussu stóra bót skal blaðstjórin fáa? spurdi á- kærin. — Tað lati eg trygt uppí hendurnar á rættinum at meta um, segði Joen H. Andreasen. Bergur Wardum Ikki åkærdur Hóast Bergur Wardum er upphavsmadurin til tær flestu greinamar i Oyggja- tíðindum, sum Joen H. Andreasenkennir seg æru- meiddan av, so varð hann bert nýttur sum vitni í rætt- inum og bert ein brotpartur av hansara vitnisfrágreið- ing var nýtt í dóminum. Skrivingin hjá Bergi snýr seg um keyp, sølu og dupultsølu av handilsbyg- ninginum Térshøll í Havn. Ein tinglysing í hesi ogn miðskeiðis í åttatiårunum gjørdi at Bergur ikki fekk disponerað yvir ognini og harvið misti hann nógvan pening í leiguinntøkum. Dan og ákærin ónggdir við dómin Orsøkin til at hetta mál er endað í landsrættinum er at bæði Dan Klein, blaðstjóri og Michael Boolsen, ákæri eru ónggdir við dómin hjá Jes Schigler í undirrætt- inum. Dan Klein segði við Tíðindablaðið Sosialin aftaná at hann hevði mót- tikið dómin: — Talan er um ein kollegi- alan dóm, at ein dómari hjálpir einum starvsfelaga, tað kann eg ikki góðtaka, sigur Dan Klein. — Eg haldi tað vera sera grovt og ein grov misbrúk- an av einari rættarskipan, sum vit øll skuldu havt tiltnigv til, at tað ber til at skera eitt vitnið burtur, sigur Dan Klein. — 16.5 kilo av skjølum vórðu kveistraði til viks fyri at bjarga dómaranum, sigur Dan Klein. — Antin mátti hann taka Bergur inn í málið, ella mátti hann halda hann uttanfyri. Tók hann Bergur inní málið, so varð hann noyddur at dóma dómaran. Við at halda Bergur utt- anfyri, kundi hann dóma meg. Hann valdi tað loysn- ina, sigur Dan Klein, blað- stjóri. Akærin Michael Boolsen segði við Tíðindablaðið Sosialin aftan á a dómurin var lisin. — Eg vil ikki seta dagar á hvussu leingi Dan Klein skal sita, men vit nevndu í ákæruritinum, at hann skal sita í mánaðir, segði hann. Hvørki åkærdi, Dan Klein ella åkærin Michael Bool- Í sen vóru nøgdir við dómin 2 hjåJes Schiøler, dómara Eystari Landsrættur hev- ur sett tveir dagar av til málið. Dómaratrioin, teir tríggir dómararnir eru Jens Lune, Erik Kjærgaard og Knudsen. Hesir hava allir dømt í Føroyum fyrr, hetta eru somu dómarar sum í Heygadrangsmálinum. Landsrætturin hevur fleiri onnur mál enn málið millm dómaran og Dan Klein á skránni. Lands- rætturin verður á hesum sinni saman í Føroyum til 2. september, tá farið verður heim aftur til Danmarkar. Tann øvugta verð, Joen H. Andreasen. sorenskrivari situr í sama stóli, sum hann í ein mannsaldur hevur avhoyrt brotsmenn og aðrar skálkar. Myndin er tikin 22. februar í ár HEIMURIN Henning Thomsen Krossorð Tíðindaskriv frá Foroya Skúlabókagrunni Krossorð og heimstadarlæra Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bóklingin Krossorð, 8. í bókargðini Heimurin, eftir Henning Thomsen. Krossorð hevur kross- orðagátur og spurningar, ið byggja á vitan í landa- læru. Bóklingurin er ætlaður næmingum fólkaskúlans og annars gllum teimum, ið fáast við at loysa kross- orðagátur. Høvudsdenturin er lagdur á leitingina í Heimsatlasinum. Summar av uppgávun- um eru óiva nakað truplar og tí er kanska eitt gott hugskot, at skúlin letur næmingunum uppgávur- nar við heim, so foreldrini kunnu loysa gáturnar sam- an við børnunum. Lærarin kann eisini gera tað lættari hjá yngru flokkunum við sjálvur at skriva loyniorðið mitt í gátuna, og síðani lata børnini finna orð, sum passa í puntarnar. Onkuntíð eru tvær ella triggjar áir ella bygðit, ” sum passa á regluna at finna í sama punti í atlas- inum. Hyggjuráð eru tá at skriva tey upp á ein lepa og goyma tey til restin er loyst. Krossorð er 24 síður til støddar, og við fylgir svar- listi. Kostnaðurin er 16 kr. Til BLADSØLURNAR sosialurin aftur UTSELDUR? Boðið so beinanvegin frå á tlf. 11820. Uttanfyri vanl. arbeidstid upplysir telefonsvararin hvar ringjast skal fyri at fåa fleiri blød. Tíðindablaðið SOSIALURIN