Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sambandið og fíggjarlógin SAMBANDIÐ sigur nú, at hvussu so víkir og vendir, so fáa vit onga fíggjarlóg at hanga saman í bræði. Skulu vit koma víðari, mugu vit ar- beiða okkum burtur úr trupulleikunum við munandi halli ngkur ár. SANNILIGA nýggir sam- bandstónar — bæði so og so. At arbeiða seg burtur úr trupul- leikunum við læntum peng- um hevur ikki áður verið góð- ur »offisiellur« sambandspoli- tikkur, hava teir sjålvir verið noyddir at leggja navn til ein slíkan, men at brúkt hann hava teir dugað eins væl og fólkaflokkurin og aðrir. SPILDURNÝTT er eisini hjá sambandinum at góðtaka hall av nøkrum slag á fíggjarlóg- ini. Hvussu sambandið tíðliga og seint nú í mong Harrans ár Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller hevur dundrað um vanlukku- liga hallið á fíggjarlógunum — hetta hall, ið fór at forkoma okkum møguleikan at sleppa burtur úr skuldarhaftinum úteftir, undirgrava alla á- byrgdarkenslu føroyinga — man standa ljóslivandi í minni teirra flestu. HVÍ HESA kúvend, hugsa mong. Stendst hon av ærligari ásannan av, at annað ikki gerst, er tað tað tað er. Verri er, um hon bert er úrslit av trýsti frá »nyggjara sam- bandspartinum«, sum ikki á nakran hátt tykist at standa aftanfyri samsinta fólka- flokkin, tá um »smartar«, men sjáldanvarandi, loysnir ræð- ur. VIT, IÐ nú ikki longur skilja eitt vet av tí, vit hildu vera varnan sambandspolitikk, vita heldur ikki, hvat í víðu verð vit skulu gera við eitt milliarda stórt sambandskt fíggjarlógarhall, kanska í fleiri ár. VÆL VITA vit, at vallyfti sambandsins vóru glæsilig — og einki minni tey, hjá smá- flokkunum, sum eftir eru uppi í samráðingunum. Teirra boð- skapur vas í so máta púra greiður: Landið skuldi ikki hava eitt klovið oyra frå nøkr- um, fyrr enn øll høvdu sítt á tí turra. Samfelgsrakstrinum skuldi eingin kenna sær ábyrgd av, fyrr enn øll tímilig krev og ynski vóru uppfylt. Kundu vit ikki greiða hetta sjálvir, skuldi rokningin send- ast dønum. HESIN VAR í stuttum boð- skapurin. Hjá sambandinum liggur kanska ikki best fyri at muta ímóti, at allar góðar gåv- ur koma av Flatlondum. Sam- bandið mátti tó sett eina æru í at látist sum um, at ríkis- felagsskapur okkara við Dan- mark ikki er ætlaður at vera nakar »sjålvtøkuhandil«. Um ikki av hinum báðum >skikki- ligu< flokkunum, so munnu danir tó vænta eitt hvort slag av politikki frá sambandi- 67. ÁRGANGUR Bústaður. Argjavegl 26 | Postadr. Postsmoga 76 Argjum 110 Tórshavn Tøleton: 11820 Talefar: 14720 num. Hesar vónir dana verða so dyggiliga sviknar við sam- bandskum fíggjarlógarupp- skotum við milliarda halli, kanska í fleiri ár. UM TAÐ hinvegin upp á longri sikt kann vera ynski- politikkur hjá parti av sam- bandinum at læna og for- brúka okkum aftur í eina lukkuliga amtsstødu í ríki- num, er annar spurningur. Tó rímar hetta ikki heilt við ætl- anina hjá fólkaflokkinum og nýggja partinum av sam- bandinum um at seta í veð blokkin fyri verandi uttan- landsskuld okkara —til vit einaferð um mong ár fá slætt borð — hvørki við nýggjum blokki ella sambandi yvirhøv- ur. HANN, ið einki veit, má spyrja. Vit spyrja: »Hvat vil sambandið?< SOSIALURIN Afturberingin - eingin loysn Nú borgarliga samgongan við stuðli frá teimum so- kallaðu kristiligu flokku- num tykist at vera undir landið, ið hussu so er sum fjølmiðlarnir bera tíðindi um gongdina í samráðingu- num teirra millum. Teir eru samdir um, at skerja lønina, tó ikki upp á tann mátan, sum Fólkaflokkurin hevði ætlað, men í staðin fyri verður gjørd ein skipan, har 20% av skattinum skal ber- ast aftur til arbeiðsgevaran í staðin fyri at brúka hesar pengarnar til nýggj arbeiðs- pláss. Hetta ljóðar alt meira enn gott, men at fremja hesa ætlan er ikki bara at siga tað, tí skipan teirra er ikki bara ætlað vinnuligum virkjum, men so sanniliga eisini hverjum lítlum handils- manni. So segði sambands- formaðurin. Hverja trygd hevur tað al- menna fyri, teimum peng- um, sum vera bornir aftur til arbeiðsgevaran. Hver trygd er fyri, at hetta verður brúkt rætt Veruleikin er tann, at vit hava onga trygd fyri hesum. Vit hava jú ringar royndir av slíkum góðum tankum. Jóngerð Purkhús framdi sum fíggjarmálaráðharri ein toll-lætta,. sum skuldi koma byggivinnuni — til góða, tá hon setti tollin á øllum byggitilfari niður úr 33% til 6%, eina lækking upp á 27%, sum tó ongantíð lætti so mikið sum eitt tveyoyra um byggitilfarið. Eg eri bangin fyri, at henda ætlan borgarligu flokkanna fer at fáa sama úrslit, men eg skilji væl for- mann sambandsfloksins, sum sær hetta sum seinasta hálmstráið at bjarga tí virk- ið, sum hann er varafor- maður fyri, og sum íkki hevur gingið sum ætlað. Og so hevur hann megnað at fáa Fólkaflokkin at sleppa ætlan teirra viðvíkjandi Fiskavirking. Tað má sig- ast, at hetta er ein stórur sig- ur fyri Sambandsflokkin, og serliga formannin. Ætlanirnar, sum eru frammi í samgongusam- ráðingunum, loysa ongar arbeiðsloysistrupulleikar. Tað verður tvørtur ímóti meira trorført hjá verka- og fiskimanninum, tí nú skal hann og hann einsamallur gjalda tað borgarligu útgjar- ingargildið. Teir sokalladu kristiligu, sum eru við at borðreiða hetta gildið, hava gloymt skattafriu krigs- og fólka- pensiónina og ikki at for- gloyma familjupolitikkin, bert fyri at nevna nakad av øllum, sum skuldi fremjast. Tað verður eingin framgongd her á landi, fyrr enn vit øll síggja í eygui, at so leingi sum vit bert hava eitt alternativ, og tað er at flyta heimsins besta fisk óvirkaðan av landinum - bert at umskipa han á bryggjukantinum til virkingar uttanlands, og har skapa arbeiðspláss, sum vit skuldu havt her heima á landi. At vit so harafturat útflyta arbeiðsmegi til at virka okkara råvøru uttanlands, ti tað er júst tað, sum hendir. So leingi vit góðkenna hesa mannagongdina, so verður avtoftingin av Føroyum at halda fram. Tad, sum manglar, er arbeidi til allar hendur, og verdur tad ikki setningurin hjå komandi samgongu so er og verður eingin bati í eygsjón. At últók mugu fremjast, sum kanska ikki eru vanlig, tað er eingin ivi um, men verður tað framt við lívs- fremjandi endamåli fyri eyga, so má og skal tað ger- ast, og tað kann gerast. Eisini við stuðli frá verka- mannafylkingini og verka- mannafeløgum annars, um rætt verður borið at, men tað er bráneyðugt, ú stødan batnar ikki. Ein afturbering av út- goldnum skatti úl arbeiðs- gevaramar loysir ongar trupulleikar, tað vil bara skapa fleiri, tí hetta er sam- bært stjóran á Mennigar- stovuni, sum er konstruktør- urin av hesari ætlan. Sam- bært hansara viðmerking- um, so er hetta ikki nokk, men bert ein byrjan. Hann trúið ikki upp á sínar egnu tankar. Og tað sama gera í veru- leikanum eisini teir, sum samráðast. Teir trúgva held- ur ikki upp á, at hetta loysir nakrar trupulleikar. Eins og í Halgubók, so hevur Kristiligi Fólkaflokk- urin eisini 12 boð, tey eru tó á tí politiska økinum. 11. boð teirra ljóðar so- leiðis: >Vit vilja leggja til rættis soleiðis, at vit fáa all- ar arbeidsførar hendur aftur í arbeiði, við m.a. at styðja vinnulívið og við fullari megi leggja til brots fyri at góðska okkara råvøru, sum er fiskurin.« Hettaer so rætt, sum tað er sagt, men ein framhaldandi umskipan á bryggjukan:i- num gevur eingi arbeiðs- pláss og er eingin góðsking Sverre Midjord